19. juni 2017

Fúsi vann Tvíspor og Gylling nýtt met í Skeið

Hans P. Poulsen á Svannu, Beinta G. Davidsen á Fúsa og Bryndis Hjartardóttir á Freyr.

Tað sá einki út hjá reiðfólkunum áðrenn vikuskiftið, vegna nógva avfallið í vikuni var Leynavatn so stórt, at tað ikki vóru líkindir at ríða kapp á sandinum. men sum leygardagurin leið, var greitt at vatnið var minkað so frægt, at tað var nóg mikið at útseta kappingina ein tíma.


Tá so komið var í gongd, gekk skjótt at avgreiða kappingina, fyrsta grein var Skeið 100 mtr. Hetta er stakgrein har rossini ríða eitt at gangin. Hesa kappingina vann afturkomna Gylling, ið hevur verið burtur nøkur ár vegna foling. Regin Johannesen eigur og ríður Gylling, tey gjørdu ikki mætari enn at sláa skeiðmetið við Leynavatn. Nýggja metið eitur 8,5 sek. Regin fekk tó harðan dyst frá stórabeiggjanum Bárði Johannesen sum á Syrpu hevði tíðina 9,3. Nummar trý gjørdist Ísar við Kristfríð D. Jacobsen á baki.

Í Trav vann Sirkul við Onnu Mariu H. Nolsøe. nummar tvey og trý vóru ávíkavíst Freyr og Birita Lútzen og Sára Isfeldt á Paiku. Tvíspur ung var vann Jakubina Joensen á Danu, nummar tvey var Ása Bárðadóttir á Rauðhettu. Tvíspor ll flokk vann Gunn H. Persson á Brim, nummar tvey var Siri S. Joensen á Hnotu og triðjaprógv fekk superveteranurin Svenning Reinert á Brynju.

Tvíspor l flokkur var sera spennandi, seinasti rytti var millum trý ross, ið øll vóru mett at hava møguleika at vinna. Tað gjørdist tó føroyameistarin Fúsi við Beintu G. Davidsen á baki sum vann, aftaná eitt flott rytt. Nummar tvey gjørdist Freyr við Bryndis Hjartardóttir og trý Svanna við Hans P. Poulsen. Aftaná var stuttleikakapping, hana vann Gunnvaldur Lútsen á Smára

Øll úrslit eru at síggja á leinkjuni her:
Trýst her fyri at koma til úrslit Leynavatn 2017

Svenning Reinert og Brynja á veg út á startin

Gylling og Regin fingu nýtt met í skeið

Trav, Freyr og Birita Lútzen mótu Paiku og Sáru Isfeldt

Sirkul og Anna Maria H. Nolsøe vunnu Trav

Koyr á 

Tvíspor ung Dana og Jakoubina Joensen móti Rauðhettu við àsu Bárðardóttir á baki


Tvíspor ll flokkur, her vinnur Brim við Gunn H. Persson á Hnotu við Siri S. Joensen

Tvíspor l flokkur, Godtfred G. Joensen á Prins móti Sólrun H. Poulsen á Marengo


Fúsi eigur munin á malinum



Vinnarar Skeið, f,v, Bárður Johannesen nr. 2, Regin Johannesen nr. 1 og Kristfríð D. Jacobsen nr. 3

Vinnarar Trav f.v. Sára Isfeldt nr. 3 Anna Maria H. Nolsøe nr. 1 og Birita Lútzen nr. 2

Vinnarar Tvíspor ung. f.v. Ása Bárðardóttir nr. 2 og Jakubina Joensen nr. 1

Vinanrar Tvíspor ll flokkur f.v. Svenning Reinert nr. 3 Gunn H. Persson nr. 1 og Siri S. Joensen nr. 2

Vinnarar Tvíspor l flokkur f.v. Bryndis Hjartardóttir nr. 2 Beinta G. Davidsen nr. 1 og Hans Pauli Poulsen nr. 3 

Vinnarar Stuttleikakapping f.v. Sólrun H. Poulsen nr. 2 Gunnvaldur Lútzen nr.1 og Hans Pauli Poulsen nr. 3

Ingen kommentarer: