31. marts 2017

Kjakkvøld fyri ung og børn í felagshúsinum



Ungdómsnevndin hjá Føroya Ríðingarfelag fer at halda kjakkvøld fyri børnum og ungum sum ríða og eru áhugað í rossum. Kjakkvøldið verður fríggjadag 31. mars klokkan 18.00 til 19.30. Endamálið er at hoyra hvørji tiltøk børn og ung hava hug at luttaka í, so at ungdómsnevndin kann gera kappingar og tiltøk til børn og ung.
Skrá
Forklára hvat ungdómsnevndin er
Hoyra hvørji tiltøk børn og ung vilja hava hug at luttaka í
Spøl
Vit í ungdómsnevndini hopa, at nógv koma, so hetta er nakað fyri teg ella títt barn kom so út fríggjakvøldið 31. mars klokkan 18.00 😉
Vh. Ungdómsnevndin hjá Føroya Ríðingarfelag

18. marts 2017

Dixie Cup gevur reiðfólkum øðrvísi avbjóðingar

Árliga Dixie Cup kappingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í dag í Reiðhøllini hjá felagnum í Havnardali. Dixie Cup er kapping har dystast verður í m.a. lop um bummar, tunnurace og aðrar greinar sum skifta nakað ár um ár. Hetta gevur reiðfólkunum spennandi avbjóðingar tey ikki eru von við. Kappingin er uppá tíð, tí ræður um at ríða skjótt, men fyri hvønn feil ross og reiðfólk gera á leiðini, fá tey eyka sekund uppá klokkuna.

Elisabeth Niclasen og Framherji 

Hjá teimum ungu vann Elisabeth Niclasen á hestinum Framherja. Tey bæði gjørdi bart og vunnu báðar greinarnar kappast var í. Sostatt vóru tey sjálvsagt eisini samlaðir vinnarir ung.

Størri spenningur var hjá teimum vaksnu. Godtfred Joensen og Prins vunnu fyrru greinina, ið var spring, men av tí at Kristfríð D. Jakobsen og Verandi, vunnu seinni greinuna, Geronimo, ið umfatar bogaskjóting og ringríðing var spenningur um samlaða støðuna - Endaliga úrslitið var tó at Godtfred Joensen og Prins endurtóku sigurin frá seinasta ár.



Godtfred Joensen á Prins og Kristfríð D. Jacobsen á Verandi 

7. marts 2017

5. marts 2017

Nýggj nevnd í gomlum felag

Nýggja nevndin f.v Hallur Hansen, Anna Maria Holm Noløe, Bryndis Hjartardóttir, Kristfríð Dam Jacobsen, Kristina Troest Davidsen, Mortan Hansen og Brandur í Dali

Nývalda nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur í kvøld skipað seg. Brandur í Dali heldur fram sum formaður, Anna Maria Holm Nolsøe er nývald sum næstformaður og nevndarlimir eru Hallur Hansen, Mortan Hansen og Kristfríð Dam Jacobsen. Bryndis Hjartardóttir og Kristina Troest Davidsen eru tiltakslimir. Brandur í Dali er valdir sum umboð í Ríðisamband Føroya, Hallur Hansen í Kappingarnevndina og Anna Maria Holm Nolsøe er vald at umboða nevndina í Ungdómsnevndini.
Bjørn Patursson er valdir til kassameistara og Poul Hansen sum grannskoðari.

Størsti málini hjá nevndini komandi árið er projektering av nýggjum fjósum og av ríðibreyt á økinum í Havnardali, umframt ábøtur á Reiðhøllini hjá felagnum.
Føroya Ríðingarfelag hevur áleið 300 limir og er størsta og elsta ríðifelag í landinum. Felagið var stovnað í 1943 og hevur sostatt 75 ára stovningardag næsta ár.