Tað er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, tí er árliga Leynavatnskappingin hjá Føroya Ríðingarfelag útsett til í morgin sunnudag 19/6 kl 15. Vónin er at vatnið er minkað so mikið til tá, at tað ber til at ríða kapp eftir sandinum.

![]() |
| Ponyríðingin er altíð vælumtókt hja børnunum |
Djóradagar hava ikki verið seinastu tvey árini vegna korona, so felagið og limirnir eru sera spent at bjóða gestum vælkomnum á økið aftur. Vanliga eru áleið 5-6000 fólk á økinum hesar dagarnar.
Serliga er tað tey smærri børnini sum plaga at dáma væl Djóradagar. Tað er forkunnugt hjá teimum at kunna síggja so nógv djórasløg samstundis. Nevnast kunna úr rúgvuni, gæs, dunnur, fjallaneyt, slangir, sugar gliders, hønir, kempikanin umframt heili 10 ymisk rossasløg.
Tyrlan kemur at vitja í dag, teir gera eitt hoist umleið kl 15:30 í dag. Sum vant eru hoppiborgir o.a. í ríðihøllini, eisini verður kaffisøla o.a. bæði í høllini og felagshúsinum
Kunning til okkara limir
![]() |
| Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur og Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag |