13. august 2019

Kappríðing í Vágunum leygardagin 17 august

Frá Vága Ríðingarfelag

Heystkappríðingin hjá Vága Riðingarfelag, verður á ríðibreytini við flúgvarabedingina, leygardagin 17. august kl.15.

Kappast verður í greinunum, tølt, skeið, trav, tvíspor ung, tvíspor 2. flokkur og tvíspor 1. flokkur.

Í tølt og skeið, verður kappast á 100mtr. Hinar greinarnar eru á 250mtr

Hesuferð kann man eisini melda beinleiðis til tvíspor 2. flokk.

Tilmeldast kann hjá Zacharias á tlf. 211643.

Freistin fyri tilmelding er hóskvøldið 15. august kl.20.

Ríðisamband Føroya, skipar fyri ókeypis rossaflutningi hjá teimum ungu úr Havn til Vágarnar🤠
Ring ella skriva til Brand í Dali, á tlf. 511618.