18. august 2024

Góður dagur hjá Silju

 


Unga havnargentan Silja G. Eystberg hevur av álvara gjørt vart við seg í kappingarárinum 2024. 

Soleiðis var eisini nú Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin. Silja G. Eystberg gjørdi bart og vann báðar greinar hon luttók í, fyrst Tølt við hestinum Tango og síðani Tvíspor l flokk vaksin við Óðin. Hetta viðførir at um alt gongur eftir hennara ætlan, so kann hon vinna FM í báðum hesum greinum, tá seinasta kappingin er í Vágum. Í tølt eru hon og Tango fýra stig frammanfyri nummar tvey, og í Tvíspor vaksin l flokkur eru tey eitt stig frammanfyri. 

Hetta skuldi í øllum førum borga fyri einari spennandi avgerð í tvísporinum. Har kappast Silja G. Eystberg og Óðin um FM við hestin Braga sum Alberg B. Lútzen ríðir. Tað skuldi verið løgið um tey bæði rossini ikki vera paraði soleiðis at vit fáa eina beinleiðis FM finalu. Snøgt og greitt, tann sum er fremst á degnum vinnur FM, so kann tað ikki vera nógv meira spennandi. Seinasta kappingin er 31 august.

Annars vóru úrslitini hesi á Heystkappríðingini. 

Tølt Nr. 1 Tango - Silja G. Eystberg 13,33 nr. 2 Brynjar - Regin Johannessen 13,89 nr. 3 Strákur - Bárður Johannessen 14,18

FM støðan Tølt:  Tango 24 - Strákur 20 -Brynjar 19 

Skeið Nr. 1 Orka - Ranja H. Djurhuus 9,85 nr. 2 Brúni - Jóannes Debes 11,63 nr. 3 Stólpa - Zakaria E. Davidsen 21,84

FM støðan Skeið: Orka 28 - Brúna 20 - Tyrla 4 - Stólpi 4

Trav Nr. 1 Dropi - Lív Djurhuus 43,24 Nr. 2 Gígur - Simona Tornby 44,17 nr. 3 Doran - Fía Nolsøe 51,62

FM støðan Trav: Dropi 19 - Gletta 17 - Gígur 16 - Grettir 14

Tvíspor ung Nr. 1 Thor - Sólrun S. Lútzen 22,05 nr. 2 Kiljan - Simona Tornby 22,19 nr. 3 Marengo 24,13 

FM støðan Tvíspor ung: Thor 25 - Kiljan 17 - Marengo 17 - Spirit 14

Tvíspor vaksin ll flokkur Nr. 1 Tindur - Hans P. Poulsen 24,32 nr. 2 Urd - Annfinn Reinert 25,08 nr. 3 Tobbi - Rebecka Jørgensen

Einki FM er í Tvíspor vaksin ll flokkur

Tvíspor vaksin l flokkur Nr. 1 Óðin - Silja G. Eystberg 21,65 nr. 2 Silfa - Ása Bárðardóttir 21,79 nr. 3 Bragi - Alberg B. Lútzen 22,32

FM støðan Tvíspor vaksin l flokkur: Óðin 23 - Bragi 22 - Silfa 13 - Grani 13 - Freyr 11