3. oktober 2006

Ringríðing 2006





Føstulávint 2006
Í góðveðrinum leygardagin var sera væleydnað føstulávintshald í Havnardali. 
Byrja varð kl.14 við ringríðing fyri børnum. Tað vóru fleiri børn ið tóku av hesum møguleika, og at enda var tað Hildur á Plógv, ið vann.
Aftaná børnini, var tað tey vaksnu, sum skuldu at royna seg. Her vóru 22 luttakarir - bæði kvinnur og menn - og gjørdist hetta ein sera spennandi kapping.
Her hendi tað heilt ótrúgliga, nevnliga at Johan á Plógv gjørdist tann drúgvasti, og vann kappingina.
Tunnusláttur var síðan fyri børnum í felagshúsinum, og tey vaksnu hildu til í Tølthøllini.
Kattakongur hjá teimum vaksnu gjørdist Ingi Sjúrðarson.






                                                                                                              Mynd: Johan á Plógv


  Mynd: Geir Wardum og næsta ættarlið

  Mynd: Hildur á Plógv

Mynd: Johansen

Mynd: Dómarar

Mynd: Formaðurin

Mynd: Gunnrid hjálpir lítla á Plógv