2. marts 2015

Dixie Cup 2015 Reglar og leiðbeining

Dixie Cup verður leygardagin 7/3 !

Leygardagin 7/3 verður Dixie Cup 2015. Byrja verður kl.14.00.
Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og áskoðarum. Fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag. 

Børn og ung eru vælkomin. Teirra  ross kann verða leitt av einum vaksnum.

Reglar fyri Dixie Cup 2015
Niðanfyri eru leiðreglur fyri kappingarnar


Spring
Lopið verður um 3 lágar forðingar (max 1m)
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin um stong dettur niður
3 feilir verða givnir um forðing verður loypin um.


Tunnukapping
Riðið verður ávísa leið um 3 tunnur
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin fyri hvørja tunnu sum koppar
Rættur bani skal fullførast


Skemtikapping
Serstøk skemtikapping verður gjørd til tiltakið J
Tíð verður tikin frá start til mál.
1 feil fyri hvørja spann har bóltur ikki endar í
3 feilir verða givnir um bóltur ferð úr skeið


Hvør feilur leggur 10 sekund afturat tíðini í øllum kappingunum.


Ferðasteyp verður latið til vinnaran av tunnukappingini. Ferðasteyp verður eisini latið til besta lutakaran í Dixie Cup undir 16 ár.


Luttøkan er ókeypis. Tilmeldast verður á staðnum.

Krav er, at allir luttakarir nýta hjálm !



Matur og drekka kann keypast og kostar:
Fesk suppa og flute                      15 kr
Kaka  v/the ella kaffi                     10 kr
Pop Top                                         5 kr




Jóhan á Plógv


Fyriskipari, samskipari, høvuðsdómari, stjóri og burturstaddur stórcharmør

Ingen kommentarer: