9. februar 2014

Ríðiskeið við Jón Willami Bjarkasyni 21-23/3


Áhugavert Ríðiskeið 21-23 Marts 2014 - Avmarkað lutøka


Nevndu dagar hevur íslendingurin Jón William Bjarkason serstakt ríðiskeið her.
Skeiði er serstakt á tann hátt at fyrsta dagin roynir hann rossini einsamallur í 40-60 min pr dag fyri á tann hátt at kenna teirra sterku og veiku síðir. 2 og 3 dagin er einstaklingaundirvísning 45 min hvønn dag.
Jón William hevur tamningarútbúgving frá Hólar. Hevur drúgvar royndir og undirvísir nú í DK og Týsklandi.
Hann er beiggi Harald Bjarkason, sum hevur funnið mangt gott ross til føroyingar. Jón William var seinast í Føroyum í 2012 og vóru skeiðini tá sera vælumtókt.
Kostnaður fyri skeiðið bert 1500 kr

Tilmelding hjá Súsanna Trónd á FB ella tlf. 523212

14. januar 2014

Skeið

Vegna skeið, er høllin stongd frá kl 09.00 til kl 20.00 í tíðarskeiðnum 14/1 - 16/1


21. december 2013

Limir hjá FÍR vælkomnir at nýta reiðhøllina hjá okkum

Aftaná stormskaðan á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag, hevur nevndin í Føroya Ríðingarfelag gjørt av, at fyribils opna sína høll fyri limir í Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hetta verður gjørt á tann hátt at reiðhøllin stendur opin hvørt kvøld millum klokkan 17:30 og 21:30. Tey ið vilja nýta høllina meira enn hetta kunna venda seg til onkran í nevndini hjá F.R. um at fáa lykil. 
Eisini vera onnur tiltøk hjá Føroyskum Íslandsrossafelag flutt oman í Reiðhøllina hjá F.R. Her er talan um skeið og kappingar sum eru lýstar at vera í vár.
Vit í nevndini hjá Føroya Ríðingarfelag harmast stórliga um skaðan á Tølthøllina og vilja við hesum bjóða liminum hjá Føroyskum Íslandsrossafelag hjartaliga vælkomnir oman til okkum og vóna vit fáa ein hugnaligan vetur saman í reiðhøllini.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag

19. december 2013

Ávaring !

Nú fyrrapartin er stórur vindskaði hendur á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. 
Hetta hevur við sær at tilfar flýgur runt á økinum og verður kraftiga heitt á fólk um IKKI at fara út á økið fyrr enn vindurin er minkaður.

Vinarliga deili hetta á tykkara vanga so fólk vera ávaraði um vandan.

16. december 2013

Skeið í skógving / Skógving



SET X Í KALENDARIN 31/01 TIL 02/02-2014.

Hesar dagar hava skógvarir og tey sum vilja læra seg at skógva ross, ein framúr møguleika at nema sær kunnleika frá einum úrmælingi.
Okkum stendur í boði at fáa íslandsmeistarin í skógving 2013, Gunnar Halldórsson at koma hendanvegin at halda skeið og verður eisini møguleiki at fáa Gunnar at skógva onnur ross.
Skeið og skógving er sett at vera dagarnar 31/01 til 02/02-2014 og verður í reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.

Skógviskeið verður fyriskipa á tann hátt, at tann ið kemur á skeið hevur tvey ross við, har Gunnar so leggur lag á og gevur góð hugskot um góðan og rættan hátt at skógva meðan tú í samráð við Gunnar skøðir tíni ross. Ein kann kalla hetta hugtak fyri "learning by doing".
Kostnaður fyri skógviskeið er kr. 1.200,- + skógvar.
Skógving hjá Gunnari kostar kr. 500,- + skógvar.
Avmarkað pláss til bæði skeið og skógving.

Tilmelding fer fram hjá Brandur í Dali á tlf. 511618.

Les meira um Gunnar Halldórsson á leinkju:
http://www.isibless.de/article.cfm?id=6630

Skógvar o.a. frá Topreiter Føroyar vera at fáa á staðnum meðan skeið og skógving er.

17. november 2013

Ólavsøkukappríðing 1995


Video frá ólavsøkukappríðingini 1995
Rúna Wardum eigur myndirnar 

15. november 2013

Bárður 40 ár



Ikki er hann tikin ofta í leikum, spyr tú hann sjálvan sigur hann helst ongantíð !
Í gjár rundaði hann tey fýrati árini, í kvøld er fjósið gjørt um til veitsluskála !
Til lukku Bárður og takk fyri mangar góðar løtur, bæði í haga, fjósið og á leikvølli