Árliga siðbundna ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var í Reiðhøllini í gjár.
Vanlig fólk sláa tunnu og froskmenn gera tað á sjónum, men reiðfólkini úti í Havnardali tey ríða ringríðing á føstulávint. Hetta er kapping har tú á rossabaki skal stýra ein pinn inn í ein pinkulítlan ring ið er festur á ein magnet sum hongur á áleið tveir metra hædd.
Hjá teimum vaksnu skal hetta gerast meðan rossið er í lopi, tað sigur seg sjálvt at hetta er ein kunstur, hetta bæði at halda rossinum í lop, halda javnvágini og so samstundis stýra pinnin í ringin.
Vinnari í ár gjørdist Jón Johansen á hestinum Muggur. Hjá teimum ungu vann Helena D. Thomsen á ryssuni Elska
 |
Jón við steypinum |
 |
Jón fær steyp frá formanninum Brandur í Dali |
 |
Hesu vóru millum flottastu grýlunar hendan dagin |
 |
Eisini tey heilt lítlu duga |
 |
Jóhan í flottum stíli |
 |
Flottar grýlur |
 |
Helena vann hjá teimum ungu |
 |
Rebekka roynir seg |