31. august 2011

Heystkappríðing 2011

Leygardagin var árliga heystkappríðingin á skránni.
Í travinum vann Máni við Knút Lútzen á baki við tíðini 52,4. Hetta var akkurát nokk til at Máni eisini gjørdist FM vinnari í hesari grein. Nr. 2, bæði á degnum og í FM stríðnum gjørdist ryssan Ljósbrá við Joan Hansen á baki. So er eisini vert at nevna at 24 ára gamli Stígandi gjørdi ein vørr hendan dagin og vann 3 premiu. Reiðkvinna á Stígandi var Beinta Davidsen.........

25. august 2011

Gamlar myndir

Føroya Ríðingarfelag hevur ætlanir um at gera eitt myndasavn við gomlum rossamyndum. Um tit eiga gamlar rossamyndir ella kenna onkran sum eigur høvdu vit verið takksom um tit vildi sagt okkum frá á tlf. 511618. So fáa vit scanna myndinar inn á teldu og lagt tær út so onnur eisini kunnu fáa gleði av teimum.

23. august 2011

FM støðan

Heystkappríðingin verður nú leygardagin. Hetta er seinast kappingin í hesum kappingarárinum og verður nú endaliga avgjørt hvør verður FM vinnari í teimum ymsu greininum.
Spenningurin er kanska serliga stórur í travinum, har tann annars vanliga so sigursvandi Máni, skal spíla seg út um hann ætlar at endurvinna sítt FM heiti.

Støðunar er soleiðis undan seinastu kapping.

Trav

nr. 1 Ljósbrá 16 stig nr. 2 Savoy 14 stig nr. 3 Máni 14 stig nr. 4 Maskot 12 stig

Tvíspor ung

nr. 1 Stjarni 26 stig nr. 2 Flykra 18 stig nr. 3 Tindur 17 stig

Tvíspor vaksin

nr. 1 Sólvindur 24 stig nr. 2 Grettir 12 stig nr. 3 Tobbi 12 stig

Stig vera latin soleiðis
nr. 1, 7 stig nr. 2, 5 stig nr. 3, 4 stig nr. 4, 3 stig nr. 5, 2 stig nr. 6, 1 stig

22. august 2011

Heystkappríðingin

Hey Reiðfólk

Seinasta høvið at ríða kapp í ár er nú komandi leygardag !

Heystkappríðingin verður leygardagin kl 14, tilmeldingarfreistin er týskvøld kl 19 og skal meldast til á tlf. 211789 og 219098.
Oldboyskapping er aftaná vanligu FM kappingina, og har er gjørligt hjá teimum sum hava, hug at vita, hvat dugur er í rossinum uttan at tað skal vera alt óv formelt at royna seg. So saðli og møti upp á ríðibreytini leygardagin.

Ríðiveitsla

So er summarið farið at halla, árliga heystkappríðing rundar sum vanligt summarið av og boðar frá at heystið stendir fyri framman.
Kappríðingin verður á breytini í Marknagili leygardagin kl 14. Kappast verður í trav, tvíspor ung, tvíspor vaksin l og ll flokkur. Aftaná FM kappingina verður Oldboys/girl kapping. Tilmeldingarfreistin er týskvøldið kl 19, ringjast skal á tlf. 211789 ella 219098. Tað er ikki neyðugt at melda til Oldboys kappingina.
Um kvøldið verður skipað fyri árligu ríðiveitsluna ! Í ár er tað Føroya Íslandsrossafelag sum skpar fyri henni. Veitslan verður í Tølthøllin og skulu atgongmerkir keypast millum kl 20-21 í dag 22/08. Kostnaður er kr. 400,-

Við rossakvøðu og ynski um góða kapping og hugnaliga veitslu !


Ársveitslan 2011 hjá FÍR, FR og VR

Verður leygarkvøldið 27. august kl. 19.00 í Tølthøllini hjá
 Føroyskum Íslandsrossafelag.

Atgongumerki verða seld kontant mánakvøldið 22.august
í Tøltkantinuni
kl. 20.00-21.00.

Prísur fyri hvønn er 400 kr.


Vinarliga Starvsnevndin hjá FÍR