26. november 2019

Viðv. privatundirvísing í ríðihøllini

Kunning viðvíkjandi privatundirvísing í ríðihøllini:
Nevndin hevur á fundi ídag samtykt, at privatundirvísing kann verða í ríðihøllini hjá Føroya Ríðingarfelag hesi tíðspunkt:
mánadag, týsdag og hósdag frá kl.16.00-19.00. Tað kann bert ein undirvísa í senn og tey, sum undirvísa skulu taka atlit til hinar limirnar, sum ríða í høllini. Tey, sum undirvísa, skulu tryggja, at tey sum verða undirvíst, eru limir, hava lykil og gjalda nýtslugjald. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum undirvísa.

Nevndin

Ingen kommentarer: