26. maj 2021

Ruddingardagur 29/5 kl 10

Ársins ruddingardagur verður nú leygardagin í Havnardali. Vit byrja við felags morgunmati kl. 10 og síðani fara vit at rudda, snøgga og fríðka um á okkara felags øki. Møtið fjølment og havið góða hýrin við!



 

20. maj 2021

Hallur Hansen verður kappingarleiðari í 2021



Nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur heitt á Hall Hansen um at taka sær av kappingum felagsins í ár. Hetta hevur hann játtað og tað eru vit í nevndini takksom fyri.

Hallur Hansen hevur nógvar royndir at fyriskipa kappingar og hevur hetta eyðnast sera væl, tí eru vit spent til kappingar okkara í summar.

13. maj 2021

6. maj 2021

Djóradagar eisini avlýstir í ár

 

Mynd frá Djóradøgum í 2018

Nývalda nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur á fundi í vikuni, staðfest avgerð hjá gomlu nevndini um at eingir Djóradagar verða í ár. Nevndin er komin til tí avgerð, at nú tað bert eru tríggjar vikur til Djóradagar skuldi verið, er ógjørligt at halda tiltakið vegna Korona. 

Sjálvt um leiðreglarnar møguliga vera linkaðar nakað áðrenn, so skal havast í huga at tað vanliga eru áleið 5000 fólk í Havnardali tað vikuskiftið tiltakið er. Nógv av tiltøkunum eru eisini innandurða, har tað ikki er gjørligt at halda frástøðu. Tí hevur nevndin avgjørt at taka atlit til fólkaheilsuna, heldur enn at vinna sær ein løtuvinning við at halda tiltakið. 

Djóradagar er so nógv tann størsta inntøkan hjá felagnum, tí kemur tað illa við at tað er neyðugt at avlýsa, Føroya Ríðingarfelag vónar tó at landið leingir koronapakkarnar, soleiðis at tað ikki fer at svíða alt óv illa at tiltakið er avlýst aftur í ár.

4. maj 2021

FORMANSSKIFTI Í FØROYA RÍÐINGARFELAG



f.v. Hallur Hansen, fráfarandi formaður. Brandur í Dali, formaður. Elspa Petersen, fráfarandi næstforkvinna
f.v. Hallur Hansen, fráfarandi formaður. Brandur í Dali, formaður. Elspa Petersen, fráfarandi næstforkvinna.

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg. Aðalfundurin valdi Brand í Dali sum nýggjan formann. Elspa Petersen sum hevur verið næstforkvinna takkaði eisini fyri seg. 

Á fundi í gjár skipaði nýggja nevndin seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, Næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Mortan Hansen, Barbara Chaparro og Tummas P. av Reyni. Tiltakslimir eru Dina Splidt og Alberg Lútzen. Sum kassameistara valdi nevndin Bjørn Patursson.


f.v. Alberg Lútzen, Mortan Hansen, Barbara Chaparro, Brandur í Dali, Osvald S. Johansson og Tummas P. av Reyni.