Veðrið frá YR

Limaskapur og gjøld í Føroya Ríðingarfelag

Soleiðis gerst tú limur í Føroya Ríðingarfelag:

Um tú hevur áhuga í at gerast limur í Føroya Ríðingarfelag, kanst tú gera tað við at flyta upphæddina á konto hjá Føroya Ríðingarfelag og senda kvittan til kassameistarin hjá felagnum. Harumframt, skalt tú upplýsa fult navn og bústað í teldupostinum og hvat ár flutt verður fyri.

Kostnaðir fyri limaskap í Føroya Ríðingarfelag:


  • Børn og ung undir 16 ár:      kr.50,00 og er eitt árligt gjald
  • Vaksin, 16 ár og eldri:          kr.100,00 og er eitt árligt gjald

Peningurin skal flytast á konto hjá Føroya Ríðingarfelag í BankNordik. 
Kontonummar: 6460-150.658.9

Kvittan og upplýsingar, skulu sendast til Bjørn Patursson kassameistara, á bjornp@savn.fo

Gjøld fyri lykil og ríðihøllina:

Fyri at fáa atgongd til ríðihøllina, luttaka á skeiðum, sum Føroya Ríðingarfelag skipar fyri og fyri atgongd til felagshúsið, er neyðugt at man keypir lykil og rindar fyri nýtslugjald.

Lykilin gevur atgongd til ríðihøllina og felagshúsið.


  • Lykil kostar kr. 250,00
  • Nýtslugjald fyri ríðihøll og felagshúsið er kr. 100,00 og er eitt árligt gjald

Peningurin skal flytast á konto hjá Føroya Ríðingarfelag í BankNordik. 
Kontonummar: 6460-150.658.9

Kvittan og upplýsingar, skulu sendast til Bjørn Patursson kassameistara, á bjornp@savn.fo

Um tit ynskja at keypa lykil, kunnu tit venda tykkum til onkran í nevndini.

Hava tit spurningar, kunnu tit venda tykkum til Hall Hansen, formann í Føroya Rìðingarfelag, á tlf. 556306 ella umvegis teldupost á hansenhallur@gmail.com.


Ingen kommentarer: