18. marts 2015

Arbeiði á gøtuni

Vegna arbeiði verður frárátt at ríða í arbeiðstíð, á gøtuni millum ánna Bráðanshellu og oman á vatnbrunnin
Arbeiði verður væntandi liðugt innan eina viku.

13. marts 2015

Formanskifti í Føroya Ríðingarfelag


Á aðalfundi herfyri legði formaðurin í Føroya Ríðingarfelag Hans Vilhelm Lútzen frá sær. Hann hevur sitið sum formaður í fjúrtan ár og í nevndini í meira enn tjúgu ár. Hesa tíðina eru megnartøk tikin hjá rossafólkunum í Havnardali. Nógv nýggj fjós eru bygd og risa reiðhøll er eisini komin upp at standa. Hans Vilhem hevur eisini øll árini megna at havt ein sera skilagóðan rakstir í felagnum. 
Felagið er er stovnað í 1943 og hevur áleið 300 limir - Sostatt er felagið nógv tað størsta og eisini elsta reiðfelagið í landinum 

Nýggjur formaður í Føroya Ríðingarfelag er Brandur í Dali, Brandur er frammanundan formaður í Ríðisamband Føroya og var eisini í nevndini í felagnum, áðrenn hann nú tók við sum formaður. 
Nývald í nevndina var Anna Maria H. Nolsø, nevndin sær nú soleiðis út. Formaður Brandur í Dali, Næstformaður Bødvar Hjartvarson, nevndarlimir Tummas Rubeksen, Mortan Hansen og Anna Maria H. Nolsøe. Tiltakslimir eru Michel Nielsen og Ingi S. Rasmussen.




8. marts 2015

Dixie Cup 2015


Í gjár var so aftur kappast í Reiðhøllini ! Hesu ferð var Dixie Cup á skránni, heilt fitt av rossum luttóku og eisini vóru nógv fólk komin at hyggja.
Myndir frá kappingini síggjast við at trýst á link niðanfyri:

Her eru myndir frá Dixie Cup 2015

5. marts 2015

Limagjald


Gjaldið limagjaldið her!

ASKUR eitur nýggja limaskipanin hjá ÍSF, sum alt fleiri feløg nú brúka. Føroya Ríðingarfelag hevur nú eisini valt hesa skipanina, og hetta merkir, at allir limir hava møguleika at gjalda síni limagjøld umvegis nýggju skipanina á hesi síðuni.

Nýggja skipanin hjá ÍSF hevur til endamáls at skráseta øll íðkandi í Føroyum, og tá limir í Føroya Ríðingarfelag gjalda limagjaldið her, eru teir samstundis skrásettir sum íðkandi undir ÍSF – og sjálvandi eisini sum limir í felagnum.

2. marts 2015

Dixie Cup 2015 !!!


Dixie Cup 2015 Reglar og leiðbeining

Dixie Cup verður leygardagin 7/3 !

Leygardagin 7/3 verður Dixie Cup 2015. Byrja verður kl.14.00.
Vónandi verður undirtøkan góð, bæði viðvíkjandi luttøku og áskoðarum. Fyriskiparirnir ynskja øllum ein góðan dag. 

Børn og ung eru vælkomin. Teirra  ross kann verða leitt av einum vaksnum.

Reglar fyri Dixie Cup 2015
Niðanfyri eru leiðreglur fyri kappingarnar

1. marts 2015

Fundur hjá rossahúsanevndini

Fundur verður hjá rossahúsanevndini fyri básaeigarunum í havnadali.


Fundurin verður beint áðrenn aðalfundin hjá Føroya Ríðingarfelag t.v.s.  mikudagin 4/3  kl.18.00.

allir básaeigarir eru vælkomnir.

rossahúsanevndin