28. januar 2016

Føroyskt reiðfólk á ísinum í Frederikshavn

Mynd: Helle Hornshøj

Tað eru tey heilt stóru nøvnini sum eru á listanum millum luttakarar, nú Ístølt Frederikshavn verður hetta vikuskiftið. Millum nøvnini er fleirfaldi heimsmeistarin í tølt, íslenski Jóhann Rúnar Skúlasson, hann hevur eisini boða frá at hann ætlar sær at vinna Ístølt í ár. 
Onnur nøvn eru Siggi Oskarsson og Steffi Svendsen. Men millum hesar stjørnur hava vit eisini eitt umboð, Jóanis í Hoygarðinum fer at royna sítt, hetta at bjóða av á ísinum í Frederikshavn.

At hetta er ein stór kapping, og ikki bara fyri tey sum vanliga hava áhuga fyri rossum, sæst við at danska sjónvarpsstøðin TV2, sendir kappingina á øllum lokalstøðunum - Eisini verður gjørligt at stroyma kappinga á netinum. Hetta er í ár ein ókeypis tænasta, so væntandi fara nógv við rossaáhuga at sita við telduni tá kappingin verður leygardagin.

Og um onkur nú situr og ivast í hvat Ístølt er, ja so er hetta ein gongulagskapping fyri íslandsross. Tað heilt serliga við Ístølt er at, tað sum navnið sigur fer fram á ísi.
Rossini eru sjálvandi skødd eftir umstøðunum - og ja tey brúka píkar at halda seg á øllum fýra !






Mynd: Helle Hornshøj

Mynd: Helle Hornshøj



Ríðiskeið fyri von og óvon vaksin

So hava vaksin eisini møguleikan at læra seg meira um ross og ríðing. Nevndin hevur fingið lokka Ninu og Gunrid at oysa út av teirra vísdómi, so hann eisini kann koma øðrum til góða. 
Skeiðið verður skipað í bólkum og tessvegna er gjørligt at halda kostnaðin á sera lágum støðið.
Samstundis ger hetta eisini at undirvísarir hava møguleika at bólka næmingar eftir førleika og áhuga.

Undirvísingin byrjar longu komandi viku, og tað eru tey sum melda fyrst til, ið eiga fyrsta rætt 




27. januar 2016

Evnisdagur útsettur

Evnisdagurin ið var á skrá nú sunnudagin er fyribils útsettur - hetta vegna at tað ikki liggur fyri hjá onkrum í nevndini at møta hendan dagin.

Ætlanin við Evnisdegnum er at fáa kjak um kappríðing og at hoyra meiningar hjá bæði teimum ið ríða kapp, hjálparfólkum, haldarum og eisini teimum í trúliga møta til kappingarnar.

Vit kunngerða her seinni nær hetta tiltak verður.

5. januar 2016

Askur óvirkið - Kunning um limagjald

Vit hava d.d. fingið kunning frá ÍSF at limaskipanin ASKUR er óvirkin, og at ikki skal roknast við online limaskipan fyrstu tíðina - Tí skal limagjald gjaldast uppá gamla máta, umvegis banka. 

Limagjald 2016:
Vaksin kr. 100, børn (u. 16 ár) kr. 50

Vinarliga gjaldið limagjaldið fyri 2016 (og møguliga eftirstøðu), sum skjótast, á konto felagsins í peningastovnunum. Konto nr. eru:

Føroya Banki, konto nr. 6460-150.658.9 

Eik, konto nr. 9181-446.005.9


2. januar 2016

Djóradagar 2016 vera 28 og 29 Mai


Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 28 og 29 Mai.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn.



1. januar 2016