28. maj 2015

Djóradagar og "Summer of love"


Komandi vikuskiftið verður karmur um Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag.
Hetta er seytjandu ferð hetta tiltak er á skrá, og eru hvørt ár nógv fólk ið nýta høvið at vitja á økinum í Havnardali. 
Tað er eisini nógv at síggja í ár, umframt útstillarar sum vísa ymisk ting fram, eru nógv djór og annað forvitnisligt. Tyrla, stigabilar, hoppiborgir og mangt annað sum børnum dáma. 
Til tey vaksnu eru góðar umstøður at fáa sær ein kaffimunn og at hvíla sær beinini, meðan børnini renna runt á stóra økinum hjá ríðifelagnum.
Sum nakað nýtt í ár hevur Felagið Føroysk Ross, fingið eitt heilt fjós fyri seg sjálvi, har tey fara at vísa teimum vitjandi okkara heilt serstaka rossaslag. Felagið fer eisini at gera kanningar á ryssum meðan tiltakið er. Hetta er partur av virkisætlani "Summer of love" ið skal stimbra um nøringina av føroyskum rossum.
Tiltakið er leygardagin og sunnudagin millum kl 14 og 18. 
'








Ingen kommentarer: