28. januar 2016

Føroyskt reiðfólk á ísinum í Frederikshavn

Mynd: Helle Hornshøj

Tað eru tey heilt stóru nøvnini sum eru á listanum millum luttakarar, nú Ístølt Frederikshavn verður hetta vikuskiftið. Millum nøvnini er fleirfaldi heimsmeistarin í tølt, íslenski Jóhann Rúnar Skúlasson, hann hevur eisini boða frá at hann ætlar sær at vinna Ístølt í ár. 
Onnur nøvn eru Siggi Oskarsson og Steffi Svendsen. Men millum hesar stjørnur hava vit eisini eitt umboð, Jóanis í Hoygarðinum fer at royna sítt, hetta at bjóða av á ísinum í Frederikshavn.

At hetta er ein stór kapping, og ikki bara fyri tey sum vanliga hava áhuga fyri rossum, sæst við at danska sjónvarpsstøðin TV2, sendir kappingina á øllum lokalstøðunum - Eisini verður gjørligt at stroyma kappinga á netinum. Hetta er í ár ein ókeypis tænasta, so væntandi fara nógv við rossaáhuga at sita við telduni tá kappingin verður leygardagin.

Og um onkur nú situr og ivast í hvat Ístølt er, ja so er hetta ein gongulagskapping fyri íslandsross. Tað heilt serliga við Ístølt er at, tað sum navnið sigur fer fram á ísi.
Rossini eru sjálvandi skødd eftir umstøðunum - og ja tey brúka píkar at halda seg á øllum fýra !






Mynd: Helle Hornshøj

Mynd: Helle Hornshøj



1 kommentar:

Anonym sagde ...

Kann leggja afturat, at ein av høðvursponsorunum er felagi FF-Skagen har Havsbrún er ein av eigarunum. FF-Skagen er við orsaka av øllum tí lýsi teir selja til rossini undir navninum "Skaga Omega".