7. februar 2016

Jón vann Ringríðingina

Árliga siðbundna ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var í Reiðhøllini í gjár.
Vanlig fólk sláa tunnu og froskmenn gera tað á sjónum, men reiðfólkini úti í Havnardali tey ríða ringríðing á føstulávint. Hetta er kapping har tú á rossabaki skal stýra ein pinn inn í ein pinkulítlan ring ið er festur á ein magnet sum hongur á áleið tveir metra hædd. 

Hjá teimum vaksnu skal hetta gerast meðan rossið er í lopi, tað sigur seg sjálvt at hetta er ein kunstur, hetta bæði at halda rossinum í lop, halda javnvágini og so samstundis stýra pinnin í ringin. 
Vinnari í ár gjørdist Jón Johansen á hestinum Muggur. Hjá teimum ungu vann Helena D. Thomsen á ryssuni Elska

Jón við steypinum
Jón fær steyp frá formanninum Brandur í Dali
                                         
Hesu vóru millum flottastu grýlunar hendan dagin

Eisini tey heilt lítlu duga



Jóhan í flottum stíli
Flottar grýlur
Helena vann hjá teimum ungu
Rebekka roynir seg 



Ingen kommentarer: