5. marts 2015

Limagjald


Gjaldið limagjaldið her!

ASKUR eitur nýggja limaskipanin hjá ÍSF, sum alt fleiri feløg nú brúka. Føroya Ríðingarfelag hevur nú eisini valt hesa skipanina, og hetta merkir, at allir limir hava møguleika at gjalda síni limagjøld umvegis nýggju skipanina á hesi síðuni.

Nýggja skipanin hjá ÍSF hevur til endamáls at skráseta øll íðkandi í Føroyum, og tá limir í Føroya Ríðingarfelag gjalda limagjaldið her, eru teir samstundis skrásettir sum íðkandi undir ÍSF – og sjálvandi eisini sum limir í felagnum.



Vónandi lættir nýggja skipanin eisini um hjá limum okkara, sum nú skjótt og lætt kunnu gjalda limagjøldini her. Felagið heitir á øll um at gjalda limagjald nú! Tá limagjaldið er goldið, er tú eisini limur í tryggingarskipanini hjá ÍSF.

Niðanfyri trýsta tit á leinkið, skriva kravdu upplýsingarnar og gjalda so upplýstu upphæddina. - Limagjald 2015 er fyri børn til og við 15 ár kr. 50,- og fyri vaksin kr. 100,-

Leinkja til Askur er her: Limagjald 2015 

GEVIÐ GÆTUR: Eitt avgreiðslugjald á 5,00-10,00 kr. verður kravt saman við limagjaldinum. Umsitarar av skipanini fáa gjaldið. Mælt verður til at brúka VISA/Dankort. Gjaldið er hægri við øðrum kortum. Viðmælt verður at nýta Firefox ella Google Chrome.

Vil tú heldur framvegis gjalda við vanligari bankaflyting er hetta eisini møguligt - 
Konto í Bank Nordik 6460-1506589


Ingen kommentarer: