30. marts 2016

Ross og ferðsla




  • Rossið er eitt djór sum í stóran mun vera stýrd av íelvi (instinkt) og ikki er óvanligt at ross rýma undan akførum um tey kenna seg ótrygg. Vit hava tí sett saman nøkur góð ráð til reiðfólk og teimum ið møta ross í ferðsluni. 

  • Tá tú koyrir bil og skal framvið einum rossið


    Heste i trafikken: Når du kører bil og skal forbi en hestTak altíð atlit fyri rossum í ferðsluni. Hetta eru stór djór, ið kunna gerast bangin og leypa til viks ella fara til stroks, hetta um tey vera kløkk av brádligum larmi ella støðum tey ikki eru von við. T.d. bilum sum speada upp, ein beriposi ið flagsar í vindinum ella um okkurt tey ikki hava hoyrt knappliga kemur undan onkrum blindum vinkli.
    Tá ross gerast bangin kunna tey elva til stóran vanda, bæði fyri seg og onnur í ferðsluni.
    • Set ferðina niður og halt góða frástøðu
    • Um tað ikki er møguleiki at koma framvið rossinum, halt so frástøðu til høvið býðst
    • Ross gerast ofta bangin fyri larmi tey ikki eru von við, so um tú koyrir við last ið larmar er ráðiligt at vera eyka varin
    • Um tú steðgar fyri at lova rossinum framvið, so bíða til tú er tryggur at rossið er komið væl framvið áðrenn tú speadar upp.
    • Gev gætir um reiðfólkið gevur tekin um at steðga ella at lækka ferðina - Tað kann vera at rossið ikki er trygt við bilum
    • Sløkk altíð langljósini tá tú møtir rossum í myrkrið

    Tá tú á súklu skal framvið einum rossið

    Súklan er nærum ljóðleys. Tí varnast ross og reiðfólk ikki súkluna fyrr enn hon er heilt tætt við. Hetta styggir ofta ross.

    • Tryggja tær at ross og reiðfólk vita tú er har, rópa ella nýt ringiklokkuna
    • Halt frástøðu tá tú fer framvið
    • Gev gætir um reiðfólkið gevur tekin um at steðga ella at lækka ferðina - Tað kann vera at rossið ikki er trygt við súklur
    • Tá tú ríður í ferðsluni

      Heste i trafikken: Når du rider i trafikken
      Vís atlit til onnur í ferðsluni, hugsa um at summi fólk ræðast ross og ikki vita hvussu ross bera seg at í ymiskum støðum
      • Ríð altíð í hjálmi 
      • Ríð í rekkju, ikki lið um lið
      • Hav altíð samband við rossið við teyminum
      • Ung og ótrygg ross skula altíð fylgjast við eldri ella ferðslutryggum rossum
      • Gev tekin til onnur í ferðsluni
      • Um tit eru fleiri er hent at rossini fylgjast og fara yvirum vegin saman, minst til at ross eru floksdjór.
      • Minst til endurskin, helst vest.

      kelda: sikker trafik

    26. marts 2016

    12. marts 2016

    Helena og Elska stóru vinnaranir í Dixie Cup

    Tað gjørdist Helena Dahl Thomsen og ryssan Elska ið gjørdist stóru vinnaranir tá árliga Dixie Cup kappingin hjá Føroya Ríðingarfelag var hildin í dag. Tær báðar gjørdi ikki mætari enn at vinna allar kappingargreinar hjá teimum ungu. Greinanar eru Lop, Tunnurace og skemtikapping. Fyri hetta fingu tey bæði stórt ferðasteyp og ein Pavo kraftfóðursekk frá MBM fyri hvørja vunna grein, umframt ein fyri samlaða sigurin. So elska kann síggja fram til gott fóður komandi tíðina. 



    Helena Dahl Thomsen og Elska

    Hjá teimum vaksnu var meira javnt. Har vóru tríggjir ymiskir vinnarar, Jakobina Niclasen og Kolbrá vunnu kappingina lop. Elisabeth Niclasen og Mímir vunnu tunnurace og Rebekka McBirnie á Vikto vunnu skemtikappingina. Her hendi tó tað løgna at eingin av hesum vunnu samantaldu kappinga, altso hvør hevur best tíð samanlagt. Tað var Godtfred Joensen og Prins sum vunnu samantaldu kappingina.
    Hesi fýra vunnu øll hvør sín Pavo kraftfóðusekk frá MBM, umframt at Elisabeth og Godtfred fingu ferðasteyp í varðveitslu til næsta ár. 

    Jakobina Niclasen og Kolbrá

    Elisabeth Niclasen og Mímir 

    Rebekka McBirnie og Victor

    Godtfred Joensen og Prins

    10. marts 2016

    Filmskvøld leygarkvøldi 12/3


    Tað grør um gangandi fót í havnardali..
    Tá Dixie Cup er liðugt leygardagin, fara vit yvir í felagshúsið at hyggja eftir gomlum rossafilmum.
    Vit hava funnið nakrar filmar fram, sum eru afturi frá 70'inum og fram til dagin í dag. Sjálvsagt verður "biip" at fáa til keyps.








    Dixie Cup 2016 leygardagin kl 14



    3. marts 2016

    Aluplast stuðlar við speglum

    Herfyri vóru tvey nýggj spegl sett upp í Reiðhøllini.
    Vit kunna nú avdúka at tey eru latin sum stuðul frá Aluplast. 
    Aluplast eru serfrøðingar í hurðum, vindeygum og húsafasadum, til privat, skrivstovu og virkisbygningar. 
    Vit takka Aluplast mangar ferðir fyri stuðul og vælvild !