21. november 2010

Kennir tú landið - Myndakapping

Mynd 1.  Hvussu eitur fjallið, ið myndin er frá ?




















Mynd 2.  Hvussu eitur fjallið aftanfyri Júst ?


















Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"


18. november 2010

Røktingar & Marknaðar dagur í Havnardali 27.11.2010 kl. 11-15

Røktingar & Marknaðar dagur í Havnardali 27.11.2010 frá kl. 11-15
Høvi er at selja og keypa gamla/nýggja rossa útgerð.
Djóralæknin (Bergur) kemur at geva ormakur, og svara spurningum.
V
Nevndin

14. november 2010

Kennir tú landið - Myndakapping



  Mynd 1.  Hvussu eitur fjallið ?

















Mynd 2. Hvussu eitur økið ?








Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"


Flest 1.pláss seinastu 7 árini ?

Hvør hevur oftast verið skjótastur á mál í 1.flokki seinastu 7 árini ?

Jú, tað hevur Hans Pauli Poulsen á Sólvindi. Hetta og mangt annað er skjótt at finna fram í online kappingaryvirlitum.

Meira er at finnað á :  kappingar.ross.fo

7. november 2010

Kennur tú landið - Myndakapping

Her er so aftur eitt umfar av mynda kappingini. Tað eru tvær myndir og onnur er ætlandi lættari at kenna.


Mynd 1.  Hvussu eitur vatni ?

Mynd 2.  Hvussu eitur vatni ?



Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"


4. november 2010

Áheitan

Rundgirðingin í høllini er uppkomin og høllin er annars klár til veturin.

Fólk eru so smátt byrja at nýta hana og í hesum sambandi verður heitt á øll um at taka væl upp eftir sær. Her verður serliga hugsað um rossalort, ið má takast upp so hvørt.


Føroya Ríðingarfelag

31. oktober 2010

Kaffiprát í felaghúsinum

Hugnaligt er at fara í havnadal sunnumorgun. Kaffi er oftast í kannuni í felagshúsinum og prátið gongur lívliga. Mætir menn umrøða ymisk viðurskifti í landinum og søgurnar eru mangar.

Soleiðis var eisini í morgun, har flent var  m.a. eftir havnamanninum, ið varð noyddur at flyta til Klaksvíkar og speiskliga tók til " hóast kirkjugarðurin er helvtina av tí í Havn, er hann óiva tvífalt so keðiligur at liggja í ".






29. oktober 2010

Kennur tú landið - Myndakapping

Mynd 1:  Hvussu eitur øki ?




Mynd 2:  Hvussu eitur skarði ?



24. oktober 2010

Kennir tú landið - myndakapping

Her er so næsta umfar av mynda kappingini. Hesuferð eru tvær myndir, soleiðis at onnur ætlandi er lættari at kenna.

    Fyrra umfari er ikki svara enn, so har er eisini møguleiki at gita myndina.


Mynd 1.  Hvussu eitur dalurin ?

Posted by Picasa



Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"


20. oktober 2010

Kennur tú landið - Myndakapping

Fyri at skapa áhuga fyri og aktivitet á nýggju heimasíðuni, er ætlanin at gera nøkur átøk av ymiskum slagi. Hesi verða byrja og roynd, so hvørt sum brúkilig hugskot kunnu gerast til veruleika.

Eitt av hesum hugskotum er at gera eina myndakapping fyri rossafólki, har myndir frá ríðitúrum verða nýttar til kappingina. Sum byrjan, er ætlanin at leggja nýggja mynd út einaferð um vikuna. Um fleiri hava rætt svar, verður drigi lut ímillum røttu svørini.

Hetta er ætla sum ein stuttleika kapping, tískil er eingin vinningur, og svørini frá øllum eru sjónlig. Møguligt er eisini geva svarið  "anonymt" um ein ikki hevur hug at verða nevndur.



Hvussu eitur hetta øki ?

Svara við at trýsta á "viðmerkingar" niðanfyri.


Vegleiðing niðanfyri við at trýsta á  "Les meira"

17. oktober 2010

Ríðiskeið 26/11-10 við Isólfi Líndal Þórisson


Isólfur Líndal Þórisson, útbúgv. frá Hólum og nú NM dómari, kemur 26. - 29. november 2010 at halda rídiskeid.
Tilmelding til rídiskeidid: Úti í tøltkantinuni 1.november 2010 kl. 20.00 - kl.21.00 og gjald: 900 kr pr. ross fyri fríggjakvøld og antin leygardag ella sunnudag.



Ringid til ítróttarnevndina: Anna Maria Joensen um tit hava spurningar til skeidid á tlf. 218192.


Leis meira á:
http://isross.com/

15. oktober 2010

Jórun Sumberg-Olsen og Glenn rossatannrøktari aftur í føroyum



Tey verða her í viku 41 og 42.

Les meira á:

14. oktober 2010

Myndir frá "á fjallið eftir rossum"

Tann 25 septembur skipaði Vága Ríðingarfelag fyri áhugaverdum tiltakið, nevniliga at fara á fjall eftir rossum.

Myndir eru nú at síggja á heimasíðuni hjá teimum.
http://www.vagaross.dk/10266894

7. oktober 2010

Kalendari

Umframt skránna, ið er gjørd fyri árið, er nú eisini stovnaður ein "Føroya Ríðingarfelag Kalendari".

Hesin er ætlaður sum ískoyti til skránna. Til dømis kunnu ríðilegur, ríðiskeið, fyriskipaðir túrar, arbeiðir ella líknandi setast í hendan kalendarin.

Leinkja er í vinstra bredda við heitinum:

 Føroya Ríðingarfelag Kalendari


3. oktober 2010

Fyrsti grein á nýggju síðuni

Hetta er fyrst greinin, ið løgd verður út á nýggju heimasíðuni. vónandi ferð hon at verða væl móttikin.

23. august 2010

Heystkappríðing og veitsla


Heystkappríðing og veitsla
Kappríðing verður í Marknagili, leygardagin 28 august 2010, kl 14,00Tilmelding seiast, mikukvøldið 25 august kl. 19,00Ring 211789 ella 219098
Leygarkvøldið 28 august 2010 kl. 19,30 verður felags veitslan í Tølthøllini.Atgongumerkir á 250 kr. verða seld í felagshúsinum hjá FR mikukvøldið 25 august millum kl. 19-00 - 21.00
Nevndin

8. august 2010

KAPPRÍÐING Í VÁGUM 14.08.10 KL 14:00

KAPPRÍÐING Í VÁGUM 14.08.10 KL 14:00
TILMELDING Á TLF 210737  OG HENGE@KALLNET.FO
SEINASTA FREIST HÓSDAGIN 12.08.10
VÆLKOMIN :)

19. juli 2010

Ólavsøku Kappríðing


Ólavsøku Kappríðing
Hósdagin 29.07. kl. 14,00 verður kappríðing við marknagil
Seinasta freist at melda til er hóskvøld 22.07. kl. 19,00
á tel. 211789 & 219098

Nevndin

16. juni 2010

FELAGSTÚRÐUR TIL LEYNAVATN

FELAGSTÚRÐUR TIL LEYNAVATN
Fríggjakvøldið 18. juni verður felagstúrður til Leynavatn.
Farið verður úr Havnardali kl. 19:00
Øll eru hjartaliga vælkomin

15. juni 2010

kappríðing við Leynarvatn

Leygardagin 19. juni kl. 15:00 verður kappríðing við Leynarvatn.
Kaffi/te og køkur fáast til keyps