Veðrið frá YR

7. september 2014

Jonita og Flykra vunnu FM


Árliga heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var leygardagin. Hendan kappingin er seinasta kappríðingin á árinum og samstundis dagurin har seinastu FM vinnaranir vera funnir. 

Í ár var serliga spenningur í Tvíspor ung, har Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir á baki undan leygardegnum var á odda við minst møguligum muni, frammanfyri Sinu og Pegasus.
Hesi trý dystaðust eisini hvør móti øðrum leygardagin. Brá vann tó greitt og lat ongan iva vera um, at hon hevði uppinborið FM heitið, Brá og Ragnheiður fingu eisini bestu tíð av øllum á breytini hendan dagin.

Tvíspor fyrsta flokk vann Vør við Fríðbjarta Reinert á baki, hetta var tó akkurát ikki nóg gott til at vinna FM. Føroyameistaraheitið fór hesuferð vestur í Vágoynna, tað gjørdist ryssan Flykra við ungu Jonitu á Plógv á baki í vunnu FM.
Hini ið vunnu FM vóru í Skeið Gylling við Regin Johannesen og Trav Máni við Knút Lútzen á baki. Hesi vunnu eisini á Heystkappríðingini.

Øll úrslit frá kappingini kunna síggjast á hesari leinkju: