19. november 2023

Sera stórur áhugi fyri "Ross og fólk"

 


Seinnapartin í gjár, var bókaframløga fyri nýggji bókini hjá Una Arge, Ross & fólk. 

Framløgan var í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Hetta var hóskandi karmur, tí bókin snýr seg um søguna hjá felagnum. Nýútbygda felagshúsið var fult av fólki, hetta kundi týtt á at bókin hevur rakt ein tørv. 

Aftaná at formaðurin, Brandur í Dali hevði bjóða fjøldini vælkomna, so fekk høvundurin Uni Arge orðið. Hann greiddi frá upprunan til bókina, um samstarvið við Hans Vilhelm Lútzen, ið var stigtakari til bókina, søgugongdina og so endaði hann við at lesa nakrar brellbitar úr bókini. 

Fólk fingu síðani høvið at síggja bókina og vóru afturmeldingarnar sera jaligar, lang bíðirøð var at fáa bók við signatur frá rithøvundanum. 

Bókin fæst frá í morgin til keyps hjá MBM Búrøkt, nethandlinum idali.fo, seinni kemur hon eisini í størri bókhandlarnar.  



16. november 2023

Bókin ”Ross og fólk” løgd fram í Havnardali leygardagin

 

F.v. Brandur í Dali, Uni Arge og Hans Vilhelm Lútzen


Leygardagin 18. november kl. 16.00 verður bókin ”Ross og fólk” um 80 ára søguna hjá Føroya Ríðingarfelag løgd fram í felagshølunum í Havnardali. Uni Arge hevur skrivað bókina.

Føroya Ríðingarfelag varð stovnað 25. februar í 1943, men søgan hjá stuttleikaríðingini byrjar áðrenn tað. Hon tók seg upp við dreingjum, sum vóru rossaansarar hjá eitt nú Reginald Østrøm og M. C. Restorff síðst í 19. øld.

Fyrsta kappríðingin var á ólavsøku í 1921. Tá varð riðið á Sundsvegnum, har Tórsbreyt er nú. Flutt varð út á Velbastaðvegin í 1928. Har varð í fyrsta umfari riðið kapp í tvey ár, áðrenn steðgur kom í.

Kappríðingarnar á Velbastaðvegnum vórðu tiknar uppaftur í 1936, og síðan hava kappríðararnir ikki helmað í. Fleiri kappríðingar komu so líðandi aftrat teirri á ólavsøku.

Føroya Ríðingarfelag fekk ríðibreyt í Marknagili í 1970, og á henni hevur verið riðið kapp øll árini síðan. Nú skal nýggj breyt gerast, tí tunnilsarbeiði órógvar breytina í Marknagili.

Føroya Ríðingarfelag gjørdi avtalu við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali í 1977, og fyrstu fjósini komu har í 1981.

Felaghúsið kom í 1994 og er júst útbygt. Høllin hjá felagnum í Havnardali kom í 2007. Har hevur eisini Føroysk Íslandsrossafelag egin fjós og egna høll.

Bókin ”Ross og fólk” lýsir gjølla søguna um rossahald og kappríðing í Føroyum, og frá 1943 eltir hon serliga slóðina hjá Føroya Ríðingarfelag.

Hon er 444 síður og prýdd við einum hópi av forkunnugum myndum av kendum fólkum.

Í sambandi við framløguna í Havnardali leygardagin 18. november kl. 16.00 fer formaðurin, Brandur í Dali, at siga nøkur orð, og síðan greiðir høvundurin frá arbeiðinum við bókini.

Í ritstjórnini hava verið Hans Vilhelm Lützen og Brandur í Dali.




8. november 2023

Arkitektur og góður vinur farin um sýn


 Tað kom ikki óvæntað á, tá eg leygarmorgunin í kaffistovuni hjá ríðifelagnum, fekk deyðsboðini um Gudmund S. Hansen. 

Gudmund hevur verið illa fyri seinastu tíðina og nú hevur hann so fingið frið. Mánadagin fór hann til sítt seinasta hvíldarstað tætt við Sandá. 


Orsøkin til at eg nevni at arkitekturin er farin, er tann at Gudmund hevur havt sera stóran týdning fyri ríðifelagið á tí økinum. Hann hevur teknað øll fjósini, ríðihøllina, húsið, breytir o.a. sum er á økinum hjá felagnum í Havnardali. Nýggj fjós vera vónandi bygd komandi ár og tey vera eisini bygd við tekningum hjá Gudmundi. Tá felagshúsið var útbygt seinasta ár, var Gudmund longu so sjúkur, at vit ikki vildi troytta hann meira. Men dentur var lagdur á í nýggju tekningunum, at tær skuldi gerast í sama sniðið, sum Gudmund hevði teknað upprunaliga húsið. 


Sjálvt um hann var lítillátin, so kemur hetta til allar tíðir, at standa sum ein varði um Gudmund. 


Men Gudmund var sjálvandi so nógv annað enn arkitektur, hann var sum Heri prestur segði í vøkru prædikuni, maður, pápi, verpápi, abbi og eisini langabbi. Eg kann so leggja afturat at eg haldi at hann var eisini lívsnjótari, men uppá sín heilt egna máta. Hann gekk ikki so nógv uppí slips og klædningar, men honum dámdi væl at njóta lívið, m.a. við ferðum og góðum fólki, m.a. var hann fyri nógvum árum síðani, langan ríðitúr í USA, hetta var saman við svogrinum Rólant Reinert, dóttrini Gunrid og øðrum reiðfólkum. Myndin av Gudmundi og Rólant er frá tí túrinum. 


Gudmund var uppvaksin við rossum, pápin Hans var smiður og teir fingist við ross í teirri tíðini. Men tað var helst ikki fyrr enn hann møtti konuni Svanhild, at hann veruliga kom inn í rossaheimin. Svanhild er úr Norðadali og familjan hevði ross og Gudmund hevur øll árini síðani 80’ ini havt fjós í Havnardali, fyrst saman við svogrinum, men seinastu árini var beiggjin Mortan eisini við í fjósinum.  Fjósið høvdu teir líka til fyri fáum árum síðani, tá teir allir valdi at selja bæði ross og fjós. Rossaáhugin er eisini farin víðari í slektini. Børnini Hans Albert og Gunrid hava riðið nógv og hava tey verið nógvar túrar saman.


Tað sum eg tó fari at minnast Gudmund best fyri, er at hann var eitt gott menniskja og ein góður vinur. Hann gav sær tíð at tosa við teg, lurtaði og spurdi hvussu ein hevði tað, familju o.a. Um man vitjaði hann á teknistovuni, so vóru tekningar altíð lagdar til viks og kaffi sett fram. Tú kendi eisini á tær, at hann spurdi tí hann veruliga hevði áhuga, hetta var ikki bara fyri at spyrja. Ein kendi seg væl, tá man var saman við Gudmundi. 


Vil vegna Føroya Ríðingarfelag takka Gudmundi fyri alt og sýna samkenslu til tykkum ið vara av. Serliga Svanhild og børnini Hans Albert og Gunrid, men sjálvsagt eisini til øll hini í stóru familjuni. 


Friður verið við minnið um Gudmund S. Hansen


Brandur 


4. november 2023

Seinasta freist at keypa atgongumerki er týsdagin


 Undirtøkan higartil er sera góð og nú eru færri enn 50 atgongumerkir eftir. Seinasta freist at keypa atgongumerki er týsdagin. 

Atgongumerkið vera keypt við at flyta kr. 545,- á kt. 6460- 1506589 

       Viðmerk atg. og navnið á tí/teimum ið skula hava atgongumerkið - Umráðandi er at tit tryggja tykkum at flyting verður fullfíggja. - Avmarkað atgongd


29. oktober 2023

Skeið


 

26. oktober 2023

Keyp Ross og fólk í forsølu


 

Nú ber til at keypa bókina, Ross og fólk í forsølu.
Vil tú tryggja tær eitt eintak, so ber til at keypa á leinkju niðanfyri.
Bókin verður borin til dyrnar, í Havn, Hoyvík og Argjum ókeypis. Annars verður sent við Posta fyri kostnað.
Tá bókin er komin til landið, fer hon eisini at vera til sølu hjá Búrøkt.

21. oktober 2023

Ross og fólk


 Hendan er nú ávegis - Um alt gongur sum ætlað, so verður bókaframløga í felagshúsinum 18/11

Sprotin skrivar hetta um bókina:
Ross og fólk -Uni Arge
Henda bókin er útgivin í sambandi við, at Føroya Ríðingarfelag 25. februar í 2023 gjørdist 80 ár.
Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn í 1943. Stovnarar vóru Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen og Leivur Trónd Hansen.
Felagið fekk til endamáls at fremja ríðingina, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar. Eisini skuldi tað fáa til vega nýggja ríðibreyt.
Fyrstu kappríðingarnar í Føroyum vóru frá 1921 til 1929 og so aftur frá 1936. Frá 1921 til 1927 varð riðið kapp á Sundsvegnum, og í 1928 varð flutt út á Velbastaðvegin. Har varð riðið kapp heilt til 1970, tá Føroya Ríðingarfelag fekk nýggja ríðibreyt í Marknagili.
Í 1977 varð avtala gjørd við Tórshavnar kommunu um økið í Havnardali, har fyrstu fjósini vórðu reist í 1981. Í Havnardali komu felagshús í 1994 og ríðihøll í 2007.
Í bókini verður greitt frá øllum hesum, og lýst verður, hvussu rossahaldið og rossaalingin í Føroyum vóru fyrr. Nógv úrslit frá kappríðingum og forkunnugar frásagnir frá ólavsøkum eru eisini í bókini eins og ein hópur av søguligum myndum av kendum fólkum.

18. oktober 2023

Eykaaðalfundur 29/10-2023 kl 19


Við hesum verður lýst til 

eykaaðalfund í felagshúsinum 

tann 29 okt. kl 19. 

Skrá 

Roknskapur 2022

Umrøða av ríðibreyt

Val av ungdómsnevnd

Ymiskt. 


Nevndin 


  

13. oktober 2023

80 ÁRA VEITSLA HJÁ FR


Føroya Ríðingarfelag hevði 80 ára stovningardag 25 februar í ár. 

Í hesum sambandi halda vit veitslu í felagshúsinum 11 novembur

Atgongumerkið vera keypt við at flyta kr. 545,- á kt. 6460- 1506589 

       Viðmerk atg. og navnið á tí/teimum ið skula hava atgongumerkið - Umráðandi er at tit tryggja tykkum at flyting verður fullfíggja. - Avmarkað atgongd


13. august 2023

16 ára gomul nærkast FM í Tvíspor l flokki

 Tvær FM kappingar vóru avgjørdar í Marknagili leygardagin og í Tvíspor l flokki nærkast 16 ára gamla Ása Bárðardóttir FM

Ása Bárðardóttir og Silfá hava nú eina greiða leiðslu í Tvíspor l flokki

Tvær FM kappingar eru nú avgjørdar, hóast ein kapping er eftir. Tað eru systrarnar Ranja og Yrsa H. Djurhuus sum vunnu ávíkavíst Tvíspor ung og Trav leygardagin. Ranja H. Djurhuus á hestinum Sirkill sum hevur heimstað í Nólsoy og Yrsa H. Djurhuus á Gretti av Argjum.  

Í Tvíspor l flokki er líkt til at vit nú hava ein greiðan favorit. Tað er ryssan Silfá við ungu reiðkvinnuni Ása Bárðardóttir á baki. Tær vunnið hesuferð og av tí at teir nærmastu kappingarneytarnir endaði aftarliga á degnum, so er stigamunurin nú so stórur, at tað skal ganga illa um Silfá og Ása Bárðardóttir ikki vinna FM um tvær vikur. Ikki tað, rossini eru so tøtt og jøvn í ár at alt kann henda.

Grani og Hallur Hansen gjørdist nummar tvey á degnum, tað er bert aðru ferð at Grani er við til kapping, so hetta var eitt flott úrslit hjá teimum báðum. Nummar trý gjørdist føroyameistarin frá í fjør, Svanna við Barbaru Carlsen á baki. Aftaná eitt heldur misjavnt kappingarár hjá Svannu og Barbaru Carlsen, var tað gott at síggja, at tær báðar, enn kunna bjóða hinum av. 

Tøltkappingina vann Tango við Halli Hansen, teir liggja nú javnir við stigum við Strák og Bárð Johannessen ið gjørdist nummar tvey á degnum. Skeiðkappingina vann sami Bárður Johannessen, hesuferð á Syrpu, Tey liggja væl fyri at vinna FM í Skeið. 

Travkappingina vann unga Lív Gregersen á hestinum Dropa úr Gøtu, nummar tvey var Elisabeth Niclasen á Prinsessu og nummar trý FM vinnarin Yrsa H. Djurhuus og Grettir. Tvíspor ung vann FM vinnarin Sirkill og Ranja H. Djurhuus, nummar tvey var Spirit við Hanus Patursson á baki og nummar trý var Stormur og Yrsa H. Djurhuus. 

Tvíspor ll flokk vann Kambur úr Syðradali, bóndin Sigtór Lútzen var reiðmaður, nummar tvey var Tindur við Hans Paula Poulsen og nummar trý Tobbi og Rebecka Jørgensen

Seinasta kappingin verður vesturi í Vágum 26 august. 

Øll úrslitini frá kappingini síggjast her: Úrslit her





11. august 2023

Ríða kapp í Marknagili leygardagin


Stórur spenningur er í fleiri greinum, nú fjórða av fimm FM kappingum, verður á breytini í Marknagili, leygardagin kl 15 - Størstur spenningur er helst í Tvíspor l flokkur, men vit kunna taka støðurnar í tí røðini greinarnar eru. 

Í Tølt eru heili fýra ross sum hava møguleika at vinna FM. Fremstur er Strákur við 14 stigum, tvey ross liggja nummar tvey við 12 stigum, tey eru Sirkill og Tango. Beint í hølinum á teimum er Tibrá ið hevur 11 stig. - Skeiðkappingin tyktist meira ella minni avgjørd áðrenn ólavsøku. Stígur úr Bø, hevði vunnið báðar tær fystu kappingarnar og lá greitt á odda. Á ólavsøku gjørdi Syrpa tó ein vørr og vann, og av tí at Stígur gjørdist nummar trý á degnum. er munurin teirra millum nú bara tvey stig. Stígur hevur 18 stig og Syrpa 16 stig. Travkappingin er helst avgjørd, Grettir av Argjum hevur vunnið alt higartil, hevur 21 stig og tað skal ganga honum illa, um hann ikki vinnur FM. Nummar tvey í Trav er prinssesa við 12 stigum. 

Eisini Tvíspor ung er mest sum avgjørt, Sirkill hevur vunnið allar kappingarnar, hevur 21 stig og tykist einaráðandi í greinini. Kappingin um annað pláss er í løtuni millum Grettir Reyða og Kiljan, teir hava ávíkavist 12 og 11 stig. 

Tann spenningur ið ikki er í Tvíspor ung, hann er til ólukkumát tilstaðar í Tvíspor vaksin l flokkur. Har eru heili fýra ross ið hava møguleika at vinna FM. Fremst eru Silfá og Thor, tey bæði hava 15 stig. Beint í hølinum á teimum kemur Bragi við 14 stigum og Freyr ið hevur 12 stig. Seinasti riðilin í kappingini leygardagin er millum Silfu og Thor, hinir báðir FM avbjóðarinir eru deildir í hvør sín riðil, so har kann alt henda, spennandi verður í øllum førum. 

Allir riðlarninir kunna síggjast við at trýsta her. Hestkappríðing 2013  

 


30. juli 2023

Sera lítil munir millum tey bestu á ólavsøku

Anna Magnussen og Freyr eiga munin á Regin Johannessen og Thor


Tað var undan kappingina ólavsøkudag, spátt um at Tvíspor l flokkur, kundi gerast sera spennandi. So var eisini, hvørki veðurguðar ella aðrir guðar kundi forða fyri hesum. Tí hóast veðrið ikki var til vildar, so munna tað vera ár og dagar síðani at so nógv ross hava verið so jøvn, í  kappríðing í Føroyum. Munurin millum nummar eitt og tvey var 6 hundrandapartar av einum sekundi og munurin millum nummar eitt og nummar seks var bara gott hálvt sek.

Vinnari á degnum gjørdis unga Ása Bárðardóttir, ið kappast í sínum fyrsta árið millum tey vaksnu. Ása Bárðardóttir kappast á sínari egnu ryssu ið eitur Silfá. Nummar tvey á degnum gjørdist Anna Magnussen á Freyr og nummar trý, Regin Johannessen á Thor. 

Kiljan og Simona Tornby eiga so dánt munin á Gretti Reyða og Eyðdis H. Djurhuus. 



Hetta merkir at vit hava eina sera spennandi kapping um FM heitið. Nú tríggjar av fimm kappingum hava verið, hava vit havt tríggjar ymiskar vinnarar. Bragi vann við Leynavatn, Thor vesturi í Vágum og nú vann so Silfá á ólavsøku. Fullfíggjað stigatalva kemur á síðuna her seinni. 

Tvíspor ll flokk vann veteranurin, Hans Pauli Polsen á Tindi, nummar tvey gørdist Rebecca Jørgensen á Tobba og nummar trý var Geir Wardum á Urd. Tvíspor ung, vann skjóti hesturin Sirkill úr Nólsoy, Ranja Halsdóttir Djurhuus ríðir á Sirkill. Trav vann systur Ranju, hon eitur Yrsa Halsdóttir Djurhuus og reið á hestinum Grettir, hetta er helst fyrstu ferð at Yrsa Halsdóttir Djurhuus sum hevur aldur til børn, vinnur kappingargrein hjá vaksnum. 

Seinastu tvær greinarnar vann Bárður Johannessen. Tølt vann hann á hestinum Stráki og Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu. Bárður er eisini pápi Ásu Bárðardóttir, ið vann Tvíspor l flokk, so har hevur helst verið gleði og gaman, heima hjá teimum um kvøldið aftaná kappríðingina.  



Annfinn Brekkstein varaborgarstjóri handaði steyp á degnum. Her Tvíspor l flokkur
F.v. Regin Johannessen, Ása Bárðardóttir og Anna Magnussen

 

27. juli 2023

Metstór luttøka í ólavsøkukappríðingini

 

Nógvir spennandi riðlar eru helst í væntu ólavsøkudag

Tað vera heili 44 ross ið fara at kappast í ólavsøkukappríðingini í ár. Hetta er hægsta luttøkutalið hesumegin aldarskiftið. Kappingin verður sum vant í Marknagili, ólavsøkudag kl 15.

Rossini er deild soleiðis - Í Tølt eru 7 ross, Skeið 6 ross, í Trav eru 12 ross, Tvíspor ung 7 ross, Tvíspor vaksin ll flokkur 4 ross og Tvíspor vaksin l flokkur 8 ross. 

Har tað í nøkrum greinum finnast rættiliga greiðir favorittar, so er tað í Tvíspor Vaksin l flokkur, nærum vónleyst at meta um hvør vinnur. Tað hava higartil í ár, verið tvær kappingar. Tí fyrstu við Leynavatn, vann Bragi við Elisabeth Niclasen á baki og í Vágum vann Thor við Regin Johannessen. Hesir báðir hestarnir muga metast at hava ein góðan kjans at vinna á ólavsøku, men hvørki fyrrverandi føroyameistarin, Freyr, verandi føroyameistarin, Svanna, ella hini rossini í Tvíspor l flokki skula undirmetast. Útav 8 rossum sum eru við í bólkinum, kunna tey 6 helst meta seg hava ein góðan møguleika at vinna heiðursmerkið á degnum, meðan hini bæði heilt vist hava vónirnar. Eisini skal havast í huga at í Marknagili kappast l flokkur á 500 mtr, har tað bæði við Leynavatn og í Vágum verður runnið 250 mtr, hetta broytir nakað uppá fortreytirnar hjá rossunum - Alt hetta skuldi borga fyri eina spennandi kapping á ólavsøku.

Travkappingin kann eisini gerast spennandi. Hetta er størsti bólkur á degnum. Í Tvíspor ung er eisini vert at leggja tilmerkis at Sirkill við Ranju K. H. Djurhuus á baki, higartil í ár hevur havt betri tíðir enn tey vaksnu til báðar kappingarnar, so hetta er ein sera skjótur hestur. Á ólavsøku ber tó ikki til at samanbera tíðirnar, tá tey ungu ríða 250 mtr, meðan l flokkur sum fyrr nevnt renna 500 mtr. 

Allar paringarnar síggja við at trýsta  HER





  

25. juli 2023

Barbara og Forseti vera fremst í skrúðgonguni

Mynd: Faroephoto - Barbara Carlsen og Forseti koma at ganga á odda í skrúðgonguni

Tað verður í ár Barbara Carlsen og hestur hennara, Forseti, ið koma at ganga á odda fyri árligu skrúðgonguni til setana av ólavsøku. Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari í Tvíspor í fjør og hevur tískil tann frammíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni í ár. Hon vann FM á ryssuni Svannu hjá Hans P. Poulsen, men hevur tó valt at marsjera við sínum egna hesti. 

Barbara Carlsen sigur at hon kennir seg sera trygga á Forseta, og tað at hesturin fyrr hevur roynt at gingið á odda fyri skrúðgonguni, ger bara valið lættari. Barbara Carlsen sigur annars um Forseta, ið er 19 ára gamal íslenskur hestur, at hann kann brúkast til alt, fjallatúrar, kappingar o.a.. Hesturin er væl vandir og Barbara Carlsen sigur at tað at hon kennir hestin so væl, ger at hon hevur fult álit á honum. Forseti skal eisini kappast í Marknagili ólavsøkudag. Fyrru ferðina Barbara Carlsen og Forseti gingu fremst í skrúðgonguni, var í 2021. Eisini tá vegna tað at Barbara Carlsen var vorðin føroyameistari árið fyri, við ryssuni hjá Hans P. Poulsen. 

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri. Hon reið eisini kapp longu á heilt ungum árum, m.a. eisini á rossið hjá Hans Paula Polsen, tá á gomlu Svonnu, mammu Svonnu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaði skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í Tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.  

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag ið varar av rossunum í skrúðgonguni, hava í ár lagt eyka dent á at reiðfólkini koma við væl vandum rossum, hetta skula eisini vera ross ið tola troðkan og nógvan gang. Kanska serliga er hetta alneyðugt í ár, nú alt er broytt við nýggju ánni á Vaglinum. 



 

22. juli 2023

Ólavsøkukappríðing


 

23. juni 2023

Kunning um breytina í Marknagili og FM kappingar



Breytin hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili

 Í samband við arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu og Articon, at byggja nýggjan tunnil úr Villingardali til Marknagil, eru nógv sum hava forvitnast um hvussu verður við breytini hjá felagnum í Marknagili. 

Svarið er at tað vita vit ikki fyri vist, vit hava tó havt ein jaligan fund við borgarstjóran og varaborgarstjóran, har avtalað var, at ymiskir møguleikar skulu kannast fyri framhaldandi møguleikum fyri kappríðing, antin í Marknagili, ella í Havnardali. Hesar kanningar eru nú í gongd og tá vit eru komin nakað longur, fer nevndin at kallað inn til eykaaðalfund, hetta til at kunnað limirnar um hvørjir møguleikar eru, og at kannað hvat limirnir halda um málið.  

Tað er tó greitt at arbeiði í Marknagili skal byrja sum skjótast, tí er avtala við Vága Ríðingarfelag at býta um uppá kappingarnar í heyst, soleiðis at seinasta kappingin í Marknagili, áðrenn skotið verður fyri tunlinum verður 12 august. So verður kappingin í Vágum 26 august. 

Kappríðingarbreytin í Marknagili, sum er ogn hjá Føroya Ríðingarfelag var tikin í nýtslu í 1970 og hevur tað verið riðið kapp har, á hvørjum árið síðani tá. 

19. juni 2023

Bragi vann annað árið á rað við Leynavatn

 

Bragi við Elisabeth Niclasen á baki

Sólin skein oman og niðan, tá rossini skuldi renna kapp við Leynavatn leygardagin. Tað vóru eisini nógv fólk komin at hyggja at spennandi kappingini. 

Serliga stórur var spenningurin undan kappingini í Tvíspor l flokki. 8 ross vóru meldaði til og er hetta hægsta tal seinastu mongu árini. Tað gjørdist eisini ein sera tøtt kapping, um ikki í sjálvum riðlinum, har var eingin heit tættur riðil. Men í kappingini um fyrsta plássið var tætt og nr. eitt, tvey og trý komu úr trimum ymiskum riðlum. Tað var minni enn 0,6 sek millum hesi nummar eitt og trý, tá er gott við góðari tøkni at máta tíðina. 

Nummar eitt var sama ross sum vann ið fjør, Bragi av Eiði, hesaferð við Elisabeth Niclasen á baki, nummar tvey var Silfa úr Havn við ungu Ása Bárðardóttir, hon vann harvið silvur í fyrstu royndini millum tey vaksnu. Nummar trý var Thor úr Syðradali við Regin Johannesen. 

Størsti flokkurin á degnum var Trav, 12 ross vóru við, vinnari gjørdist Grettir av Argjum við Halli Hansen sum reiðmanni, nummar tvey var Prinsessa úr Havn og Elisbeth Niclasen, nummar trý var Brita og Regin Poulsen úr Miðvági. 

Tvíspor ll flokk vann Hans Pauli Poulsen á Tindi, hinar flokkarnar vunnu hesi. Tvíspor ung, Sirkill og Ranja K. H. Djurhuus, Skeið Stígur og Randarsól Heinesen og Tølt vann Sirkill við Ranju K.H. Djurhuus. Stuttleikakappingina vunnu Viti og Jóna Ólavsdóttir. 

Øll úrslitini síggjast her: Úrslit Leynavatn





15. juni 2023

Stórur spenningur undan kappríðingina við Leynavatn.

Marengo og Freyr eru millum biðlarnir at vinna við Leynavatn

Tað munna vera nógv ár síðani, at so stórur spenningur hevur verið undan kappríðingina við Leynavatn. 43 ross eru tilmeldaði, harav 8 í Tvíspor l flokk. Øll rossini í fyrsta flokki eru somikið skjót, at tey ið paraðu, høvdu stórt høvuðbrýggj at para teir fýra riðlarnar í flokkinum. Helst vil tað vera onkur sum ikki er heilt nøgdur, men nú fáa rossini so høvið at prógva seg leygardagin Tað er ikki órealistiskt at siga at øll átta rossini í flokkinum hava møguleika at vinna sær heiðursmerkið, so jøvn eru hesi rossini.

Seinasti riðilin er millum fyrrverandi føroyameistarinum, Freyr úr Lamba við Onnu Magnussen á bakið, móti verandi føroyameistarinum, Svonnu við Hans Paula Poulsen. Millum hini rossini kunna nevnast Silfa ið fyrr hevur vunnið FM fyri ung og Bragi ið vann við Leynavatn í fjør. 

Hinir bólkarnir eru mannaðir soleiðis - Tølt 7 ross, Skeið 8 ross, Trav 12 ross, Tvíspor ung 5 ross, Tvíspor ll flokkur 3 ross. 

Øll paringin sæst á leinkju her: Leynavatn 2023

Marengo og Freyr - Leynvatn 2019


5. juni 2023

Leynavatn 17/6


 

22. maj 2023

Góðir stuðlar hjálpa Djóradøgum

Poul Hansen á Marmaranki við Kambsmúla í 1976

 Djóradagar 2023 eru av - Sum so ofta eyðnaðist tiltakið væl, ein slakur men hugnaligur dagur við avbjóðingum vegna veður og so ein framúr dagur, har alt eyðnaðist og fólk í túsindatalið vóru á økinum.

Men uttan stuðlar var einki tiltak - Postkorona hevur felagið valt ein leist, har stuðlar vera nevndir á einari plakat ið verður hongd upp í Reiðhøllini - Niðast á plakatini, vera tey nevnd ið stuðla Djóradagar tað árið.
Plakatin hesuferð er av okkara fyrrverandi formanni og mentor Poul Hansen. Poul andaðist tíanverri alt óv tíðliga, men andin hjá honum og allari Hansen familjuni, livur enn í ríðifelagnum.
Á myndini er Poul har hann dámdi best at vera, á rossabakið langt uppi í fjøllinum, har treivst hann best

21. maj 2023

Nú viðrar betri til Djóradagar

 

Vælumtókta ponyríðingin verður í dag 

Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali, eru altíð vælumtóktir millum børn og barnsligar sálir. 

Tað sást sjónliga í gjár tá tað hóast keðiligt veður, eftir umstøðunum vóru nógv fólk og vitjaðu. Veðrið argaði tó so illa at nevndin sá seg noydda at avlýsa vælumtóktu ponyríðingina. Fyri at fólk ikki skuldi kenna seg snýtt, bleiv tó avgjørt at øll ið hava keypt armbond og seðlar til leygardag, kunna brúka hesi til øll tiltøk, ið eru í dag sunnudag. Felagið hevði eina plan b at ponyríðingin skuldi vera inni, men mett var at tað var óv nógvur gangur inni í høllini, til at tað var trygt at hava ponyríðing inni.

Djóradagar eru í dag frá kl 14-18 og endar við ríðiframsýning á breytini. Beint tá ponyríðingin er liðug um kl 18, kemur gongulagslandsliðið í íslandsríðing at vísa gonguløg og kl 18:15 koma ung úr feløgunum í Havnardali at vísa ymiskt fram. Hetta er alt undir tí kønu hond, hjá ungdómsmennaranum hjá ríðisambandinum, hon eitur Nina Brockie.   

20. maj 2023

Djóradagar byrja í dag

Stóra reiðhøllin kemur væl við um eitt æl kemur 

Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag byrja í dag kl 14 - Tiltakið er í Havnardali og er vanliga sera væl vitja. Reiðfólkini hava rigga til alla vikuna og nú teir siga ivaveður seinnapartin hava tey lagt dent á at fáa innandura karmarnir góðar. 

Nýútbygda felagsúsið er stásiligt og har er dekka upp til kaffi o.a. Eisini reiðhøllin ið er heili 60x26 mtr. er gjørd út til at taka móti fólki. Tey flestu djórini eru eisini undir takið, so eingin noyðist at sita heima regnið skuldi komið. 

Djóradagar enda í dag kl 18, men halda so fram aftur í morgin sunnudag frá kl 14 til 18. 

 

Skrá Djóradagar

 


5. maj 2023

Djóradagar verða 20 og 21 mai

 

Ponyríðing er altíð vælumtókt á Djóradøgum

Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 20 og 21 Mai.
Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í Havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn. 

Síðani seinastu Djóradagar, hevur felagið bygt felagshúsið munandi út. Hetta ger at umstøðurnar til kaffisølu og vesi eru munandi betri enn tær hava verið fyrr, m.a. er tað eitt stórt frambrot at man nú eisini hevur vesi til rørslutarnaði, hetta er nakað sum saknur hevur verið á. 




14. april 2023

Nýggja nevndin hevur skipað seg

F.v. Beinta G. Davidsen, Barbara Carlsen, Osvald S. Johansson, Brandur í Dali, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Sonja S. Petersen



Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag herfyri, var nýggj nevnd vald. Tað vóru ikki tær stóru broytingarnar, tó var Beinta Gaard Davidsen nývald í nevndina - Annars er nevndin tann sama, hon skipaði seg á fundi í vikuni soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Beinta G. Davidsen, Tummas P. av Reyni og Sonja S. Petersen. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Eva L.S. Klemmentsen

Felagið fylti 80 fyri nøkrum mánaðum síðani, men har hevur helst ongantíð í søgu felagsins, verið so nógv virksemi sum í løtuni. Felagshúsið er við at vera liðugt útbygt, talan er um meira enn eina tvífalding av fermetratalinum. Samstundis verður økið gjørt klárt til nýggja fjósabygging og ríðibreytin á økinum í Havnardali far eisini eina yvirháling. Hetta kemur alt afturat tað vanliga virkseminum við kappríðing, djóradøgum, leynavatnstevnu o.ø. 

Meginparturin av hesum fíggjar felagið sjálvt, m.a. við peningi frá Djóradøgum og útleigan av felagshúsinum - Í formansfrágreiðingini var tó komið inn á at nevndin ikki var heilt nøgd við hvussu stuðul hjá tí almenna bleiv útlutaður. Tað vísir seg at summi feløg hava lættari við at fáa stuðul enn onnur. Tað bleiv tó lagdur dentur á at felagið er sterkt og skal nokk klára seg, men at tey vóru hørm um at hetta er soleiðis, tí aðalreglan innan almenna umsiting, má helst vera at øll feløg vera viðgjørt eins. 

 

12. april 2023

22. marts 2023

Aðalfundur 4/4 kl 19

 

Aðalfundur verður í felagshúsinum týsdagin 4 apríl 2023 kl.19.00

Skrá sambært viðtøkunum

Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum í hendi, í seinasta lagi 8 dagar undan fundinum

Fjósanevndin hevur fund sama dag kl.18.00

Nevndin


22. februar 2023

Føroya Ríðingarfelag 80 ár

Stovnarir felagsins, f.v. Aksel Hansen, Jens Pauli av Reyni og Leivur Trónd Hansen



 Leygardagin 25. februar eru liðin 80 ár, síðan Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Felagið varð stovnað í Tórshøll í Niels Finsensgøtu í Havn hendan dagin í 1943. Stovnarar vóru Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen og Jens Pauli av Reyni.

Teir tríggir kallaðu til stovnandi aðalfund í bløðunum 20. februar í 1943. Í innkallingini søgdu teir, at ætlanin var at stovna felag, ið skuldi hava til endamáls at fremja ríðingina, viðlíkahalda ríðigøtur og fyrireika kappríðingar. Havnarfólk eins og fólk av bygd vóru vælkomin í felagið.

Á stovnandi aðalfundinum møttu 29 mans. Jens Pauli av Reyni beyð vælkomin og las upp eitt uppskot um viðtøkur fyri felagið. Við smávegis broytingum vórðu tær samtyktar. Eitt endamál aftrat tí, sum longu var nevnt, gjørdist at fáa til vega nýggja ríðibreyt. 

Í fyrstu nevndina komu Jens Pauli av Reyni, Aksel Hansen, Leivur Trónd Hansen, Thomas Rubeksen og Eivind Evensen. Tiltakslimir gjørdust Janus Djurhuus og Viljormur Tórsheim. Fyrsta kappríðingin hjá felagnum var í Kollafirði á hvítusunnu í 1943. Hana vann Poul Mohr.

Kappríðingar høvdu verið á ólavsøku frá 1921 til 1929 og aftur frá 1936 til 1942. Frá 1921 til 1927 varð riðið kapp á Sundsvegnum, og í 1928 varð flutt út á Velbastaðvegin. Á hesum grúsvegnum var fasta ríðibreytin, tá Føroya Ríðingarfelag varð stovnað í 1943.

Stór stig tikin

Føroya Ríðingarfelag umrøddi fyrstu nógvu árini fleiri støð at gera nýggja ríðibreyt. Ofta varð tosað um eitt øki uppi á Varða, men nevnt varð eisini, at Gundadalur, Niðaru Hoydalar og økið fram við Velbastaðvegnum kundu verið hóskandi.

Endin varð, at felagið tók nýggja ríðibreyt í nýtslu 30. august í 1970 í Marknagili. Edvard Samuelsen, sum vann fyrstu kappríðingina í 1921, kvetti snórin. Við til hátíðarhaldið var eisini Kjartan Mohr, sum var við í 1921. Í 1970 tók Føroya Ríðingarfelag eisini stig til Leynavatnsstevnuna.

Í 1977 gjørdu felagið og Tórshavnar kommuna avtalu um økið í Havnardali, har felagið bygdi sær fjós í 14 eindum. Flutt varð inn í tey fyrstu í 1980. Felagshúsið í Havnardali kom í 1994 og ríðihøllin í 2008. Í øllum trimum førunum gjørdu limirnir umfatandi sjálvboðið arbeiði.

Føroya Ríðingarfelag húsast nú í Havnardali. Í desember 2021 varð økið í Havnardali víðkað 50.000 fermetrar, og í 2022 varð sjøtul settur á at byggja felagshúsið út við 160 fermetrum. Nýggj fjós verða eisini bygd.

Nú Føroya Ríðingarfelag fer um tey 80, verður bók skrivað um ríðisøguna, ið kemur út seinni í ár.

Føroya Ríðingarfelag






19. februar 2023

Sera góð luttøka til Ringríðing

 

Sera nógv ung vóru við til Ringríðing

Leygardagin var árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag í Reiðhøllini í Havnardali. Hetta er gamalt afturvendandi tiltak, har reiðfólk við einum bambuspinni, skula raka í ein ring ið hongur á gott tveir metra hædd. 

Í ár var luttøkan sera góð og serliga hjá teimum ungu vóru nógv ross við, heili 17 ross vóru við í kappingini hjá teimum ungu, tey flestu úr Havn, men stuttligt var at síggja at ross eisini komu úr Vágum og Eysturoynni. Aftaná eina spennandi kapping, vann Eyðdis H. Djurhuus á hestinum Sirkill, tey bæði vunnu steyp til ognar. Tinna Nónklett og Snæðdis vunnu ein kraftfóðursekk frá Búrøkt fyri at vera besta grýla á rossi. 

Hjá teimum vaksnu var eisini góð luttøka, har vann Elisabeth Niclasen á Prinsessu, tey vunnu ferðasteyp og kraftfóðursekk frá Búrøkt. 

Tiltakið endaði við tunnusláing fyri bæði børn og vaksin

Eyðdis og Sirkill til vinstru og Tinna og Snæðdis til høgru

Elisabeth og Prinsessa