11. januar 2015

Djóradagar vera 30 og 31 Mai


Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 30 og 31 Mai.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga. Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.
Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn. 





10. januar 2015

Felags skráin fyri 2015 er nú tøk.



Skráin fyri 2015 hjá Føroya Ríðingarfelag, Vága Ríðingarfelag og Føroyskt Íslandsrossafelag er nú tøk. Møguliga koma fleiri tiltøk og skeið á skrá sum várið líður, men hetta er so skráin d.d. Trýst á mynd fyri at gera hana størri.





25. december 2014

Felagstúrur 2 dag

Sum siður er skipar felagið fyri felagstúri 2 dag, vegna tað at húsið er upptikið hendan dagin byrjar túrurin frá Reiðhøllini kl 11. Altso ikki undir Kleynisvarða sum vanligt er, men frá høllini. Tá vit koma aftur frá túri, verður borðreitt við ræstari súpan inni í Reiðhøllini !

Takk fyri gott arbeiði ítróttini at frama Hjalmar



Sjálva Jólaaftansmorgun vóru umboð fyri Ríðisamband Føroya og Føroya Ríðingarfelag á gátt hjá Hjalmari Petersen og konuni Majbritt,  í stásiligu

24. december 2014

Gleðilig Jól


21. november 2014

Rennikapping og høllin partvíst stongd hetta vikuskiftð !


Tað verður rennikapping í Flatnahaga og úti í Havnardali í morgin frá kl 13. Tey koma at renna primert á gøtunum vit nýta til ríðing, so neyðugt er at vísa varsemi um ein ætlar sær túr í morgin !
Í Reiðhøllini verður skeið, so høllin er stongd millum 10 og 17 leygar og sunnudag.

19. november 2014

Samtykt um skeiðvirksemi o.a. í Reiðhøllini


Seinasta vikuskiftið var ríðiskeið í Reiðhøllini og komandi vikuskiftið verður aftur skeiðvirkseimi í høllini. 
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag heur annars eina samtykt, ið sigur