29. maj 2015

28. maj 2015

Djóradagar og "Summer of love"


Komandi vikuskiftið verður karmur um Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag.
Hetta er seytjandu ferð hetta tiltak er á skrá, og eru hvørt ár nógv fólk ið nýta høvið at vitja á økinum í Havnardali. 
Tað er eisini nógv at síggja í ár, umframt útstillarar sum vísa ymisk ting fram, eru nógv djór og annað forvitnisligt. Tyrla, stigabilar, hoppiborgir og mangt annað sum børnum dáma. 
Til tey vaksnu eru góðar umstøður at fáa sær ein kaffimunn og at hvíla sær beinini, meðan børnini renna runt á stóra økinum hjá ríðifelagnum.
Sum nakað nýtt í ár hevur Felagið Føroysk Ross, fingið eitt heilt fjós fyri seg sjálvi, har tey fara at vísa teimum vitjandi okkara heilt serstaka rossaslag. Felagið fer eisini at gera kanningar á ryssum meðan tiltakið er. Hetta er partur av virkisætlani "Summer of love" ið skal stimbra um nøringina av føroyskum rossum.
Tiltakið er leygardagin og sunnudagin millum kl 14 og 18. 
'








27. maj 2015

22. maj 2015

Djóradagar 2015


9. maj 2015

Ruddingardagur 16/5 kl 9


Føroya Ríðingarfelag hevur ruddingar og arbeiðsdag á økinum hjá felagnum leygardagin t. 16/5
Tað er tilætlað at ruddingardagurin hjá okkum, ikki er samstundis við tí hjá býráðnum, so hava fólk møguleika at vera við til bæði.
Byrjað verður kl 9 við morgunmati í felagshúsinum, síðani verður farið til verka. Ætlanin er sum vant at rudda sum mest og samstundis gera smærri umvælingar ið hava ligið á láni.
Heitt verður á allar limir um at møta, minst til at ruskið hvørvir ikki av sær sjálvum, tað sum tú ikki tekur upp eftir tær, má grannin rudda fyri teg - So møtið fjølment, til eina hugnaliga løtu saman !

6. maj 2015

Er áhugi í ríðijakkum


Nevndin í Føroya Ríðingarfelag hevur seinasta árið arbeitt við einari ætlan um at gera nýggjar ríðijakkar til
okkara limir og onnur ið hava áhuga fyri tí.
Nú eru longu nógv ár síðani vit seinast keypti jakkar og við sponsorstuðli kundi selja hesar fyri ein góðan prís. So er spurningurin, hvat hava limir okkara áhuga fyri ?
Skula vit keypa líknandi jakkar sum seinast, ella skal tað heldur vera okkurt lættari ?
Skal tað vera dýr kvalitetsvøra, ella kanska heldur okkurt ódýrari ið øll hava ráð til ?
Hvat halda tit ? Sig tykkara meining við onkran í nevndini ella viðmerk á Facebook.