15. marts 2014
Dixie Cup 2014
Dixie Cup
verður leygardagin 5/4 !
Leygardagin
5/4 verður Dixie Cup 2014. Byrja verður kl.14.00.
Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og
áskoðarum. Fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag.
Reglar fyri Dixie Cup
2014
Niðanfyri eru leiðreglur fyri kappingarnar
Spring
Lopið verður um 3 lágar forðingar (max 1m)
Tíð verður tikin frá start til mál
1 feilur verður givin um stong dettur niður
3 feilir verða givnir um forðing verður loypin um.
19. februar 2014
Fundur hjá rossahúsanevndini
Fundur verður hjá rossahúsanevndini fyri básaeigarunum í havnadali.
Fundurin verður beint áðrenn aðalfundin hjá Føroya Ríðingarfelag t.v.s. mikudagin 5/3 kl.18.00.
allir básaeigarir eru vælkomnir.
rossahúsanevndin
16. februar 2014
9. februar 2014
Ríðiskeið við Jón Willami Bjarkasyni 21-23/3
Áhugavert Ríðiskeið 21-23 Marts 2014 - Avmarkað lutøka
Nevndu dagar hevur íslendingurin Jón William Bjarkason serstakt ríðiskeið her.
Skeiði er serstakt á tann hátt at fyrsta dagin roynir hann rossini einsamallur í 40-60 min pr dag fyri á tann hátt at kenna teirra sterku og veiku síðir. 2 og 3 dagin er einstaklingaundirvísning 45 min hvønn dag.
Jón William hevur tamningarútbúgving frá Hólar. Hevur drúgvar royndir og undirvísir nú í DK og Týsklandi.
Hann er beiggi Harald Bjarkason, sum hevur funnið mangt gott ross til føroyingar. Jón William var seinast í Føroyum í 2012 og vóru skeiðini tá sera vælumtókt.
Kostnaður fyri skeiðið bert 1500 kr
Tilmelding hjá Súsanna Trónd á FB ella tlf. 523212
14. januar 2014
Abonner på:
Opslag (Atom)


