25. december 2015

Felagstúrur 2 jóladag


24. december 2015

Svenning Reinert 80 ár

Svenning Reinert á ryssuni Brynju


Kvøða til eina fyrimynd

Førum fram yvir dalar og fjøll –
Føroya havoygdi ungdómur reysti –
fremjum ítrótt og fimleik um vøll –
latum forndansin dynja í høll –
skipið kvæðini snjøll –
trínum lættliga fram og við treysti.

Hesi orðini hjá Janusi Djurhuus eru helst hóskandi, tá ein skal skriva eina heilsu til fyrimyndina hjá okkum reiðfólkum, Svenning Reinert, nú hann jóladag rundar tey 80 árini.

Svenning Reinert er sjálv ímyndin av kappríðing sum ítrótt her á landi. Hann reið kapp fyrstu ferð longu í 1949. Hetta er somikið langtsíðani at avoldaða heimastýrislógin var enn fesk, fólkatalið í havnini var gott 5000 og føroyska fíggjarlógin var áljóðandi 5 milliónir danskar krónur. Men mest umráðandi fyri Svenning var helst at Føroya Ríðingarfelag var 6 ára gamalt og longu tá í fagrasta blóma.

Tá var riðið kapp úti á Velbastaðvegnum, málið var áraka har sum krossurin er. Hetta árið gjørdist Svenning nr. 2 í sínum flokki, á hesti nevndur Ørvarodd ið farbróðurin Tummas átti.
Síðani tá, ja síðani 1949 hevur Svenning riðið kapp hvørt ár. Hetta er heilt vist eindømi innan kappríðing, ikki bara í Føroyum, men í øllum heimunum. Longu árið eftir, í 1950 vann Svenning sína fyrstu, fyrstu virðisløn, hesaferð á hestinum Sjeik sum Heri Jensen átti.

Hetta er sum so bragd í sjálvum sær, men stóra bragdið hjá Svenningi er at tá onnur góvust, tá helt hann á, og tað er vorðið sum bragd. Tað sum er heilt serstakt við Svenningi er at hann er serstakliga treiskur. Hóast honum ikki dámar at tapa so gevst hann ikki á hondum. Ikki tað, havi ongantíð hoyrt hann sagt, at hann ikki dámar at tapa, men tað sæst skiliga at lagið er betri tá hann hevur vunnið.
Munurin á honum og øðrum reiðfólkum er tó tann, at har nógv bara tíma at ríða kapp tá tey vita seg hava møguleika at vinna, so møtir Svenning upp líkamikið hvussu útlitini eru. Hetta tí honum dámar ítróttina og dámar at kappast við onnur. Hetta er tíanverri sjáldsamt nú á døgum, tí eru vit sera takksom at eiga eina tílíka eldsál millum okkum í felagnum.

Svenning hevur hóast luftalsliga høga aldurin enn ross, og hevur eisini verið at sæð á ríðibreytinum hetta kappingarárið. Vit í nevndini í Føroya Ríðíngarfelag vóna at síggja teir eyðkendu reyðu selanar hjá Svenningi á ríðibreytinum aftur komandi ár.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum Svenning Reinert

Vegna Føroya Ríðingarfelag

Brandur í Dali

Gleðilig jól


Føroya Ríðingarfelag ynskir øllum eini gleðilig jól. 
Í ár valdi nevndin í FR at geva eina serstaka gávu til David Nordendal, sum herfyri gavst sum formaður hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. David hevur øll árini verið sinnaður fyri samstarvið millum feløgini og hetta eru vit takksom fyri.
Enn einaferð gleðilig jól øll somul - nær sum fjar

13. december 2015

Jólahugni við rossum

Hesi ungu framførdi til jólahugnan 
Føroya Ríðingarfelag skipaði í dag fyri einum øðrvísi jólahugna úti í Havnardali. Vekk vóru bommgávupakkar og jólamenn við følskum skeggi. Ístaðin var kakao, bollar, hugni og børn sum vísti kynstur við rossum.
Gunrid Hansen og Nina Brockie Hansen hava í heyst undirvíst einum hópi av børnum, og hesi vísti í dag ein part av tí tey hava lært.
Nógv fólk vóru komin í Reiðhøllina at hyggja og eyðnaðist hetta sera væl - Nevndin í Føroya Ríðingarfelag sigur seg vóna, at kunna endurtakað okkurt líknandi tiltak næsta ár.

Nakrar myndir frá framsýningini síggjast á leinkju niðanfyri

Myndir er her !

11. december 2015

Innasta økið stongt fyri ferðslu


"Tað grør um gangandi fót" sigur orðatakið 

Her skal helst einki grógva, men um fáar vikur er vónandi asfalt lagt á her - Til tað er liðugt, vilja vit heita á fólk at fara so væl um sum gjørligt. Bilar eru bannaðir, uttan við loyvi frá nevndini - og tey sum hava fjós innanfyri, royna sjálvsagt at fara styttsu leið um arbeiðsøkið !

8. december 2015

Jólahugni í høllini 13/12


7. december 2015

Ríðiskeið við Súsonnu Sand Ólafsdóttir - GG. Skeið er fullteknað

GG. Skeið er fullteknað

Tað hevur eyðnast at fáa íslensku Súsonnu Sand Ólafsdóttir til Føroya at halda skeið.
Súsanna er sera dugnalig, útlærd ríðilærari á Hólum og er eisini forkvinna í Felag Tamningamanna.

3. december 2015

Góð jólatilboð frá MBM - BÚRØKT


26. november 2015

Føroyskt ald ryssa besta kynbótadóm í Danmark


Ryssan Salka frá Tindsgarði sum Knút Lútzen eigur, hevur fingið tann heiður at fáa hægsta kynbótadóm fyri fýra ára gamlar íslenskar ryssur í Danmark í 2015.
Karakterur var 8,07 sum er sera flott úrslit fyri so ungt ross.

Salka er undan ryssuni Drotning frá Leirubakka sum Knút Lútzen eigur og greðinginum Glotta frá Sveinatungu sum sami Knút Lútzen eigur saman við Hoygarðs-hestum í Hirtshals.

24. november 2015

Skal ikki vera loyvt at neyðtaka djór


Tað er kanska ikki øllum kunnugt, men í Føroyum er djóraverndarlógin á nógvum økjum avoldað.
Tildømis sigur galdandi lóg einki um at fólk ikki hava loyvi at gera seg kynsliga inn á djór.

22. november 2015

Formaðurin í Ríðisambandinum afturvaldur

Nevndin í Ríðsamband Føroya. F.v. Brandur í Dali formaður, David Nordendal nevndarlimur og Zacharias R. Jacobsen næstformaður.





Á aðalfundi hjá Ríðisamband Føroya í dag, var Brandur í Dali afturvaldur sum formaður. Brandur í Dali umboðar Føroya Ríðingarfelag. David Nordendal umboðandi Føroyskt Íslandsrossafelag var afturvaldur sum nevndarlimur. Zacharias R. Jacobsen ið umboðar Vága Ríðingarfelag heldur fram sum næstformaður, hann stóð ikki fyri valið hesuferð.

17. november 2015

Kerjar 2015 nú leygardagin kl 13

Ítróttarfelagið Hvirlan skipar nú leygardagin fyri rennikapping sum m.a. fer fram á økjum hjá Føroya Ríðingarfelag.

Kappingin byrjar kl 13 og kunna vit vænta nógvan aktivitet á økjum, har vit vanliga ferðast við rossum okkara - So eigur tú stokkut ross, er at halda tey heima hesa løtuna, ella at brúka tað gylt høvið at venja tey við fólk og óvandar støður.

5. november 2015

Bólkar til undirvísing hóskvøld !


2. november 2015

LANDSMÓT Á HÓLUM Í HJALTADALI 27. JUNI - 3. JULI 2016


Um tú er ein av mongu føroysku íslandsrossafjepparum, so er tað nú tú skal leggja tær summarfrítíðina komandi summar tilrættis.

Landsmótið verður hesaferð hildið á Hólum í Hjaltadali. Hólar er kent stað í Íslandi, har var bispasætið í nógvar øldir, Hólar var eisini leingi roknað sum høvuðsstaður á norðurlandinum.
Tað sum flestu rossafólk kenna Hólar fyri, er tó landbúnaðarskúlan, har mang rossafólk hava lært um ross og rossahald. Tað ger tað helst ikki verri at Hólar liggur "tætt" við Seyðisfjørð har Norrøna leggur at. Seinast Landsmót var á Hólum var í 1966.

Høllin brúkast til skeið og undirvísing


Vegna ríðiskeið og undirvísing er høllin stongd fyri vanliga ríðing hesar tíðir.

Hóskvøld millum 5/11 - 10/12 frá kl 17 til 22, vegna undirvísing til børn.

Leygardag 7/11 og sunnudag 8/11 frá kl 10 til 19, vegna skeið við Maju Caspersen

21. oktober 2015

Ríðiskeið fyri ung byrjar nú !

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag fegnast um, at vit aftur hendan veturin kunna bjóða okkara ungu undirvísing. 
Ikki minni fegnast vit um, at tað aftur hesaferð vera okkara sera dugnaligu undirvísarar Gunrid Hansen og Nina J. Brockie Hansen ið koma at standa fyri hesum. 
Tey ungu fara sikkurt at gleðast um, at hesuferð verður nærum øll undirvísingin í høllini og á rossabakið





15. oktober 2015

Saðilin - Hesaferð Hans Pauli Petersen



Navn:  Hans Pauli Petersen

Bústaður:  Norðasta Horn

Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? hvat slag var rossið ?   Skilir er fyrsta rossi. Fekk hann í 2001, tá var hann 7 ár. Hann er íslendari og var júst tá komin til føroya tá.

1. oktober 2015

Heri D. Dahl kosin altjóða dómari

Nú hava føroysk reiðfólk fingið sín fyrsta altjóða dómara innan gongulagskappingar.
Eitt føroyskt ferðalag hevur hesu seinastu dagarnar verið til próvtøku í Kronshof í Týsklandi. 
Tað er altjóða felagskapurin FEIF ið stendur fyri hesum próvtøkum, sum eru ætlaðar dómarum ið vilja døma altjóða kappingar á hægsta stigið. Hetta verður mett at vera ein sera torfør roynd, og kann nevnast at í hesari royndini vóru tað bara 10 av 27 próvtøkulutakarum ið megnaðu royndina.


Heri Djurhuus Dahl er nú altjóða dómari

Heri D. Dahl var ein av hesum 10 - Heri sigur seg fegnast um at hann stóð royndina, serliga fegnast

30. september 2015

Ríðitúrur á Eysturlandinum í 1985 - Ferðafrásøgn hjá Heðini Samuelsen

Brot úr gestabókini hjá bóndanum á Húsey

Greivin á Skarvanesi, generøsi vinur mín Poul Jákup Thomsen, sendi mær nú ein dagin hetta brotið úr gestabókini hjá Örn Þorleifssyni, bónda á Húsey í Hróarstungu á Eysturlandinum í Íslandi, sum PJT hevur vitjað nakrar dagar í september 2015. Nógvir føroyingar kenna Örn, serliga í ferðavinnusambandi, tí umframt stóran bóndagarð rekur hann vallaraheim á Húsey, sum liggur einar 80 km frá Seyðisfirði eftir koyrivegi. Á garðinum eru uml. 50 ross, sum hann m.a. leigar út til ferðafólk, og alskyns onnur djór, so sum reinsdjór, aldir kópar og fuglar, plantur o.a., sum gera eina vitjan har ógloymandi. Örn hevur fingið fleiri heiðurslønir fyri náttúruvernd o.tíl.
Tá íð vit vóru har í 1985 vóru 2 hús á Húsey. Í øðrum teirra húsaðust Örn og konan, Elsa, sum bæði vóru sera fyrikomandi. Hini vóru fyri gestir.

21. september 2015

Í saðlinum - Hesaferð Knút Lútzen

Saðilin er nýtt her á heimasíðuni hjá Føroya Ríðingarfelag - Vit fara at spyrja reiðfólk spurningar um ross, ríðileiðir og eisini onnur reiðfólk. Vónandi verður hetta væl móttikið !


Knút er fyrsta reiðfólk í "saðlinum"

Navn: Knút A.S. Lützen

Bústaður: Dýrindalsgøta 16, Hoyvík

Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? hvat slag var rossið ? Salka Valka / 1981 / IS Ros

14. september 2015

Føroyskt reiðfólk nummar 10 í heimsmeistarakapping

Herfyri var HM í gonguløgum fyri íslandsross hildið í Herning í Danmark. Føroyska landsliðið var umboða av Elin V. Tindskarð og Jóanis í Hoygarðinum.
Tey bæði hava fyrr luttikið í nógvum altjóða kappingum, og ofta hava úrslitini verið heilt góð.
Tí vóru vónirnar ikki heilt ongar tá tey nú aftur skuldi royna seg. Tey vóru eisini næstan á heimavølli í Herning, har tey ofta fyrr hava dystast.

Elin V. Tindskarð og Hølkvir frá ytra Dalsgerði

Hjá Elini V. Tindskarð gekk eisini væl, hon kom í B finaluna í greinini T2 Tølt, og hóast hon tapti finaluna gjørdist hon nummar 10 til HM, ið má metast sum eitt framúr úrslit. Elin V. Tindskarð reið á hestinum Hølkvir frá ytra Dalsgerði. Elin var ikki heilt nøgd við sítt úrslit, hon hevði fegin vilja gjørt tað enn betri, hetta vísir helst á eitt ítróttarfólk, ið veruliga vil nakað við sínari ítrótt.

Jóanis kom ikki í nakra finalu hesaferð, men vónirnar til hann vóru heldur ikki á heilt sama stigið sum tær hjá Elini. David Nordendal, formaður í Føroyskum íslandsrossafelag og nevndarlimur í Ríðisamband Føroya sigur at tey eru heilt væl nøgd við avrikini hjá føroyska hópinum.

6. september 2015

Fjalir vann gávukort frá MBM Búrøkt

Hans Pauli Poulsen tekur vegna Fjalir móti vinninginum frá Valborg Laksáfoss úr søludeildini hjá MBM

MBM ið hevur verið høvuðsstuðul hjá kappingunum hjá Føroya Ríðingarfelag í 2015, lat á Heystkappríðingini eitt gávukort áljóðandi kr. 5.000,- frá MBM Búrøkt.
Drigið var aftaná kappingina. Øll ross og reiðfólk átti ein seðil fyri hvørja ferð tey hava kappast í ár.

Vinnari gjørdist hesturin Fjalir sum Marita Askham eigur. So nú kann ikki sigast annað, enn at Fjalir hevur uppiborið eyka fóðring við kraftfóðri komandi vetur. Tað hevur hann í øllum førum uppiborið.

Føroya Ríðingarfelag ynskir Fjalir og Maritu Askham hjartaliga til lukku við vinninginum. Samstundis senda vit eisini eina stóra tøkk til MBM Búrøkt fyri teirra stuðul í 2015.

30. august 2015

Føroyameistarar 2015 í kappríðing funnir

Allir vinnarir á Heystkappríðingini samlaðir
Annfin Reinert bar flaggið hendan dagin

Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingafelag var í gjár - Hetta er dagurin har kappingarárið verður gjørt upp, og FM vinnarir verða kosnir.
30 ross vóru tilmeldaði og var nakað av spenningi í summum greinum.

Máni tvífaldur FM vinnari 

Máni hjá Knút Lútzen vann heili tvær kappingargreinar, bæði í Tølt og Trav gjørdi hann greitt og vann bæði á degnum og samlaðu FM kappingina. Tað eru fá ross og reiðfólk sum fevna so víða sum hesir báðir úrmælingarnir. Máni hevur vunnu nógv FM heitir í Trav, men vísir nú enn fleiri dygdir, aftaná at Tølt er komið inn sum nýggj kappingargrein.

Sokkur av Lamba vann FM í Skeið og Brá vann Tvíspor ung

Ein onnur kappingargrein ið er løgd afturat seinastu árini er Skeið, aftaná langan steðg avgjørdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag fyri nøkrum árum síðani, at taka hesa grein við aftur og tað vísti seg at vera ein røtt avgerð. Nógv ross kappast í hesu grein og eru tey eisini sera jøvn. 
Sokkur hjá Onnu Magnussen av Lamba vann FM í ár, tey hava verið sera støðug, hava luttikið í øllum kappingum og hevur hetta givið góð úrslit. Tey vunnu tó ikki á Heystkappríðingini, tað gjørdi Gunrid Hansen á Flugu við einari sera góðari tíð, 9 sek á 100 mtr.

Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir vunnu Tvíspor ung, tey hava vunnu allar kappingarnar í ár. Onkra kapping hava tær eisini havt best tíð av øllum á breytini. Sera flott avrik hjá teimum báðum.

Fúsi vann FM í Tvíspor

Í bólkinum Tvíspor vaksin var tað ein gamal kenningur ið vann. Fúsi hjá Zacharias R. Jacobsen úr Leynum vann allar kappingar í ár og sostatt greitt FM. 
Aftaná skaðasteðg seinasta ár hava hesir báðir gjørt eitt ordans comeback. Men teir fingu tó harða mótstøðu í gjár - Hans Pauli Poulsen sum sjálvur eigur nógv FM heitir sat á hestinum Fjalir og góvu teir báðir Fúsa og Zacharias dyst til strikuna. Væntandi er at hesir báðir hestar fara at geva hvørjum øðrum harða kapping komandi ár.



Knút Lútzen á Mána - teir báðir gjørdist føroyameistarar í bæði Tølt og Trav, vorið sum bragd

Gunrid Hansen á Flugu. Tær báðar vunnu skeiðkappingina  

Brá og Ragnheiður Ólafsdóttir vunnu FM í Tvíspor ung, tær hava vunnu alt í ár

Spennandi riðil í Tvíspor l flokkur - Zaharias R. Jacobsen og Fúsi vunnu tó bæði riðil, kapping og FM


MBM burturlutaði gávukort áljóðandi kr. 5.000,- millum luttakaranar - Hesturin Fjalir vann og Hans Pauli Poulsen tekur ímóti vinninginum frá søluleiðaranum hjá MBM Valborg Laksafoss


Zacharias R. Jacobsen og Fúsi gjørdist føroyameistar í Tvíspor vaksin

Úrslitini frá Heystkappríngini er at síggja her

Trýst her fyri at koma til úrslit

Meira myndir eru at síggja her

Trýst her fyri at síggja meira myndir

28. august 2015

PARINGIN TIL HEYSTKAPPRÍÐINA

Paringin til Heystkappríðinga er nú tøk - trýst á leinkju niðanfyri


Trýst her fyri at koma til paringina !

24. august 2015

Heystkappríðing 29/08 kl 14 !






19. august 2015

Felags ársveistla á Hotel Vágar t. 29/8


1. august 2015

Gerðabøkur 1971-1976


So eru gerðabøkurnar 1971 til 1975 eisini at finna á netinum - trýst á leinkju niðanfyri 





30. juli 2015

MÁNI DUPULTUR ÓLAVSØKUVINNARI

Svenning Reinert á odda við merkinum.


Ólavsøkudag kappaðust skjótastu rossini í Føroyum á reiðbreytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili. Hendan ólavsøkan hevur verið eyðkend av góðveðrið, so nógv fólk vóru komin at hyggja.


Máni og Knút Lútzen

Máni sum Knút Lútzen eigur og ríður gjørdist stóri sigurshesturin hendan dagin. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna tvær kappingargreinar. Fyrst vann hann Tølt og so endurtók hann bragdið løtu seinni, við eisini at vinna travkappingina. Sera flott úrslit hjá hesum úrmælinginum.


Gunn H. Persson á Stjarna móti Sólrun H. Poulsen á Markus, hesi kappast í Tvíspor l flokkur

Kappingina í Skeið vann Laxi við Marner Joensen á baki. Tað er Dánjal Magnusen á Oyrabakka ið eigur Laxa. Tað man ikki vera ofta at ross av Oyrabakka hava vunnið kappríðing.
Tvíspor ung vann Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir, Grækaris Joensen eigur Brá.
Hans Pauli Poulsen vann Tvíspor ll flokk, Marita Askham eigur Fjalir. Hans Pauli Poulsen hevur í ár riðið kapp í 30 ár.


Flottur riðil millum Annfinn Reinert á Vør og Búa Holm á Kambi


Tvíspor l flokkur var vunnin av Fúsa, riðin av eigarinum Zacharias R. Jacobsen. Fúsi hevur aftaná skaðasteðg í fjør vunnið allar kappingarnar í ár og ringt verður koppa teimum báðúm í FM kappingini. Búi Holm og Kambur hjá Pol Falkvard gjørdist nr. 2 og Tummas Rubeksen við Grekku hjá Júst Rubeksen nr. 3.


                   
                         Vinnarar Tølt - fv. nr. 2 Linda Gunnlaugsdóttir, nr. 1 Knút Lútzen, nr. 3 Bárður Johannesen
Vinnarar Tvíspor l flokkur - fv. nr. 2 Búi Holm, Nr. 1 Zacharias R. Jacobsen, nr. 3 Tummas Rubeksen

Meira myndir eru at síggja her: Trýst her fyri at síggja myndir

Øll úrslitini er at síggja her: Trýst her fyri at síggja úrslit


27. juli 2015

Paringin til ólavsøku


Ólavsøkuskrúðgonga



So er aftur ólavsøkuskrúðgonga - ólavsøkuaftan kl 14 fara reiðfólk og onnur úr komunuskúlagarðinum. Heitt verður á fólk at vera væl ílatin, hvít skjúrta og svart slips er dresscode hendan dagin. Møtt verður kl 13:30.

Svenning Reinert ber flaggið í ár - Føroyameistarin í Tvíspor, Jonita á Plógv bar seg undan og hevur nevndin tí heitt á Svenning Reinert um at bera flaggið.

Um fólk mangla slips við FR búmerkinum, eru tey aftur at fáa. Ring tlf. 523212 (Sanna)

25. juli 2015

Poul einasti eftir frá fyrstu ólavsøkuskrúðgonguni !

Vit hava í dag hitt Poul Mohr - Heima hjá honum og konuni Onnu hava rossafólk ofta sitið væl. Bæði á ólavsøku, men eisini áðrenn og kanska serliga aftaná ríðitúrar og kappingar.
Poul var sum einasti núlivandi við til tí fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna. Hann greiður okkum frá at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942.


Sverri Trónd, ímyndin av ólavsøkuni í nógv ár

Teir ið løgdu ráð hetta kvøldið vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin gekk fremst við merkinum, honum á bakið kom frelsurnarherurin við hornblástri og so komu reiðfólkini. Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið. Hiðani gekk leiðin so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfókini skuldi vera væl ílatin. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.

Hetta bleiv byrjanin til ólavsøkusetana sum vit kanna hana í dag, Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.
Seinni komu so onnur ítróttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin at fremsti flaggberin er reiðfólk er enn tann dag í dag galdandi.

Fólk flest minnast helst best tey mongu árini tá Sverri Trónd Hansen var flaggberi, Sverri reið nógv ár á einari ryssu ið kallaðis Holla. Sverri gekk nógv uppí at tingini skuldi vera í ordan, hann búði uppi í Gundadali og tað gekk ein søga um at einaferð á ólavsøku, um morgunin tá skrúðgongan skuldi vera kom ein B36'ari inn í gamla B36 húsið, hann hoyrdi ógvusligan larm inni í brúsirúminum - Tá hann fór inn var tað Sverri sum var farin inn har at vaska ryssuna, hetta so hon var fín til skrúðgonguna.
Tá Sverri legði frá sær, var avgjørt at føroyamesistarin í tvíspor árið frammanundan skuldi bera flaggið framyvir. Um hesin ikki bjóðar seg til, so avgerð nevndin í Føroya Ríðingarfelag hvør skal bera flaggið.


Búi Holm á odda við merkinum

Poul Mohr er sjálvur kendur reiðmaður, hann vann m.a. allarfyrstu kappríðingina ið Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri. Hóast hann er komin upp í árini, ríður hann enn, men túranir eru kanska heldur styttri nú enn fyri - Tá Poul herfyri fylti 85, samlaði hann tó ein hóp av reiðfólkum og so gekk leiðin suður á Kirkjubønes, Tað er ikki hvørjum manni unt, at kunna halda 85 ára dag á rossabakið.

Poul á veg út á Kirkjubønes


Úti við nesið, Poul mitt í trunkanum






23. juli 2015

Opin flokkur á ólavsøku

Á nevndarfundi hjá felagnum í gjár bleiv samtykt at á ólavsøku, og á heystkappríðingina, verður opin flokkur gjørdur í tvíspor vaksin. Hetta er grein har øll rossasløg hava møguleika at luttaka.
Aftaná heystkappríðingina fer nevndin at royna at skipað fyri, at gera meira greiðar reglar fyri hvussu ross skula bólkast til kappríðing. Ætlanin er at geva øllum rossasløgum, møguleika at luttaka í FM kappingum komandi ár.

21. juli 2015

Ólavsøkukappríðingin skjótt 100 ár


Tað var longu í 1921 at skipað var fyri fyrstu ólavsøkukappríðingini. Tað vóru Edvard Samuelsen, Gustav Reinert og Kjartan Mohr sum skipaði fyri kappingini. Kappast var uppi á Sundsvegnum, frá portrinum við húsini hjá Hanus við Høgadalsá og 300 metrar longri niðri var málið, við stóru steinanar uttanfyri húsini hjá Verland Johansen
Síðani tá hevur verið kappast hvørt ár á ólavsøku, undantikið árini 1930-1935, tá eingin kapping var. 



Frá 1928 var kappast á Velbastaðvegnum, frá Miðhorni og heim móti krossinum, tá var riðið 400 metrar. Tá kappingin var uppafturtikin í 1936 var teinurin longdur til 500 metrar, tað er sami teinur ið enn verður brúktur.
Fyrsta kappingin á ólavsøku ið Føroya Ríðingarfelag skipaði fyri, var í 1943 - vinnari var Thomas Rubeksen við tíðini 33,4, hetta metið helt sær øll árini kappingin var á Velbastaðvegnum.
1971 var fyrstu ferð kappast á ólavsøku á breytini við Marknagil, og verður framvegis kappast har.
Tað eru nógv fólk ið hava sum fastan sið, at byrja ólavsøkudag á breytini við marknagil. Har møtast tey við vinfólkum og síðani gongur so leiðin oman aftur í býin, ella heim til fólk til ein betri bita.

Ólavsøkukappríðing


13. juli 2015

Gerðabøkur felagsins talgildar

Eitt felag uttan søgu hevur onga fortíð, og allarhelst heldur onga framtíð.....

Føroya Ríðingarfelag hevur í longri tíð, arbeitt við at talgilda partar av søgu felagsins. Myndir og filmar eru talgildir og gerðabøkurnar eru eisini teldutøkar.

Sum partur av hesum arbeiði, eru nú gerðabøkur felagsins frá 1943 til 1971 tøkar á heimasíðuni.


Myndin her er allarfyrsta síða í søguni, hon og nógvar aðrar eru at síggja á hesari leinkjuni.
Trýst her fyri at koma til gerðabøkur 1943-1971



12. juli 2015

Jóanis í Hoygarðinum og Sambo DM bronsu


Føroyska liðið sum luttekur í DM í Herning í hesum døgum, hevði valla fingu armanir niðuraftur, aftaná at Elin V. Tindskarð fyrr í dag vann silvur í T2 - Áðrenn næsta heiðursmerkið var vunnið.
Hesaferð var tað Jóanis í Hoygarðinum, sum í greinini fimmgongd gjørdi tað bragd at vinna bronsu.

Sostatt koma føroysku umboðini heim við hvør sínum heiðursmerkið frá DM. Hetta er kapping á sera høgum støðið, so hetta minkar so ikki um føroysku vóninar nú HM verður í August mánaði.

Elin V. Tindskarð og Jóanis í Hoygarðinum hava seinastu árini lagt nógva tíð og orku í at betra um teirra møguleikar í altjóða kappingum, og nú sær so av álvara út til at hendan íløgan gevur úrslit.