So vóru endiliga nøkur FR slips at fáa - Fáast til keyps við at senda mail til brandur@idali.fo.
Kostnaður kr. 300,- pr stk. Avmarkað nøgd.
Kostnaður kr. 300,- pr stk. Avmarkað nøgd.
Góðu limir - Hetta limabrævið við skrá fyri komandi vetur og kunning um limagjald, verður í næstum sent út sum teldupostur.
Júst Rubeksen, var ein av teimum ektaðu havnarmonnunum, onkur vildi helst kallað hann eitt slag av originali, Men tað var ongantíð illa meint, tí Júst var júst sum hann skuldi vera.
Sum bóndasonur lærdi hann frá barnsbeini at vera um kríatúr. Seyður, ross og annað var partur av gerandisdegnum hjá Júst. Mongu túrarnir í haganum við hyrdanum hava heilt vist givið honum gott í beinið frá heilt ungum árum. Helst var tað hetta og onkur viðfødd gáva, ið gjørdi at hann hevði eitt heilt serligt tekki fyri at handfara djór, líkamikið hvat slag tað var.
Djórini komu eisini at gerast lívsleiðin hjá honum, eftir at hava silgt í nøkur ár festi hann Húsahaga og fekk eisini starv á Royndarstøðini, fyrst í Hoyvík, seinni í Kollafirði. Tá MBM yvirtók ísáðingina frá Royndarstøðini, fylgdi Júst við til MBM. Afturat hesum røktaði hann eisini í mong ár Flatnahaga fyri Tórshavnar kommunu
Vit reiðfólk kendu hann sum ein framúr reiðmann, tað vóru ikki nógv sum kláraði at fylgja Júst, tá hann legði leiðina í hagan. Sá tú eitt fylgið við einum hvítum rossið nakað væl frammanfyri hini, so visti man at tað var Júst sum reið undan hinum. Fólk sum hava havt til fragd at hyggja eftir kappríðing, kenna heilt vist eisini Júst - Í samfull 40 ár var hann frásøgumaður til kappríðingar hjá Føroya Ríðingarfelag. Í fleiri skiftum var hann eisini nevndarlimur í okkara felag.
Júst var tiltikin vertskapsmaður og røðari, til manga veitslu hjá felagnum bjargaði hann borðhaldið, við sínum heilt serstakligu skemtuligu røðum. Tílíkan røðara fáa vit helst ongantíð aftur.
Familjumaður var hann eisini, hann giftist sum vaksin maður við Ingrid Holm og fingu tey børnini, Tummas og Guðrun Mariu. Hóast Júst ikki var sum onnur, so ivaðist man ongantíð at hann var góður við familjuna og tað er heilt vist, at tað hevur gjørt honum gott, at hava ein so tryggan stuðul, sum Ingrid hevur verið honum øll árini.
Fyri nøkrum árum síðani gjørdist Júst sjúkur, hann gleið spakuliga inn í gloymskuna og hesin fyrr so gløggi og hittinorðaði maður, fann knappliga ikki orðini longur. Hetta er ein ræðulig sjúka og havi eg mangan hugsað um hvussu tungt hetta man hava verið fyri familjuna. Nakað síðani vóru Hans Vilhelm Lútzen, fyrrverandi formaður felagsins og undirritaði á vitjan hjá honum og Ingrid. Hann var longu tá merktir av sjúkuni, men vit báðir, Hans Vilhelm og eg, vóru samdir um at felagið skyldaði Júst so nógv, at vit vildi geva honum eina lítla gávu, meðan hann var so mikið frægur at hann skilti tað. Vit vóru eisini hepnir, hann var væl fyri hendan dagin og vit høvdu eina hugnaliga løtu saman uppi í Tummasargøtu.
Tað hava eisini verið klárar løtur eftir tann dagin, men tær fækkaðu, fyrst líðandi so skjótari.
Til Ingrid, Tummas, Guðrun Mariu og onnur avvarandi, vilja vit við hesum sýna okkara inniligu samkenslu. Vit fáa ikki Júst aftur, men minnini kann eingin taka frá okkum.
Minnið hjá okkum reiðfólkum um Júst fer til allar tíðir at vera um fræga reiðmannin á hvíta hestinum. Góðan túr Júst, vænti tú hugnar tær hinumegin saman við Fram, hyrdanum og øðrum sum eru farin undan.
Vegna Føroya Ríðingarfelag
Brandur í Dali
![]() |
| Hans Vilhelm klippir bandið á nýggju ríðibreytini |
| Summarið 1968, saman við pápanum |
![]() |
| Hans Pauli Poulsen far handa steyp og gávu |
Svanna gjørdist nummar trý í Tvíspor 1 flokki á degnum, men tað var Barbara R. Mouritzen sum sat á hendan dagin. Hans Pauli Poulsen luttók sjálvur í 2 flokki á hestinum Tindi. Teir báðir gjørdist nummar 3 í flokkinum.
![]() |
| Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki |
![]() |
| Silja Geirsdóttir Eystberg og Óðin |
Fyri tey flestu byrjar ólavsøkan tá hornblástur og rossagneggj nærkast Vaglinum og riðilin av ítróttarfólkum finna sær pláss á tinghúsvøllinum, at lurta eftir røðu og sangi. Í ár verður tað sjálvur kendi hondbóltsleikarin Turið Arge Samuelsen ið setur ólavsøkuna. Kann nevna at pápi hennara Uni Arge hevur skriva bókina Ross og fólk um ríðisøguna í Føroyum. Eini abbin hjá Turið, er kendi reiðmaðurin Sjúrður Samuelsen
Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.
Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.
Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.
Enn sum áður eru reiðfólk og hornblástur. tó sjálv ímyndin av skrúðgonguni. Ólavsøkan hevði helst verið munandi minni hátíðarlig, um ikki reiðfólk tóku sær stundir at vera við til skrúðgonguna. Frá fyrsta degi, í 1942 hevur búnin hjá reiðfólkunum verið tann sami, hvít skjúrta og svart slips.
Í ár verður tað Silja Geirsdóttir Eystberg ið ber Merkið og gongur á odda fyri skrúðgonguni. Unga havnakvinnan vann FM í tvíspor seinasta ár og vann sær harvið eisini rættin at ríða á odda fyri skrúðgonguni. Hon ríður á hestinum Óðin, sama hestinum sum hon vann FM við. Óðin er 23 ár og pápi Silju Geirsdóttir Esytberg, Geir Wardum eigur hestin.
Annars var tað sum flestum kunnugt í nógv ár Sverri Trónd, ið bar Merkið vegna Føroya Ríðingarfelag. Men tá hann legði frá sær, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at royna ein leist. har føroyameistarin í tvíspor, árið frammanundan far hendan heiður. Um føroyameistarin ber seg undan, er tað nevndin í felagnum ið velur fólk at vera flaggberi.
Annars kann nevnast at í nógv ár vóru tvær skrúðgongur við rossum á ólavsøku. Fyrr var eisini skrúðgonga til ríðibreytina ólavsøkudag. Tá gekk skrúðgongan frá vaglinum til ríðibreytina. Fyrstu árini á Velbastaðvegnum, men frá 1971 niðan á breytina við marknagil.
![]() |
| Silja Geirsdóttir Eystberg og Óðin við Leynavatn 2024 |
![]() |
| Sverri Trónd Hansen ber Merkið |