Veðrið frá YR

31. august 2018

Enn ein ávisur FM spenningur

Mynd frá ólavsøku, Freyr og Bryndis Hjartardóttir móti Marengo og Regini Johannessen

Tað er í morgin, leygardagin kl 14, at vit skula finna útav hvør vinnur FM steypini í kappríðing í 2018. Summar greinar eru avgjørdar, summar greinar hava greiðan favorit, men í einari grein er ein rein FM finala millum tvey ross.

Skeiðkappingin er langtsíðani avgjørd. Gylling, reyða ryssan hjá Regini Johannessen hevur vunnið allar kappingarnar og hevur tí longu vunnið FM heitið. So er bara spurningurin um hon eisini megnar at vinna á heystkappríðingini.

Í Trav er øðrvísi, har er ein rein FM finala millum Savoy hjá Berit Joensen, har Eiler Joensen ríðir og Grett hjá Sjúrða Holm, Kristfríð D. Jacobsen ríðir á Gretti. Hesi bæði rossini hava deilst um at vinna kappingar í ár, men Grettir man metast at hava besta møguleikan, tá tað tykist sum hann hevur betri ferð í løtuni. Men hetta verður heilt vist ein spennandi tvídystur, millum tvey ross sum eru paraði í sama riðili, har tann sum hevur bestu tíð vinnur FM.

Kappingin hjá teimum ungu hevur eisini verið spennandi í ár. Fyrstu kappingarnar vann FM vinnarin frá í fjør, Spirit hjá Randarsól Heinesen, men Spirit hevur ikki verið 100% seinastu tíðina og verður ikki við í morgin. Tískil er lagt upp til at tað verður tað verður Sílfa hjá Ásu Bárðardóttir, sum vinnur FM heitið hjá teimum ungu. Sílfa hevur verið eitt sera jaligt íkast í hesum kappringarárinum, á seinastu kapping hevði hon bestu tíð av øllum, eisini teimum vaksnu.

Tvíspor vaksin bólkurin er eisini mest sum avgjørdur, tað skal vilja illa til, um Svanna hjá Hans Paula Poulsen ikki endurvinnur FM heitið, Svanna er fýra stig frammanfyri nummar tvey og skal tískil enda aftast, um hon ikki skal vinna steypið. Men kappríðingin verður tó heilt vist spennandi hóast hetta, Svanna skal renna móti Freyr hjá Onnu Magnussen. Tað er Bryndis Hjartardóttir sum ríðir á Freyr, seinast hesi rossini dystaðust, vóru bara 2 hundrandapartar av einum sekundi á muni.

Paringar síggja á hesari leinkju: PARINGAR HEYSTKAPPRÍÐING 2018

28. august 2018

Felagstúrur

Aftaná kappríðingina leygardagin 1. septembur, skipar felagið fyri felagstúri frá felagshúsinum.
Felagið bjóðar suppu í felagshúsinum aftaná túrin.

Væntandi verður farið kl.17.00

22. august 2018

Heystkappríðing

19. august 2018

11 ára gamla Ása Bárðardóttir skjótast av øllum

Ása Bárðardóttir og Sílfa vunnu bæði riðil, kapping og høvdu eisini bestu tíð av øllum 

Í gjár var FM kapping í kappríðing á flúgvarbedingini í Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði fyri og luttóku 21 ross í kappingini.

Stóra hetjan hesa kappingina gjørdist bara 11 ára gamla Ása Bárðardóttir úr Havn. Hon reið á ryssuni Sílfu og tær báðar gjørdi tað bragd, at tær ikki bara vunnu í Tvíspor ung, men tær høvdu samstundis eisini bestu tíð av øllum rossunum hendan dagin. Sílfa rann hálvt sekund skjótari enn besta ross í Tvíspor vaksin.

FM kappingin í Tvíspor ung er annars sera spennandi, og tá heystkappríðingin er í Marknagili um tvær vikur, verður ein rein finala millum Ásu Bárðardóttir á Sílfu og Randarsól Heinesen á Spirit.

Spenningur var eisinum undan Tvíspor vaksin. Seinasti riðilin var millum Bryndis Hjartardóttir á Freyr og Hans Paula Poulsen á Svannu. Á ólavsøku vann Freyr meðan Svanna gjørdist nummar trý.
Tí vóru bara tvey stig á muni millum rossini í FM stríðnum, har Svanna átti munin. So um Freyr vann í gjár vóru rossini púra jøvn í stigum.

Tað gjørdist eisini sera tætt, men á málinum átti Svanna og Hans Pauli Poulsen munin, sum tó var so evarska lítil sum 2 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta merkir at Svanna nú økir um stigamunin og er greiður favorittur at vinna FM

Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið - Regin Johannessen á Gylling. Tølt - Bárður Johannessen á Syrpu. Trav Opin flokkur - Marna Anthoniussen á Oskar. Trav - Kristfríð D. Jacobsen á Grettir.


Bryndis Hjartardóttir á Freyr móti Hans Paula Poulsen á Svannu

15. august 2018

Kappríðing í Vágum leygardagin 18. august kl.15.00



Leygardagin 18. aug kl.15.00, skipar Vága Ríðingarfelag fyri kappríðing við flúgvarabedingina. So nú er at melda til.
Freistin fyri tilmelding er hóskvøldið 16. aug kl.19.00.

Frá Vága Ríðingarfelag:
Leygardagin 18 august verður heystkappríðingin á flúgvarabedingini. Kappast verður í skeið,tølt,trav, tvíspor ung, annar flokkur og fyrsti flokkur. Heiðursmerki verða latin til nr:1, 2 og 3. Byrjað verður kl 15.
Melda teg til á telefon 210737, 215527 og 211643. Seinasta freist at melda seg til er 16 aug kl 19
vinarliga Vága Ríðingarfelag.