15. juni 2014

Kappríðing við Leynavatn


Føroya Ríðingarfelag skipar komandi leygardag fyri árligu kappríðingini við Leynavatni. 
Kappríðingin á Leynavatni hevur verið fyriskipað av okkum, uttan steðg síðani byrjan í 1970. Fyrstu árini var hetta at sammeta við ólavsøku fyri reiðfólk og onnur. Sera nógv fólk vóru til kappingina og stóðu bilar langt oman móti Leynum, og langt oman í Kollfjarðadal.
Seinastu árini hevur ríðingin tó broytt mynstur og fólk eru ikki longur so gramm at melda seg til kappingar, hetta sjálvt um rossatalið í Føroyum ongantíð hevur verið hægri, minkar enn við huginum til kappingar, hetta er galdandi bæði hjá okkum og øðrum feløgum.
Vit í nevndini hava tó sjálvsagt avgjørt, at siðbundnu kappingarnar skulu halda áfram. Men vit hava brúk fyri hjálp og stuðul um tað framhaldandi skal vera stuttligt at skipa fyri og vera við til kappingar.
Tí heita vit á øll reiðfólk ið hava ross sum er før fyri at luttaka at koma við til kappingina á Leynavatni, bara við tykkara hjálp kann kappríðingin aftur gerast líka stuttlig sum fyrr !

21. maj 2014

Skrá fyri djóradagarnar 2014




Kostnaður at koma inn á økið er ókeypis fyri børn !!   
Vaksin kosta einans kr. 50,- (16 ár og upp)

At síggja djór, framsýningar o.a. er ókeypis. 

Hoppiborgir, ponyríðing o.a. kostar kr. 20,- pr ferð.


Djóradagar

Djóradagarnir verða aftur nú í vikuskiftinum 24 og 25 mai. Hetta árliga tiltakið er sera væl dámt og fólk koma langvegis frá til dagarnar.



Myndir frá djóradøgum í 2013

Skráin kemur seinni.



9. maj 2014

Ruddingardagur 10/05-14
 
So er aftur ruddingardagur á skránni ! Leygardagur 10/05 verður rudda og arbeitt á felagsøkinum í Havnardali.
Byrjað verður við kaffimunni og morgunmati í felagshúsinum kl 9:30 og síðani verður lagt til brots. Vónandi eru nógv sum vilja koma og taka eina hond við, tað er umráðandi fyri okkum øll at felagsøkið er so pent og nossligt sum gjørligt nú Djóradagar stunda til !

15. marts 2014

Dixie Cup 2014 !!!!


Dixie Cup 2014


Dixie Cup verður leygardagin 5/4 !

Leygardagin 5/4 verður Dixie Cup 2014. Byrja verður kl.14.00.
Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og áskoðarum. Fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag.

Reglar fyri Dixie Cup 2014
Niðanfyri eru leiðreglur fyri kappingarnar

Spring
Lopið verður um 3 lágar forðingar (max 1m)
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin um stong dettur niður
3 feilir verða givnir um forðing verður loypin um.