So var aftur okkurt funnið fram undan væðingini. Hesaferð er talan um myndir frá felagstúri úr havnini einaferð í 70'inum. Myndir eru ogn hjá Poulsen familjuni undir Gráasteini.
Felagið hevur í samband við runda stovningardagin fingið hendir á nógvum gomlum Super 8 filmum og øðrum gomlum tilfari. Hetta hava vit talgylt og lagt á DVD fløgur. Nú er gjørligt at keypa hesar fløgur fyri kr. 100,- pr stk. um áhugi er til tess. Fløgur fáast við at ringja til Brandur í Dali á tlf. 511618 !
272 fólk vera til borðhaldið í dag, tá eru orkestur og orðstýrarar íroknaðir ! Tað eru tó enn fleiri sum hava hug at koma við, so um onkur sum hevur atgonumerki av einhvørjari orsøk ikki far komið eru tit vælkomin at boða okkum frá á tlf. 511618 (Brandur) So kunna vit skipa fyri at onkur far nyttu av atgongumerkinum og stólurin ikki stendur tómur !