30. juli 2022

Svanna og Barbara vunnu á ólavsøku

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, handar Barbaru Carlsen steyp

 Tað var júst sum vanligt uppi á ríðibreytini a ólavøku. Nógv fólk, gott lag og nógvir spennandi riðlar. 

Mesti spenningurin var sum altíð um Tvíspor l flokk. Millum reiðfólk verður tað roknaður sum størsti heiður at vinna júst tann flokkin. Hesaferð var tað Svanna við Barbaru Carlsen ið vann, tær hava annars ikki havt eitt so gott kappingarár, sum onkur hevði væntað, men á ólavsøku vóru tær til reiðar og vunnu ein rættiliga greiðan sigur á degnum. Nummar tvey gjørdist Bragi við Jónu Ólavsdóttir og nummar trý Marengo við Halli Hansen á baki. Bragi hevur annars vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar í ár, men við sigrinum hjá Svannu á ólavsøku, er nú aftur komin spenningur í stríðið um FM.

Tvíspor ung var eisini sera spennandi. Á degnum var tað Silfa hjá Ásu Bárðardóttir ið vann, men har vóru bara 15 hundrandapartar av einum sekundi aftur til nummar fýra, Sirkill og Ranju H. Durhuus. Millum hasi rossini komu sum nummar tvey Báran við Fíu Nolsøe og Spirit við Hanus Patursson á baki. Báran og Spirit vóru í einum sera tøttum riðli har Báran vann við einum hundrandaparti av einum sekundi. 

Hinar greinarnar vunnu hesi. Tølt - Silja G. Eystberg (Tango) Skeið - Ranja H. Durhuus (Orka) Trav opin flokkur - Marna Anthoniussen (Oscar) Trav - Hallur Hansen (Grettir) og Tvíspor vaksin ll flokkur Sigtór Lútzen (Thor) 

Øll úrslitini síggjast á leinkju her: Úrslit ólavsøka 2022












28. juli 2022

40 ross kappast á ólavsøku


 Tað er aftur í ár stór luttøka til ólavsøkukappríðingina, 40 ross vera við til kappingina í Marknagili ólavsøkudag kl 15.

Siðbundna ólavsøkukappríðingin, ið fylti 100 ár í fjør hevur altíð havt stóra undirtøka millum manna. Nógv fólk hava sum fastan sið at byrja seinna ólavsøkudagin uppi á breytini við oyggjarvegin. 

Tey 40 rossini eru býtt út á hesar bólkar. Í Tølt eru 7 ross við og í Skeið 5 ross, hesi kappast einsæris á 100 metra teini. Síðani verður farið út á 250 mtr. Har kappast ross í riðlum. 1 ross er við í kappingini Trav opin flokkur, hetta er bólkur fyri ross ið ikki lúka treytirnar fyri at luttaka í FM kappingum, tær eru fyri føroysk, norsk, íslandsross og blandingar harímillum. Síðani eru 7 ross við í Trav, 9 við í Tvíspor ung og 8 við í Tvíspor ll flokkur vaksin. At enda verður farið út á 500 mtr., har fara 3 ross at kappast um hvør skal vinna Tvíspor l flokkur vaksin.  

Fegnast kann serliga um at undirtøkan í Tvíspor ung er vaksandi, hetta burdi borið boð um bjarta framtíð fyri ríðingina. 

Paringin til kappingina sæst á leinkju her: Paring ólavsøka 2022

27. juli 2022

Zacharias og Snarpur ganga fremst til ólavsøkusetana



 Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen, sum skal ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan.

Zacharias R. Jakobsen hevur riðið frá smádrongi av, hann sigur at har vóru fleiri ross í bygdini og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hann byrjaði tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í áleið 35 ár.
Hann luttekur ikki í FM kappingini í ár, men hóast hann er farin um tey 60, so útilokar hann ikki at hann verður at síggja aftur á ríðbreytinum komandi árini.  
Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.

Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er at hann og ryssan Ronja vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Ronju til skrúðgonguna, men ein hest ið er nevndur Snarpur. Hetta av tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Ronja
Snarpur er vakur 17 ára gamal hestur av slagnum íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin frá hann var 4 ára gamal.

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl 15. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

24. juli 2022

Afturhvarv - Samrøða frá 2015 við Poul Mohr um søguna hjá ólavsøkuskrúðgonguni

 

Poul Mohr var ofta við til ólavsøkuskrúðgonguna, her sæst hann saman við Viljormi Tórsheim í Kommunuskúlagarðinum

Vit vitjaðu í 2015 Poul Mohr - Heima hjá honum og konuni Onnu hava rossafólk ofta sitið væl. Bæði á ólavsøku, men eisini áðrenn og kanska serliga aftaná ríðitúrar og kappingar.
Poul var sum einasti tálivandi við til tí fyrstu ólavsøkuskrúðgonguna. Hann greiddi okkum frá at menn hittust heima hjá pápa hansara, Kjartan Mohr, dagin fyri ólavsøku í 1942.

Teir ið løgdu ráð hetta kvøldið vóru Gustav Reinert, Edvard Samuelsen og Kjartan Mohr. Síðani fóru boðini út til reiðfólk at hittast dagin eftir. Skipað bleiv soleiðis fyri at Vilhelm Tórsheim, kallaður keisarin gekk fremst við merkinum, honum á bakið kom frelsurnarherurin við hornblástri og so komu reiðfólkini. Skrúðgongan byrjaði niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið. Hiðani gekk leiðin so umvegis Tróndargøtu oman á Tinghúsvøllin. Tað var frá fyrsta degi lagt dent á at reiðfókini skuldi vera væl ílatin. Hvít skjúrta og svart slips var búnin hjá reiðfólkunum.


Hetta bleiv byrjanin til ólavsøkusetana sum vit kanna hana í dag, Føroya Ríðingarfelag bleiv stovnað árið eftir og øll árini hava rossini átt heiðurspláss í skrúðgonguni.
Seinni komu so onnur ítróttarfólk eisini við í skrúðgonguna. Men siðurin at fremsti flaggberin er reiðfólk er enn tann dag í dag galdandi.

Fólk flest minnast helst best tey mongu árini tá Sverri Trónd Hansen var flaggberi, Sverri reið nógv ár á einari ryssu ið kallaðist Holla. Sverri gekk nógv uppí at tingini skuldi vera í ordan, hann búði uppi í Gundadali og Poul segði, at tað gekk ein søga um at einaferð á ólavsøku, um morgunin tá skrúðgongan skuldi vera kom ein B36'ari inn í gamla B36 húsið, hann hoyrdi ógvusligan larm inni í brúsirúminum - Tá hann fór inn var tað Sverri sum var farin inn har at vaska ryssuna, hetta so hon var fín til skrúðgonguna.
Tá Sverri legði frá sær, var avgjørt at føroyamesistarin í tvíspor árið frammanundan skuldi bera flaggið framyvir. Um hesin ikki bjóðar seg til, so avgerð nevndin í Føroya Ríðingarfelag hvør skal bera flaggið.

Sverri Trónd sum flaggberi

Her er tað Búi Holm ið ber flaggið



22. juni 2022

Bragi heldur áfram, har hann slepti í heyst

Bragi og Jóna Ólavsdóttir vunnu Tvíspor 1 flokk

 Aftaná ein vátan leygardag við Leynavatn, har tað gjørdist neyðugt at útseta kappríðinga til sunnudag, so eyðnaðist sunnudagurin stak væl, sólin skein oman og niðan og nógv fólk vóru komin at hyggja at kappríðing. 

Tað sum oftast hevur størstan áhuga er Tvíspor 1 flokkur, har vóru fýra ross við, men eiðishesturin Bragi við Jónu Ólavsdóttir tók við har tey sleptu í fjør og vunnu rímiliga greitt við tíðini 20,21. Nummar tvey var Marengo við Halli Hansen á bakið, tíðin var 21,40. Nummar trý gjørdist Svanna og Barbara Carlsen, teirra tíð var 21.44. 

Tvíspor ung var sera spennandi og har vóru fleir áhugaverdir riðlar. Flokkin vann Sirkill úr Nólsoy við Ranju K. H. Djurhuus á bakið, tíðin var 20,26, bara fýra hundrandapartar aftanfyri Sílfa og Ása Bárðardóttir. Nummar trý var Báran við Fíu Nolsøe á bakið.  

Hinar greinarnar vunnu hesi, Tølt, Strákur og Bárður Johannessen. Skeið, Orka og Ranja K.H. Djurhuus. Trav, Grettir og Hallur Hansen. Tvíspor 2 flokk, Tindur og Barbara Carlsen. Aftaná FM kappingina var stuttleikakapping, hana vann Yrsa H. Djurhuus á hestinum Hepna. 

Allar tíðirnar síggjast her: Úrslit Leynavatn

19. juni 2022

So var turt við Leynavatn

 


Aftaná at tað var neyðugt at útseta kappríðingina í gjár, eru fortreytirnar munandi betri í dag. 

Tí hevur nevndin í felagnum avgjørt at kappast verður við Leynavatn í dag kl 15, tó við tí fyrivarni at startdómari og dómsnevnd góðkenna breytina. 

Tað vera 36 ross ið fara at kappast og riðlarnir síggjast her: Leynavatn 2022

18. juni 2022

Kappríðingin útsett vegna veður

 


Tað er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, tí er árliga Leynavatnskappingin hjá Føroya Ríðingarfelag útsett til í morgin sunnudag 19/6 kl 15. Vónin er at vatnið er minkað so mikið til tá, at tað ber til at ríða kapp eftir sandinum. 


9. juni 2022

28. maj 2022

Djóradagar byrja kl 14 í dag

Ponyríðingin er altíð vælumtókt hja børnunum

Stóra familutiltakið, Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag verður nú hetta vikuskiftið. Tiltakið er í Havnardali og er báðar dagarnar frá kl 14 til 18. 

Djóradagar hava ikki verið seinastu tvey árini vegna korona, so felagið og limirnir eru sera spent at bjóða gestum vælkomnum á økið aftur. Vanliga eru áleið 5-6000 fólk á økinum hesar dagarnar. 

Serliga er tað tey smærri børnini sum plaga at dáma væl Djóradagar. Tað er forkunnugt hjá teimum at kunna síggja so nógv djórasløg samstundis. Nevnast kunna úr rúgvuni, gæs, dunnur, fjallaneyt, slangir, sugar gliders, hønir, kempikanin umframt heili 10 ymisk rossasløg. 

Tyrlan kemur at vitja í dag, teir gera eitt hoist umleið kl 15:30 í dag. Sum vant eru hoppiborgir o.a. í ríðihøllini, eisini verður kaffisøla o.a. bæði í høllini og felagshúsinum   


27. maj 2022

Skrá Djóradagar

 


23. maj 2022

Reiðhøllin stongd vegna Djóradagar

 Kunning til okkara limir

Vegna tað at høllin verður riggað til Djóraðagar, so er hon stongd fyri ríðing, frá nú av til hon verður lýst at vera opin aftur.
Víst verður til girðingar og breyt úti, til tey sum ikki vilja fara í hagan.

13. maj 2022

Ruddingardagur 14/5-22


 

9. maj 2022

Tvífalda fermetratalið í felagshúsinum.

Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur og Brandur í Dali, formaður í Føroya Ríðingarfelag


So var "spakin" at enda settur í at útbyggja felagshúsið.
Nevndin í Føroya Ríðingarfelag, avgjørdi tíðliga í vár at útbyggja felagshúsið við umleið 160 fermetrum. Aðalfundurin í mars tók eisini einmælt undir við hesum.
Uni Patursson hevur teknað útbyggingina, ið er størri enn verandi felagshús, soleiðis verður talan um meira enn eina tvífalding av fermetratalinum. Sáttmáli er síðani undirskrivaður við Búsetur um at gera arbeiði sum heildarveiting. Tað dróg eitt sindur út at fáa byggilovir o.a. formelt, men beinanvegin tað kom undir land fór byggifelagið í gongd.
Metta byggitíðin er 6 mðr, og kemur hetta sjálvandi at ávirka virksemi hjá felagnum hesa tíðina, men tá tað er liðugt fáa vit eitt felagshús sum verður munandi betri enn verandi, serliga verður tað salurin, goymsla og vesimøguleikar ið vera betri.

 










10. april 2022

Djóradagar 2022 á skrá 28 og 29 mai


Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar verður í ár tann 28 og 29 Mai. 
Aftaná koronasteðg í tvey ár gleða vit okkum til at skipa fyri djóradøgum aftur. 

Hjá nógvum familjum er tað vorðin siður, at leggja sær leiðina út í havnardal tá Djóradagar eru. Tey hava har høvið at vitja djórini sum vanliga eru í dalinum, umframt nógv onnur forkunnug djór sum ikki eru at síggja vanliga.

 Eisini er hetta ein gyltur møguleiki at hitta vinir, og fólk ein vanliga ikki sær í dagligdegnum. 
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing sum tað eisini verður kallað er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni í, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.

Djóradagar er eitt familjutiltak burturav og er stuttligt at síggja somu snýðini ár aftaná ár. Tey vaksnu sum fyrstu árini komu við sínum børnum, koma nú við ommu og abbabørnum, umframt at nýggj andlit leggjast afturat á hvørjum árið. Hetta er greitt tekin um, at tá felagið byrjaði hetta tiltak á sinni, hava tey rakt ein tørv sum ikki hevur verið nøktaður áðrenn.

















23. marts 2022

Seta sær stór mál

 

f.v. Tummas P. av Reyni, Mortan Hansen, Sonja S. Petersen, Osvald S. Johanson, Eva L.S. Klemmentsen og Brandur í Dali - Barbara Carlsen manglar á myndini.

Á aðalfundinum hjá Føroya Ríðingarfelag herfyri vóru ikki tær stóru broytingarnar í nevndini, Sonja Skylv Petersen var vald í nevndina fyri Barbaru Carlsen sum valdi at takka fyri seg, men tó heldur fram sum tiltakslimur. Nevndin er nú hendan, Brandur í Dali, formaður, Osvald S. Johanson, næstformaður, Tummas P. av Reyni, Mortan Hansen og Sonja S. Petersen eru nevndarlimir og Barbara Carlsen og Eva L.S. Klemmentsen eru tiltakslimir. 

Tað kom fram á fundinum at nevndin hevur stórar ætlanir. Longu til í heyst er ætlanin at felagshúsið skal vera útbygt, til at vera dupult so stórt. Hetta arbeiði fer í gongd fyrsta dagin, fígging er fingin til vega og sáttmáli við arbeiðstakara er við at koma undir land. Eisini er ætlanin at koma í gongd við fjósbygging aftur. Arbeitt hevur verið við fjósabygging leingi, men nevndin fýlist á at umsitingin á vaglinum hevur lagt fótonglar fyri byggingini og setur órímilig krøv til felagið.

Nevndin vónar tó at tað verður funnin ein loysn sum skjótast, tí bíðilistin at sleppa at byggja fjós er langur, men ásannandi at tað er neyðugt við byggiloyvið fyri at byggja, so er ikki annað at gera, enn at vísa tol til hetta málið eisini vónandi verður rokkið. 



18. februar 2022

Aðalfundur 10 marts kl.19.00


 

Aðalfundur verður í felagshúsinum hósdagin 10. Marts 2022 kl.19.00

Skrá sambært viðtøkunum

Uppskot til aðalfundin, skulu verða felagnum í hendi, í seinasta lagi 8 dagar undan fundinum

Fjósanevndin hevur fund sama dag kl.18.00

Nevndin

30. januar 2022

Skrá 2022

 Góðu limir.

Skráin fyri 2022. Vit vóna at undirtøkan verður stór til ymsu tiltøkini og gleða okkum til eitt ár við góðum upplivingum og minnum fyri framtíðina ❤️
26. Februar, kl 13.00 - Ringríðing og tunnusláttur í Havnardali
1. Mars, kl. 19.00 - Aðalfundur í felagshúsinum
26. Mars - Ársveitsla
2. Páskadag - Felagstúrur, vit møtast á Kleynisvarða kl. 11.00
14. Mai, kl. 10.00 - Ruddingardagur í Havnardali
28.-29. Mai - Djóradagar
6. Juni, 2. Hvítusunnudag - Felagstúrur, vit møtast við felagshúsið kl 11.00
17. Juni - Felagstúrur norður til Leynavatn, farið verður kl 19.00 úr Havnardali
18. Juni - Kappríðing og leirbál við Leynavatn
28. Juli, kl. 13.00 - Ólavsøkuskrúðgonga, møtt verður í Kommunuskúlagarðinum
29. Juli, kl. 15.00 - Kappríðing í Marknagili
27. August, kl. 14:00 - Heystkappríðing og felagstúrur við hugna í felagshúsinum aftaná
2. Jóladag - Felagstúrur, vit møtast við felagshúsið kl 11.00
Við ríðikvøðu,
Nevndin