27. april 2025

Takk fyri alt góði Helgi



Hóast deyðsboðini um Helga Brekku ikki komu heilt óvæntað, so koma tílík boð altíð óvart á. Ikki tað, Helgi var eingin unglingi, bara knapt ár yngri enn Frans pávi, ið eisini andaðist herfyri.


Helgi var bankamaður í tí tíðini har tað kanska meira enn nú var hildið uppá normarnir. Ja, kanska var tað akkurát tí at hann fekk sær eitt frítíðarítriv sum rossafólk, ein heimur har normar mest sum ikki eru til. Honum dámdi í øllum førum væl at skifta úr fínu klæðunum í vásaklæðini og sleppa sær ein túr í hagan, har eingin spurdi um rentur og valutakursin.

Hann hevði eisini nógvar vinir í rossaverðini og hetta var hildið við líka til heilt fyri stuttum, hetta við at ganga til kaffi í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag. Har hittast fólk frídagar til morgunkaffi og eisini har fer heilt vist at vera saknur í vælumhugsaðu, speisku og ofta beinraknu viðmerkingunum hjá Helga.

Helgi hevur havt nógv álitisstørv í felagnum, m.a. sat hann í dómsnevndini og var eisini kassameistari og skrivari í nógv ár. Hetta og alt annað hann hevur gjørt fyri felagið vilja vit takka honum fyri.

Føroya Ríðingarfelag vil við hesum fáu orðum lýsa frið yvir minnið um Helga Brekku og vísa samkenslu við børn, abbabørn og onnur ið vara av.

20. april 2025

Magnus á Kamrinum 95 ár


Magnus var føddur 20/04-1930  og vaks upp í Conradsbrekku í Havn, foreldrini vóru Hanna f. Lauritsen og Vilhelm Jacobsen


Hann giftist tíðliga við Juliu f. Winther- Tey átti fimm børn, Hanna, Jónrid (sála), Vilhelm, Rosa og Jóan Jakku. 


Magnus arbeiddi á skrivstovuni hjá Strandfaraskip Landsins í nógv ár, har var hann kendir sum eitt álitisfólk ið hevði gott skil fyri tí hann gjørdi. 


Magnus abbin reið tað tíðina nógv saman við hornamonnunum og kom yngri Magnus helst inn í rossaverðina tann vegin. Ungdómsárini reið Magnus sjálvur mest saman við Jacob og Lútja Lútzen, umframt Óla Jákup Múller.


Mest kenda rossið hjá Magnusi var helst Unkas, svartflekkuttur hestur sum bar Magnus nógvar túrar í fjøllinum á Streymoynni, mest til Norðadals, fyri vestan og eisini onkrar túrar bæði longri norðri og aðrastaðni á oynni.


Magnus er eisini kendur fyri at hava tikið nógvar myndir og filmar av m.a. ríðing og øðrum søguligum tilfari. M.a. tók hann film tá teir reiddu tilfar niðan á Núgvuna, hetta í samband við bygging av Nato hernaðarstøðini - Upprunaliga var ætlanin at støðin skuldi byggjast á Núgvuni, men hendan ætlanin var seinni broytt. 


Umframt hetta kenna fólk Magnus sum tónleikara, hann spældi nógv ár í Gogguni, sum var best umtókti tónleikabólkurin í landinum í sínari tíð. Eisini gjørdi hann fimleik, hetta gavst hann ikki við, fyrr enn hann var komin langt upp í fýrsini. 


Føroya Ríðingarfelag vil við hesum ynskja Magnusi á Kamarinum, hjartaliga til lukku og takka fyri øll góð minnir á leiðini.