Veðrið frá YR

21. december 2013

Limir hjá FÍR vælkomnir at nýta reiðhøllina hjá okkum

Aftaná stormskaðan á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag, hevur nevndin í Føroya Ríðingarfelag gjørt av, at fyribils opna sína høll fyri limir í Føroyskum Íslandsrossafelag.
Hetta verður gjørt á tann hátt at reiðhøllin stendur opin hvørt kvøld millum klokkan 17:30 og 21:30. Tey ið vilja nýta høllina meira enn hetta kunna venda seg til onkran í nevndini hjá F.R. um at fáa lykil. 
Eisini vera onnur tiltøk hjá Føroyskum Íslandsrossafelag flutt oman í Reiðhøllina hjá F.R. Her er talan um skeið og kappingar sum eru lýstar at vera í vár.
Vit í nevndini hjá Føroya Ríðingarfelag harmast stórliga um skaðan á Tølthøllina og vilja við hesum bjóða liminum hjá Føroyskum Íslandsrossafelag hjartaliga vælkomnir oman til okkum og vóna vit fáa ein hugnaligan vetur saman í reiðhøllini.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag

19. december 2013

Ávaring !

Nú fyrrapartin er stórur vindskaði hendur á Tølthøllina hjá Føroyskum Íslandsrossafelag. 
Hetta hevur við sær at tilfar flýgur runt á økinum og verður kraftiga heitt á fólk um IKKI at fara út á økið fyrr enn vindurin er minkaður.

Vinarliga deili hetta á tykkara vanga so fólk vera ávaraði um vandan.

16. december 2013

Skeið í skógving / Skógving



SET X Í KALENDARIN 31/01 TIL 02/02-2014.

Hesar dagar hava skógvarir og tey sum vilja læra seg at skógva ross, ein framúr møguleika at nema sær kunnleika frá einum úrmælingi.
Okkum stendur í boði at fáa íslandsmeistarin í skógving 2013, Gunnar Halldórsson at koma hendanvegin at halda skeið og verður eisini møguleiki at fáa Gunnar at skógva onnur ross.
Skeið og skógving er sett at vera dagarnar 31/01 til 02/02-2014 og verður í reiðhøllini hjá Føroya Ríðingarfelag.

Skógviskeið verður fyriskipa á tann hátt, at tann ið kemur á skeið hevur tvey ross við, har Gunnar so leggur lag á og gevur góð hugskot um góðan og rættan hátt at skógva meðan tú í samráð við Gunnar skøðir tíni ross. Ein kann kalla hetta hugtak fyri "learning by doing".
Kostnaður fyri skógviskeið er kr. 1.200,- + skógvar.
Skógving hjá Gunnari kostar kr. 500,- + skógvar.
Avmarkað pláss til bæði skeið og skógving.

Tilmelding fer fram hjá Brandur í Dali á tlf. 511618.

Les meira um Gunnar Halldórsson á leinkju:
http://www.isibless.de/article.cfm?id=6630

Skógvar o.a. frá Topreiter Føroyar vera at fáa á staðnum meðan skeið og skógving er.

17. november 2013

Ólavsøkukappríðing 1995


Video frá ólavsøkukappríðingini 1995
Rúna Wardum eigur myndirnar 

15. november 2013

Bárður 40 ár



Ikki er hann tikin ofta í leikum, spyr tú hann sjálvan sigur hann helst ongantíð !
Í gjár rundaði hann tey fýrati árini, í kvøld er fjósið gjørt um til veitsluskála !
Til lukku Bárður og takk fyri mangar góðar løtur, bæði í haga, fjósið og á leikvølli

21. oktober 2013

Leynavatn 1995

Leynavatn 1995



Súkklukapping 26/10

Komandi leygardag skipar MTB fjallasúkklufelagið fyri kapping, ið fer fram millum annað í húsa og flatnahaganum. Kappingin er frá kl 11 til áleið 15. 
Rossagøturnar eru IKKI stongdar hetta tíðarbili men væntast kann ikki at súkklari sum vanligur siður annars er, steðgar fyri rossum hesa løtuna. 
Rutan til kapping sæst á leinkju: 
https://maps.google.com/maps/ms?msid=200339531627703561844.0004e7c8d619cb2714d68&msa=0&ll=62.016817,-6.820021&spn=0.023318,0.076475

14. oktober 2013

30 km/t á økinum hjá F.R.



Kunning um bilferðslu á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag !
Tekniska deild hjá Tórshavnar Kommunu hevur eftir áheitan frá nevnd felagsins, avgjørt at gera økið hjá felagnum til 30 km/t sonu. Sum tað hevur verið higartil hevur tað verið loyvt at koyrt 80 km/t á økinum, tá hetta er uttan fyri bygt økið. 
Nevndin metti tað var umráðandi at fáa hesa regulering gjørda, soleiðis at vit á tann hátt kundi betra um trygdina fyri børn, vaksin og kríatúr sum ferðast á økinum.
Vónandi verður tað tikið væl ímóti hesum og heita vit á allar bilførarar um at virða nýggja 30 km/t hámarkið. 
Nevndin


2. september 2013

Kappríðingarárið 2013 liðugt

Heystkappríðingin var leygardagin og harvið er enn eitt ár á leikvøllum farið aftur um bak. Stóri vinnarin hetta árið var Fúsi og Zacharias R. Jacobsen. Teir vunnu allar kappingar teir luttóku í, høvdu bestu tíð á breytini til hvørja kapping og vunnu FM. Føroya Ríðingarfelag ynskir teimum hjartaliga til lukku !
Leinkja til úrslit frá Heystkappríðingina er her: http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=efe43c3c-935a-4030-ba18-1577c2382e3b

28. august 2013

Paringin til Heystkappríðingina !


Rossamyndir 2013


Rossafólk í Føroyum hava sær mangan at gaman ! 
Her eru 15 min við myndum frá tiltøkum í 2013, hjá Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag. 
Komandi leygarkvøld 31/08 hava hesu feløg felags veitslu í hølunum hjá Argja Róðrarfelag !
Seinasta freist at keypa atgongumerki er mikudag 28/08, hjá MBM í upplatingartíðini og í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag millum kl 19 og 21.
Kappríðing verður eisini leygardagin, seinasta freist at melda til, er mikukvøld 28/08 kl 19. á tlf. 218901, 219098 ella 511618

19. august 2013

Heystveitsla 31/08

Hey rossafólk !

Í ár stendur Føroya Ríðingarfelag fyri tørni at skipað fyri ársveitsluni hjá rossafeløgunum. Vit hava valt at leiga hølini hjá Argja Róðrafelag til høvið, hetta eru góð og rúmlig hølir har rúm er fyri upp móti 200 gestum. 
Orkestur er bílagt og góðar kokkakonur hava lovað at gera okkum eina matskrá at leggja botn so orka verður at halda á til árla á morgni !
Neyðugt er helst eisini við góðar orku, tí veitslan byrjar í August mánaði og er ikki ætlanin at gevast fyrr enn í septembur mánaði.... ...

Veitslan er sett til at vera leygarkvøldið 31/08 kl 20:00 í hølinum hjá Argja Róðrarfelag !
Atgongumerkir á kr. 300,- fáast til keyps hjá MBM í Hoyvík frá mánadegnum 19/08. EINANS KONTANT !


26. juli 2013

Ólavsøkuskrúðgonga


Ólavsøkan er aftur fyri framman ! 

Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundni skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Hetta krevur tó eisini nakað av okkum sjálvum, um vit vilja hava virðing frá øðrum muga vit eisini virða onnur, heitt verður tí á fólk at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna ! Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp hendir. Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við komunuskúlagarðin. Góða Ólavsøku !!

24. juli 2013

Ólavsøkukappríðing



Paringin til ólavsøkukappríðingina. 
Kappingin verður á breytini í Marknagili ólavsøkudag kl. 14.

23. juni 2013

Úrslitini frá Leynavatn



19. juni 2013

Paringin til Leynavatn

Leygardagin kl 15 á sandinum við Leynavatn.

14. juni 2013

Tilmelding til Leynarvatnskappríðing


Kappríðing verður á Leynarvatni leygardagin 22/6.
Kappast verður í hesum greinum: Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.
Meldast kann til á tlf. 219098 - 218901 - 511618. Seinasta freist fyri tilmelding er týskvøld 18/06 kl 19. 
Aftaná FM kappríðingina verður sum vant stuttleikakapping.

Nevndin.

3. juni 2013

Myndir frá Djóradagar 2013 - Leygardagur


Myndir frá Djóradagar 2013 ( Leygardagur) eru at síggja á leinkju !

https://picasaweb.google.com/fr.heimasida/Djoradagar2013Leygardagur

31. maj 2013

Vinnaraseðlar á Djóradøgum

Lutakast millum seld atgongumerkir á Djóradøgum 2013 hevur nú verið. 
Vinnaraseðlar vóru hesir:

Krov, seðil nr. 711
Gás, seðil nr. 1068

Vinnarar kunna ringja á tlf. 511618.

28. maj 2013

Fyrilestur um saðlar fríggjakvøldið



Hey Rossafólk !
Vit hava nóg illa fingið ondina aftur frá Djóradøgum, so er longu næsta tiltak á skránni. 
Danski saðilmakarin Camilla Nielsen kemur til Føroyar komandi vikuskiftið. Hetta er tiltak sum Føroya Ríðingarfelag og Føroya Íslandsrossafelag saman skipað fyri.
Tiltakið verður skipað soleiðis at tað verður fyrilestur kl 19 komandi fríggjakvøld í Tølthøllini hjá Føroya Íslandsrossafelag. Har fer Camilla m.a. at greiða frá um bygnaðin á rossum og hvussu hetta ávirkar saðil øðrum hesum viðvíðkjandi.
Leygardagin verður so høvið hjá teimum sum hava verið til fyrilestur at koma við sínum egna rossi og saðli og fáa góð ráð frá Camillu. Hetta verður frá kl 13 í høllini hjá Føroya Ríðingarfelag.
Camilla kann eisini gera ábøtur á tín saðil, men er hetta sjálvsagt nakað sum kostar, les skriv frá Camillu um hetta !
Nevndin

22. maj 2013

Skrá fyri Djóradagar 2013


Kostnaður at koma inn á økið er ókeypis fyri børn og einans kr. 50,- fyri vaksin (16 ár og upp)
At síggja djór, framsýningar o.a. er ókeypis. Hoppiborgir, ponyríðing o.a. kostar kr. 20,- pr ferð.

13. maj 2013

Reiðhøllin stongd 18 og 19 Mai

Vegna ríðiskeið hjá Hauki Bjarnasyni verður reiðhøllin stongd komandi vikuskiftið 18 og 19 Mai millum kl 8 og kl 19.

Boð frá ungdómsnevndini hjá Føroyskum Íslandsrossafelag


HYGGIÐ HER! SUPER TILBOÐ TIL UNG!
Susanne Sand Ólafsdóttir hevur ríðsikeið fyri yngri og vaksnum.
Ung undir 21 ár kunnu fáa stuðul og gjalda bert 100kr pr. lektión!
Skeiðið verður 18.-19. mai í tølthøllini.
Kostnaður fyri skeiðið er 200kr pr. hálvan tíma einaundirvísing.
Ungdómsnevndin stuðlar peningaliga við 50% til tykkum undir 21 ár um tit gjalda skeiðið innan mikudag 15. mai. til BankNordik 6460 konto 179.329.4 FÍR konto.
Tilmelding hjá: Rebekku McBirnie, fb ella TLF: 265748
-Ungdómsnevndin Hjá Føroyskum Íslandsrossafelag

7. maj 2013

Ruddingardagur

Ruddingardagur verður nú leygardagin 11/5.

Ruddingardagarnir eru umráðandi sum altíð, tí djóradagarnir verða um smáar 3 vikur.

Heitt verður staðiliga á allar limir, og onnur við áhuga fyri rossum og tiltakinum annars, um at møta fjølment leygardagin.


Byrja verður kl. 09.00  við morgunmati.
Arbeiði umfatar, í høvuðsheitinum, at rudda, gera smáumvælingar og møguliga mála felagshúsið, um veður og tíðin loyvir tíð.  Arbeitt verður til liðugt er.
Matur o.a. verður at fáa gjøgnum dagin.




nevndin

26. april 2013

Haukur Bjarnason hevur skeið í reiðhøllini 18 og 19 Mei.


Íslendingurin Haukur Bjarnason av Skáney á Borgarfjørðinum, ið hevur lokið útbúgving á Hólum og limur í felag Tamningamanna, kemur til Føroyar at halda skeið tann 18 og 19 Mei. Skeiðið verður skipað sum einaundirvísing har dentur verður lagdur á at hjálpa reiðfólk at fáa betri samband við ross teirra, hetta útfrá verandi fortreytum hjá rossi og reiðfólki. Møguleiki er eisini at skipað fyri bólkaundirvísing.
Tilmelding og meira info er á brandur@dali.fo ella á tlf. 511618.
les meira um Hauk á: http://skaney.is/islenska/

24. april 2013

Høllin stongd vegna ríðiskeið

Høllin er stongd frá hósdegi 25/04 kl 16 til sunnudagin 28/04 kl 12 vegna skeiðvirksemi.

4. april 2013

Video frá felagstúrinum 2 páskadag


Vit høvdu ein framúr túr 2. páskadag, her eru eitt video frá túrinum.
Brandur í Dali eigur myndinar

30. marts 2013

Aðalfundur

Aðalfundur felagsins verður tann 10/04-2013 kl 19:30 í felagshúsinum. 
Kl 18.30 sama kvøld hevur rossahúsnevndin sín árliga fund fyri rossahúseigarar á øki felagsins.


Nevndin.

29. marts 2013

Meira undan væðingini


Djóradagar 2002 við rossashow, tarvaríðing og hoppiborgum !

23. marts 2013


Gamlar myndir 

Felagið hevur fingið hevdur á nøkrum gomlum myndum, sum allar eru sera góðar og allar hvør sær fortelja eina søgu um tíð ið er farin ! 
Takk til Poul Hansen fyri vælvild við myndum.

klikka á leinkj fyri at síggja myndir:

https://picasaweb.google.com/fr.heimasida/GamlarMyndir

Reglugerð fyri høll og felagsgirðingar


22. marts 2013

Myndafrásøgn um tá teir reiddu tilfar niðan á Núgvuna.





Ein partur av Føroya søgu har ross og reiðfólk hava stóran týdning.

Fyrstu fyrireikingarnar til kuplarnar á Sornfelli, teir reiddu tilfar niðan á Núgvuna. 
Myndirnar eigur Magnus Jacobsen, tónleikur er frá Kára P.

Minst til tú kanst keypa nakrar av hesum søguligu filmimum við at ringja 511618. 

12. marts 2013

Enn ein rossafilmur frá Hjartvar Poulsen


So var aftur okkurt funnið fram undan væðingini. 
Hesaferð er talan um myndir frá felagstúri úr havnini einaferð í 70'inum.
Myndir eru ogn hjá Poulsen familjuni undir Gráasteini.

1. marts 2013

KEYP GAMLAR ROSSAFILMAR

 
LAT IKKI MINNINI DOYGGJA
Felagið hevur í samband við runda stovningardagin fingið hendir á nógvum gomlum Super 8 filmum og øðrum gomlum tilfari. Hetta hava vit talgylt og lagt á DVD fløgur.
Nú er gjørligt at keypa hesar fløgur fyri kr. 100,- pr stk. um áhugi er til tess.
Fløgur fáast við at ringja til Brandur í Dali á tlf. 511618 !

28. februar 2013

Undan væðingini ll


Myndir hjá Hjartvari Poulsen frá Leynavatn og ólavsøkuskrúðgonguni !

27. februar 2013

Ýmir til sølu


25. februar 2013

Takkarkvøða á 70 ára degnum

Ein takkarkvøða til tey sum undan gingu og traðkaði fyrstu fetini á longu lívsleið felagsins !

23. februar 2013

Fult telt í kvøld !

‎272 fólk vera til borðhaldið í dag, tá eru orkestur og orðstýrarar íroknaðir !
Tað eru tó enn fleiri sum hava hug at koma við, so um onkur sum hevur atgonumerki av einhvørjari orsøk ikki far komið eru tit vælkomin at boða okkum frá á tlf. 511618 (Brandur) So kunna vit skipa fyri at onkur far nyttu av atgongumerkinum og stólurin ikki stendur tómur !

19. februar 2013

Undan væðingini

Felagstúrur í vágum einaferð í 70'inum. Hjartvar Poulsen hevur tikið myndirnar

18. februar 2013

 
Í dag er seinasti møguleiki at keypa atgongumerkir til 70 ára stovningarveitsluna.
Hjá MBM í upplatingartíðini og síðani í felagshúsinum millum kl 19 og 21.

16. februar 2013

 
Seinasta freist at keypa atgongumerkir til 70 ára veitsluna 23/02 er mánakvøldið kl 21.

14. februar 2013

Tjaldið skal upp !

Hey tit !
So verður tað slagið skal standa, hetta vikuskiftið fara vit at rigga til áðrenn veitsluna sum verður næsta leygarkvøld.
Fríggjakvøldið og kanska serliga leygardagin hava vit brúk fyri nógvum goðum kreftum, sum vilja hjálpa til við at gera høllina til ein sannan veitsluskála !
Tey í hava hug at hjálpa kunna ringja ella sms'a á 511618
Brandur

13. februar 2013

Undan væðingini, hesaferð kappríðing á Velbastaðvegnum

Enn meira komið undan væðingini:
Søguligar myndir frá kappríðing á Velbastaðvegnum seinast í 60'inum.
Robert Brockie hevur tikið myndinar.


Trýst á leinkju niðanfyri fyri at síggja film:

http://youtu.be/645iqqs1ab4

5. februar 2013

Ríðiveitsla


RINGRÍÐING

Árliga ringríðingin verður nú í Havnardali leygardagin tann 9/2.

Byrjað verður við børnum kl 14 .Tá tey eru liðug sleppa tey vaksnu so at royna síni kynstir á rossabaki. Aftaná verður sum vanligt tunnusláing. Børn fyrst og síðani tey vaksnu. Heitt verður á fólk at lata seg í grýluklæðir !

Nevndin

3. februar 2013

MBM heitir á fólk um at gjalda atgongumerkir kontant

Undirtøkan fyri 70'ára veitsluni tann 23/02 er avbera góð.
Somikið góð at MBM, har ein kann keypa atgongumerkir gerandisdagar, nú heitir á fólk um at gjalda kontant og ikki við gjaldskorti.
Annars er eisini gjørligt at keypa atgongumerkir í felagshúsinum mánakvøld millum kl 19 og 20. Prísur kr. 300,- einans kontant. Seinasta freist at keypa atgongumerki er 18/02 kl 20.

30. januar 2013

Høllin stongd vegna veitslu

Vegna 70'ára stovningarveitsluna hjá felagnum sum verður 23/02, er ríðihøllin stongd frá 15/02 til umleið 01/03

Nevndin

28. januar 2013

Atgongumerkjasøla eisini hjá MBM

Fyri at gera tað enn lættari hjá fólkum at ogna sær atgongumerki til 70'ára veitsluna 23/02 er nú eisini gjørligt at keypa tey í handlinum hjá MBM í Hoyvík. Hvørt mánakvøld millum kl 19 og 20 er framvegis møguligt at keypa atgongumerki í felagshúsinum í Havnardali.
Seinasta freist at keypa atgongumerki er 18/02. Kostnaður er kr. 300,-

27. januar 2013

Til minnis um ein úrmæling !




Føroya besta kappríðingarross gjøgnum tíðirnar verður ikki at síggja á breytinum aftur. Sólvindur fekk skaða í summar og aftaná til fánýtis at hava roynt at veitt honum heilsubót, hava tey sum vara av Sólvindi tikið tí tungu avgerð at hann hevði tað betri hjá sínum forfedrum !

Sólvindur - Føroya Meistari í 10 ár
2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2010 og 2011.

Føroysk met:
500 m ríðibreyt 32,1
250 m ríðibreyt 17,1
200 m ríðibreyt 14,0

Takk fyri alt tit hava gjørt fyri kappríðing her á landi, Sólvindur, Hans Pauli og Marita.

26. januar 2013

Meira undan væðingini !

Fleir myndir úr myndasavninum hjá Hjartvari Poulsen, hesuferð er tað Leynavatnstevna og ólavsøkuskrúðgonga í 70'inum.


http://www.youtube.com/watch?v=aT9jykS34KQ&feature=youtu.be

15. januar 2013

Skrá 2013

                

09-02-13 Ringríðing og tunnusláttur

23-02-13 70 Ársveitsla FR

01-04-13 Felagstúrur 2 Páskadagur

11-05-13 Ruddingardagur

20-05-13 Felagstúrur 2 Hvítusunnudagur

25-05-13 Djóradagar
26-05-13 Djóradagar

21-06-13 Felagstúrur til Leynavatn
22-06-13 Kappríðing á Leynavatni

28-07-13 Ólavsøkuskrúðgonga
29-07-13 Ólavsøkukappríðing

31-08-13 Heystkappríðing og veitsla

26-12-13 Felagstúrur 2 Jóladagur

Atgongumerkir til 70 Ársveitsluna kunna keypast í felagshúsinum í Havnardali, mánakvøld millum kl 19 og 20. Seinasta freist er 18/02, Kostnaður kr. 300,- einans kontant.

Nevndin

12. januar 2013

Hans Jacob Hjelm og vinmenn


Nú skula vit ikki vera sum festivalarnir at vit í heilum avdúka nøvn sum skula spæla hjá okkum....
Men vit hava tí gleði at kunna boða frá at Hans Jacob Hjelm og vinmenn hava játtað at spæla til dansin, tá 70'ára veitslan verður tann 23 Februar.
Um onkur er sum ikki kennir hesar jassanar, ber til at hoyra teir í høllini á Hálsi leygarkvøldið 12/01. Har skula teir spæla til dans saman við norska dansbandinum Contrazt.

6. januar 2013

Undan væðingini


Føroya Ríðingarfelag hevur fingið hendur í einum stórum savnið av gomlum Super 8 filmum, sum vit eru í holt við at talgilda.
Fyrsti filmurin sum verður lagdur út her, er frá einum felagstúri vestur í Vágar.
Um onnur hava tilfar tey halda kundi havt áhuga fyri okkum, eru tey vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini.
Filmurin sæst á leinkjuni niðanfyri:

Føroya Ríðingarfelag felagstúr í Vágum einaferð í 70'inum

http://youtu.be/0VE7khBw7cA

5. januar 2013

Terassuhitarar til veitsluna

Í samband við 70 ára veitsluna sum verður í reiðhøllini tann 23/02, mangla vit terassuhitarar. Eigur tú ein at lána okkum, er tú vælkomin at seta teg í samband við Brand í Dali á tlf. 511618 !