13. marts 2015

Formanskifti í Føroya Ríðingarfelag


Á aðalfundi herfyri legði formaðurin í Føroya Ríðingarfelag Hans Vilhelm Lútzen frá sær. Hann hevur sitið sum formaður í fjúrtan ár og í nevndini í meira enn tjúgu ár. Hesa tíðina eru megnartøk tikin hjá rossafólkunum í Havnardali. Nógv nýggj fjós eru bygd og risa reiðhøll er eisini komin upp at standa. Hans Vilhem hevur eisini øll árini megna at havt ein sera skilagóðan rakstir í felagnum. 
Felagið er er stovnað í 1943 og hevur áleið 300 limir - Sostatt er felagið nógv tað størsta og eisini elsta reiðfelagið í landinum 

Nýggjur formaður í Føroya Ríðingarfelag er Brandur í Dali, Brandur er frammanundan formaður í Ríðisamband Føroya og var eisini í nevndini í felagnum, áðrenn hann nú tók við sum formaður. 
Nývald í nevndina var Anna Maria H. Nolsø, nevndin sær nú soleiðis út. Formaður Brandur í Dali, Næstformaður Bødvar Hjartvarson, nevndarlimir Tummas Rubeksen, Mortan Hansen og Anna Maria H. Nolsøe. Tiltakslimir eru Michel Nielsen og Ingi S. Rasmussen.




Ingen kommentarer: