6. september 2017

Svenning Reinert heiðraður við Gullnálini hjá ÍSF



Á heystkappríðingini hjá Føroya Ríðingarfelag leygardagin, var 81 ára gamli Svenning Reinert heiðraður við gullnálini hjá ÍSF. Tað var forsetin í ÍSF, Elin H. Joensen, ið handaði Svenning Reinert nálina og skreytblað. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag handaði eisini Svenning Reinert gávu frá felagnum og takkaði honum fyri øll árini hann hevur kappast.

Svenning Reinert helt eisini stutta røðu, har hann takkaði eldsálinum í Føroya Ríðingarfelag, fyri at tey hava gjørt tað møguligt at kappast øll hesi árini. Svenning Reinert legði dent á stóra munin frá kappast var á landsvegi á Velbastaðvegnum, til nú har dystast verður á breytini við Marknagil.
Samstundis takkaði Svenning Reinert eisini fyri Gullnálina hjá ÍSF. Svenning Reinert segði at fyri hann, var hetta ein stórur heiður, sum hann var ómetaliga takksamur fyri.





4. september 2017

Svanna tók øll á bóli og vann FM

Svanna og Hans Pauli Poulsen vinna bæði kapping og FM

Hóast tað var ein ávísur spenningur, undan kappingina leygardagin, mundi tey flestu helst vænta, at tað fór at vera fleirfaldi føroyameistarin Fúsi ið fór at standa eftir við FM heitinum.
Fúsi hevði trý stig fleiri enn Svanna úr Havn, hetta merkti at tað ikki var nokk hjá Svannu at vinna, har skuldi vera minst eitt annað ross millum hana og Fúsa.

Svanna og Hans Pauli Poulsen gjørdi eisini sína skyldu, tey vóru í næstseinasta riðlinum og vunnu trygt á Óðin við Sórun Poulsen á baki. Tíðin hjá Svannu var 34,0. Fúsi við Beintu G. Davidsen á baki høvdu tó allar møguleikar, tá tey skulda ríða móti Freyr og Bryndis Hjartardóttir.

Tað gjørdist tó ikki nøkur løtt uppgáva hjá Fúsa, rossini fylgdist fyrstu 250 metrarnar, men frá har av fóru Freyr og Bryndis Hjartardóttir so líðandi undan Fúsa, sum hesar seinast metrarnar, tapti bæði riðil, kapping og FM heitið. Tíðin hjá Freyr var 34,3 og Fúsi fekk 34,5.
Sostatt vann Svanna FM heitið í Tvíspor vaksin 2017. Sama stigatal sum Fúsi, men tá er tað tann sum er fremst á Heystkappríðingini sum vinnur FM

Vinnarir í hinum bólkunum vóru, Skeið Gylling og Regin Johannesen, Trav Fenja og Hallur Hansen, Tvíspor ung, Spirit og Randarsól Heinesen, Tvíspor Vaksin ll flokkur, Tittan og Geir Wardum

Øll úrslit síggjast á leinkju niðanfyri

ÚRSLIT !!



























1. september 2017

Svenning Reinert takkar fyri seg

Aftaná 68 ár í kappingum, hevur Svenning nú valt at takka fyri seg, her sæst hann á ryssuni Brynju 

Í morgin leygardagin kl 14 verður árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag.
Tað sum helst er serligt við hesari kappingini, er at sjálv ímyndin av føroyskari kappríðing, Svenning Reinert, úr Norðadali hevur boða felagnum frá at hetta verður hansara seinasta kapping.

Svenning Reinert sum er 81 ára gamal, hevur riðið kapp í samfull 68 ár. Hetta er fyri vist eitt met, sum ongantíð verður tikið. Tá Svenning reið kapp fyrstu ferð, var fálkatalið í havnini gott 5000 og føroyska fíggjarlógin áljóðandi 5 milliónir krónur.

So nógv vatn er runnið í ánni, síðani hesin úrmælingurin í 1949, saðlaði hestin Ørvarodd á breytini úti á Velbastaðvegnum. Flestu reiðfólk minnast helst hestin Grana og seinasti mongu árini hevur tað verið ryssan Brynja, ið hevur borið norðadalsmannin á kappingarbreytinum.

Svenning Reinert sigur sjálvur, at nú Brynja ikki orkar longur, so hevur hann valt at takka fyri seg, Hesa seinastu kappingina ríður Svenning Reinert á Tyru, hjá Onnu Magnussen.
Vit í Føroya Ríðingarfelag vilja eisini takka Svenning Reinert, fyri hansara treysti øll hesi árini,

Annars eru 23 ross við á heystkappríðingni, deild soleiðis at 4 kappast í Skeið á 100 mtr. 5 í Trav á 250 mtr, 6 í Tvíspor ung, eisini á 250 mtr. og so eru 8 ross í Tvíspor vaksin deild í tveir bólkar.
Hugaligt er serliga at síggja at 6 ross eru í Tvíspor ung, hetta er stórur vøkstur og ber boð um góðar tíðir fyrr kappríðing.

Spenningur er kanska serliga um FM heitið í Tvíspor vaksin - Her dystast Svanna, hjá Hans Paula Poulsen og Fúsi, hjá Zacharias R. Jacobsen um FM heitið. Fúsi eigur munin við 24 stigum, meðan Svanna hevur 21 stig, so helst man Fúsi vera favorittur at varðveita sítt FM heitið.

Øll rossini kunna síggjast á leinkjuni niðanfyri her

Paring til Heystkappríðing 2017


24. august 2017

Heystkappríðing


16. august 2017

Elin og Hølkvir nr 7 í heiminum

Elin og Hølkvir 


Enn einaferð hava Elin V. Tindskarð og hesturin Hølkvir prógva at har eru veruligir knotur í teimum. Seinasta ár vóru tey millimetrar frá at vinna heiðursmerkið við NM fyri íslandsross, so vónirinar vóru ikki heilt ongar, tá tey nú skuldi luttaka til HM í Hollandi.

Tey bæði livdi eisini væl og virðiliga upp til vónirnar og høvdu hægsta karakter við inn í B finaluna, í greinini T2, har eitt ross kemur víðari í A finaluna.

Tað var eisini tætt við, men kappingin við fyrrverandi heimsmeistaran Vignir Jónasson gjørdist akkurát óv hørð fyri Elin V. Tindskarð og Hølkvir, sostatt komu tey ikki í finaluna, men máttu taka til takkar við einum samlaðum 7 plássið. Nevnast kann at Vignir Jónasson gjørdist nummar 4 í A finaluni, ið var vunnin av Jóhannu Tryggvason úr Týsklandi.

Tá vónbrotið um ikki at koma í A finaluna er sjunkað, stendur tó eftir at úrslitið hjá Elini V. Tindskarð og Hølkvir er framúr gott. At føroysk reiðfólk kunna kappast við heimselituna, er nakað sum arbeitt hevur verið fram ímóti í nógv ár. Elin V. Tindskarð sigur seg eisini vera sera nøgda við úrslitið hjá sær og Hølkvir.

Elin V. Tindskarð umboðar Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroyar við HM. Elin V. Tindskarð býr annars í Hirtshals, har hon saman við familjuni hevur ein garð við sera góðum umstøðum at íðka sín ítrótt.

                              
Hølkvir og Elin V. Tindskarð við Merkinum 


27. juli 2017

Skrúðgonga




Ólavsøkan er aftur fyri framman ! 

Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundni skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Hetta krevur tó eisini nakað av okkum sjálvum, um vit vilja hava virðing frá øðrum muga vit eisini virða onnur, heitt verður tí á fólk at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna, nevndin heitir á reiðfólkini at nýta hjálm ! - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp hendir. 

Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við komunuskúlagarðin. Góða Ólavsøku !!

P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 236699 (Hallur)

Stórur spenningur undan ólavsøkukappríðingini

Freyr og Fúsi fara nærum jøvn um strikuna á ólavsøku í fjør.

Tað man helst vera nógv ár síðani, so stórur spenningur hevur verið undan kappríðing á ólavsøku.

Tey kønu meta at tað eru heili fýra ross, ið hava møguleika at vinna Tvíspor l flokk. Kappingin í ár hevur verið so jøvn at fleirfaldi føroyameistarin Fúsi úr Leynum, hesuferð má taka til takkar við at vera koyrdir í næstseinasta riðilin.

Har skal hann dystast móti tí unga hestinum Marengo. Zacharias R. Jacobsen ríður á Fúsa og Sólrun H. Poulsen á Marengo. Seinasti riðilin í ár, er millum Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki og Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Øll hesi fýra rossini vera mett at hava møguleika at vinna. Tað verður í øllum førum spennandi at síggja hesa kapping.

26 ross eru við í kappingini, hetta er nakað færri enn í fjør, men av tí at Tøltgreinin ikki er við longur, er luttøkan á einari góðari leið. Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag, fegnast serliga um at luttøkan millum tey ungu er vaksandi. Felagið hevur seinastu árini gjørt eitt miðvíst arbeiði at fáa fleiri ung at ríða.

Leinkja til paringar er niðanfyri. Kappríðingin er ólavsøkudag kl 15

PARING TIL ÓLAVSØKU SÆST HER !!

23. juli 2017

Zacharias ber Merkið oman á Vaglið

Føroyameistarin í Tvíspor Zacharias R. Jacobsen

Fyri tey flestu byrjar ólavsøkan tá hornblástur og  rossagneggj nærkast Vaglinum og riðilin av ítróttarfólkum finna sær pláss á tinghúsvøllinum, at lurta eftir røðu og sangi. Í ár verður tað sjálvur ÍSF forsetin Elin Heðinsdóttir Joensen ið setur ólavsøkuna.

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.

Í ár verður tað leyningurin Zacharias R. Jacobsen ið ber Merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni. Zacharias R. Jacobsen er fleirfaldur føroyameistari í tvíspor í kappríðing.

Annars var tað sum flestum kunnugt í nógv ár Sverri Trónd, ið bar Merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan far hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.

Annars kann nevnast at í nógv ár vóru tvær skrúðgongur við rossum á ólavsøku. Fyrr var eisini skrúðgonga til ríðibreytina ólavsøkudag. Tá gekk skrúðgongan frá vaglinum til ríðibreytina. Fyrstu árini á Velbastaðvegnum, men frá 1971 niðan á breytina við marknagil.

Sverri Trónd á odda fyri skrúðgonguni


21. juli 2017

Ólavsøkukappríðing 2017


11. juli 2017

Smærri broytingar á ólavsøku





Tá ríðast skal kapp á ólavsøku í ár, er avgjørt at gera nakrar smærri broytingar, hetta í eini roynd at gera kappingina betri, bæði fyri reiðfólk og áskoðarar.

27. juni 2017

Nýtt royndarátak frá Ríðisamband Føroya


19. juni 2017

Fúsi vann Tvíspor og Gylling nýtt met í Skeið

Hans P. Poulsen á Svannu, Beinta G. Davidsen á Fúsa og Bryndis Hjartardóttir á Freyr.

Tað sá einki út hjá reiðfólkunum áðrenn vikuskiftið, vegna nógva avfallið í vikuni var Leynavatn so stórt, at tað ikki vóru líkindir at ríða kapp á sandinum. men sum leygardagurin leið, var greitt at vatnið var minkað so frægt, at tað var nóg mikið at útseta kappingina ein tíma.

16. juni 2017

28 ross kappast við Leynavatn

Startur frá kappingini 2016 mynd. Rani í Dali

So er Leynavatn aftur fyri framman, felagstururin við nógvum rossum er á veg norður til Leynavatn og húsvognar og tjøld standa klár við vatnið og bíða eftir reiðfólkunum.

9. juni 2017

Kappríðing við Leynavatn


8. juni 2017

Lutaseðlar á Djóradøgum

Í gjárkvøldið var trekt lut millum tey mongu vitjandi á Djóradøgum, um tveir vinningar.

Vinnaratølini vóru hesi:

Krov - nr. 687

Gás - nr. 628

Tey ið hava hesar seðlar vera biðin at ringja tlf. 511618.

29. maj 2017

Væleyðnaðir Djóradagar



Farna vikuskiftið var Havnardalur karmur um árligu Djóradagarnar hjá Føroya Ríðingarfelag.
Aftur í ár var tiltakið sera væl vitja, mett verður at áleið 5500 fólk hava verið á økinum teir báðar dagarnar tiltakið var.

24. maj 2017

Føroya størsta familjutiltak á skrá nú vikuskiftið



Fólkini ið vara av Føroya Ríðingarfelag hava seinastu nógvu vikurnar, arbeitt av øllum alvi at skipa fyri Djóradøgum 2017. Tiltakið verður í Havnardali, komandi vikuskiftið, báðar dagar kl 14 til 18.

22. maj 2017

Skrá Djóradagar 2017


21. maj 2017

Reiðfólkini somu leiðslu komandi ár

Nevndin í Ríðisamband Føroyar. Frá vinstru Zacharias R. Jacobsen, næstformaður, Brandur í Dali, formaður og Símun Skaalum kassameistari

ÍSF húsið í Gundadali var í gjár karmur um aðafundin hjá Ríðisamband Føroya. Nevndin var øll afturvald og roknskapur og formansfrágreiðing var góðkend uttan viðmerkingar.

Tað eru trý limafeløg í hesum miðalstóra sersambandinum, ið sum navnið sigur skal skipa fyri ítrótti hjá reiðfólkum. Áleið 700 limir eru í hesum trimum feløgunum og er nevndin í Ríðisambandinum nøgd við hetta. Eitt sum nevndin ætlar sær at arbeiða við, er at skipa fyri flutningi av rossum millum kappingarøkini, hetta tykist serliga at vera ein forðing hjá teimum ungu ið kappast.

Ætlanin er eisini at senda fólk til HM í gonguløgum í Hollandi í summar. Føroyar hava fólk ið kunna kappast á hægsta altjóða stigi, men av tí at tað er sera kostnaðarmikið at flyta ross uttanlanda til kappingar, so verður tað helst ein avmarkaður hópur ið fer til Hollands at dystast hesuferð.


10. maj 2017

Saðilin - Hesaferð Nina Brockie


Navn:
Nina Brockie

Bústaður:
Tórshavn

Fyrsta rossið, nær fekk tú tað? Hvat slag var rossið?

2. maj 2017

Ein kappi fyllir runt

Hans Pauli Poulsen sum vit kenna hann best, á Sólvindi á veg móti ein av teirra nógvu fyrstu virðislønum

I dag 2 mai rundar ein av fremsti og kendasti reiðmonnum tey sjeyti. Talan er um Hans Paula Poulsen úr Havn, Hans Pauli hevur riðið kapp í nógv ár, hóast hann kanska ikki byrjaði heilt so tíðliga á árum, sum nógv onnur, so er hann helst millum tey sum eiga mest kappingar á baki, at hann er milllum tey sum eiga mest heiðursmerkir, er so einki at fara skeivur av.

8. april 2017

Djóradagar seinasta vikuskiftið í Mai




Nú veturin er um at missa takið og tað gongur móti ljósari tíðum, er nevndin í Føroya Ríðingarfelag eisini av álvara farin undir at fyrireikað Djóradagar 2017.

3. april 2017

Skeið við Súsannu Sand Ólafsdóttir 8-10 Apríl


1. april 2017

Havnardalur stongdur vegna rossasjúku - Apríl Apríl....


Føroya Ríðingarfelag fekk í dag bræv frá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, at vandamikil rossasjúka er staðfest í Havnardali - Bina Mørkøre landsdjóralækni sigur at sjúkan "Bluetongue" er staðfest á trimum rossum á økinum. Hetta er sera smittandi sjúka sum smittar frá djóri til djór - Men eisini umvegis mitur. Landsjóralæknin metir at smittan er komin í onkrum fóðri til landið.

Vegna hetta er Havnardalu frá í dag 1/4-2017 at rokna sum smittuøkið, har eingin uttan tey í vanliga ferðast á økinum hava atgongd. Landsdjóralæknin heitir staðiliga á rossafólk um at virða karantenuøkið, soleiðis at smittan ikki breiðir seg. Nýggjar royndir eru tiknar av rossum í í gjár, hesar eru sendar til Danmarkar at viðgerða. Svar vkemur vónandi í vikuni.

Tey ið vilja hava meira kunning kunna ringja á tlf. 236699 ella 292040.

31. marts 2017

Kjakkvøld fyri ung og børn í felagshúsinum



Ungdómsnevndin hjá Føroya Ríðingarfelag fer at halda kjakkvøld fyri børnum og ungum sum ríða og eru áhugað í rossum. Kjakkvøldið verður fríggjadag 31. mars klokkan 18.00 til 19.30. Endamálið er at hoyra hvørji tiltøk børn og ung hava hug at luttaka í, so at ungdómsnevndin kann gera kappingar og tiltøk til børn og ung.
Skrá
Forklára hvat ungdómsnevndin er
Hoyra hvørji tiltøk børn og ung vilja hava hug at luttaka í
Spøl
Vit í ungdómsnevndini hopa, at nógv koma, so hetta er nakað fyri teg ella títt barn kom so út fríggjakvøldið 31. mars klokkan 18.00 😉
Vh. Ungdómsnevndin hjá Føroya Ríðingarfelag