Veðrið frá YR

13. december 2018

Høllin stongd ávís tíðarskeið í vikuskiftinum 14-16 des. vegna skeiðvirksemi


Í vikuskiftinum 14-16 desembur, verður skeið við Súsonnu Sand. Av tí sama verður høllin stongd avís tíðarskeið.
Høllin verður stongd hesi tíðarskeið: Fríggjadagin 14. des. kl.16.00-20.30, leygardagin, 15. des. kl. 08.20-16.00 og sunnudagin 16. des. kl.13.00-19.00.

Nevndin

12. december 2018

Jólahald 2018

Sunnudagin skipaði Føroya Ríðingarfelag fyri jólahaldið fyri limunum úti í Havnardali.
Børnini gingu luciagongd á rossum og ponyríðing var eisini. Til síðst kom jólamaðurin við pakkum og hann hevði gittara við, so har blivu nakrir jólasangir sungnir. Felagið bjóðaði bollar, kakao og Mist frá MBM. Takk fyri til tykkum sum møttu upp og tit sum hjálptu til.
Eini 70-80 fólk vóru til tiltakið.









6. december 2018

Venjing til luciagongd og ríðihøllin stongd

Venjing til luciagongd, verður aftur fríggjakvøldið kl.19 og leygardagin kl.16 í ríðihøllini. 
So tað er bara at møta upp. Foreldur kunnu gott leiða tey minstu børnini, um tað er neyðugt. Av tí sama, er ríðihøllim stongd fríggjakvøldið millum kl.19.00-20.00 og leygardagin millum kl.16.00-17.00. 


4. december 2018