f.v. Tummas P. av Reyni, Mortan Hansen, Sonja S. Petersen, Osvald S. Johanson, Eva L.S. Klemmentsen og Brandur í Dali - Barbara Carlsen manglar á myndini. |
Á aðalfundinum hjá Føroya Ríðingarfelag herfyri vóru ikki tær stóru broytingarnar í nevndini, Sonja Skylv Petersen var vald í nevndina fyri Barbaru Carlsen sum valdi at takka fyri seg, men tó heldur fram sum tiltakslimur. Nevndin er nú hendan, Brandur í Dali, formaður, Osvald S. Johanson, næstformaður, Tummas P. av Reyni, Mortan Hansen og Sonja S. Petersen eru nevndarlimir og Barbara Carlsen og Eva L.S. Klemmentsen eru tiltakslimir.
Tað kom fram á fundinum at nevndin hevur stórar ætlanir. Longu til í heyst er ætlanin at felagshúsið skal vera útbygt, til at vera dupult so stórt. Hetta arbeiði fer í gongd fyrsta dagin, fígging er fingin til vega og sáttmáli við arbeiðstakara er við at koma undir land. Eisini er ætlanin at koma í gongd við fjósbygging aftur. Arbeitt hevur verið við fjósabygging leingi, men nevndin fýlist á at umsitingin á vaglinum hevur lagt fótonglar fyri byggingini og setur órímilig krøv til felagið.
Nevndin vónar tó at tað verður funnin ein loysn sum skjótast, tí bíðilistin at sleppa at byggja fjós er langur, men ásannandi at tað er neyðugt við byggiloyvið fyri at byggja, so er ikki annað at gera, enn at vísa tol til hetta málið eisini vónandi verður rokkið.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar