30. maj 2018

Væleyðnaðir Djóradagar



Seinasta vikuskiftið vóru Djóradagar á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Sum altíð var tiltakið sera væl vitja, millum 4 og 5 túsind fólk vitjaði tiltakið. Hetta má metast at vera sera flott, tá kappast verður við bátasetevnu, oyggjardagar og fótbóltsdystir.

Fyrireikaranir gleðast um at fólk eru so trúføst og siga at hetta vísir at tað er tørvur á einum tílíkum tiltakið, eitt tiltak sum serliga er ætla til barnafamiljur. Hetta var tjúginda árið at Føroya Ríðingarfelag skipar fyri Djóradøgum. Nevndin fer nú at eftirmeta tiltakið, so tiltakið verður enn betri næsta ár.









27. maj 2018

Djóradagar aftur í dag

Ungu reiðgenturnar vísa kynstir


Djóradagar, tað stóra árliga familjutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, er hetta vikuskiftið í Havnardali.  Her eru nakrar myndir frá leygardegnum, tiltakið heldur fram í dag frá kl 14 til 18.









23. maj 2018

Skráin Djóradagar 2018


15. maj 2018

Rudda til Djóradagar 26 og 27 mai

Kaffisteðgur og fólkini frá Føroya Ríðingarfelag taka sær av løttum eina løtu

Afturvendandi tiltakið Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag, verður annað vikuskiftið, dagarnar 26 og 27 mai. Í hesum sambandið ruddaðu og vaskaðu fólk frá felagnum herfyri økið í Havnardali.

Hallur Hansen. formaður felagsins sigur at síðani asfalt var lagt á meginpartin av økinum, er tað munandi lættari at halda reint. Seinasta asfaltið var lagt á fyri nøkrum árum síðani, hetta var partur av avtalu, í samband við at Tórshavnar Kommuna hevur frítíðarskúla á økinum.

Djóradagar eru afturvendandi tiltak, ið skjótt hava 20 ár á bakið. Tað var táverandi formaðurin Eyðfinnur í Búðini og nevndin ið komu við hugskotinum. Hetta bleiv bygt upp í smáum, til nú at vera eitt tiltak, har omanfyri 5000 fólk vitja, teir báðar dagarnar tiltakið er.

Føroya Ríðingarfelag hevur øll árini lagt dent á, at hetta tiltakið ikki skal vera óv kostnaðarmikið fyri tey vitjandi. Ókeypis atgongd er fyri børn og atgongumerkið fyri vaksin er bert hækkað 10 kr øll hesi árini, tað kostar kr. 50,- hjá vaksnum at vitja. Inni á økinum er ókeypis at síggja øll djórini, møguleiki er eisini at royna ponyríðing o.a. Hesi tiltøk kosta, kaffisøla o.a. er sjálvandi eisini.

6. maj 2018

Ríðisambandið somu leiðslu

Nevndin í Ríðisamband Føroya. F.v. Zacharias R. Jacobsen næstformaður, Brandur í Dali, formaður og Símun Skaalum, nevndarlimur

Á aðalfundi í ÍSF húsinum í gjár, var øll leiðslan í Ríðisamband Føroya endurvald. Tað eru tey trý reiðfeløgini Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag ið eiga hvør sítt umboð í nevndini. Nevndin hevur skipað seg soleiðis at Brandur í Dali er formaður, Zacharias R. Jacobsen næstformaður og Símun Skaalum nevndarlimur.

Aðalfundurin var nøgdur við farna árið, har tað kanska serliga var 7 plássið hjá Elini V. Tindskarð til HM fegnast kundi um í altjóða høpi, Hetta er sætt bragd, men aðalfundurin átalaði at hetta ikki fekk røttu virðing hjá ÍSF, av tí at Úrvalsnevndin hjá ítróttarsambandinum ikki viðurkennir gongulagskappingar á sama hátt, sum aðrar ítróttargreinar. Nevndin í Ríðisambandinum hevur tó lovað at arbeiða víðari við hesum málinum.

2017 var eisini merkt av sorgblýdni, tá Svenning Reinert takkaði fyri seg innan kappríðing. Svenning var 81 ára gamal. tá hann á heystið 2017 reið sína seinastu kapping. Hann var eisini heiðraður í stóran mun av forsetanum hjá ÍSF og hetta fegnaðist aðalfundurin um.

Millum málini sum nevndin hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi árið, er at bøta um umstøðurnar til FM kappingar. Nýggj tíðtakingarútgerð er keypt og skal hon roynast longu í hesari vikuni. Ungdómsarbeiði skal raðfestast hægri og er eisini ætlanin at Ríðisambandið skal menna sína egnu heimasíðu, sum skal bera teimum rossaáhugaðu tíðindir um teirra ítrótt.

4. maj 2018

Saðilin - Hesaferð Ragnar Dam



Navn: Ragnar Dam
Bústaður: Leynar
Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? 1991 fekk eg Tàttu ùr Ìslandi
hvat slag var rossið ? Ìslensk
Hvussu nógv ross eigur tú ? Tvey Embla og Hnakkur
Hvat er títt yndisross ?. Embla
Besta ross tú hevur átt, grundgev hví ? Embla. Eitt gott tùr ross
Yndisrossaslag ? ìslensk
Yndisgongulag Tølt og eitt gott trav.
Um tú slapp at velja frítt millum øll ross í Føroyum, hvat ross hevði tú valt ? uha tad hevdi verdi ringt,
tad eru nogv gòd ross ì Føroyum.
Hvat er besta ross nakrantíð í Føroyum ? fyri meg er tad Embla.
Hvør føroyingur hevur lært teg mest um ross og rossahald ? Uttan iva Regin Jòhannessen
Hvar í Føroyum er best at hava ross ? tad er Havnadalur, sera gòdar umstødur
Hvar í Føroyum er best at ríða ? Vàgun og streymoy
Hvønn føroying metur tú vera besta reiðfólk ? Regin Jòhannessen
Besti ríðitúrur nakrantíð ? ja tad eru nògvir besti tùrur eftur hondini. Men tùrarnir à Hvìtusunnu eru nækda heilt serligt.
Hvør er stuttligast at ríða saman við ? vinum

Hvør skal í saðilin næstu ferð ? Bàrdur Jòhannessen