Veðrið frá YR

26. februar 2017

Rebekka vann Ringríðingina



Árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í Reiðhøllini hjá felagnum í gjár. Ringríðingin er gomul siðbundin kapping, har fólk á rossabaki við bambusstavi skula raka ein evarska lítlan ring ið hongur í tveir metra hædd. Krav er eisini at rossini skula vera í lop, tá tey kappast.

Ringiðingin er altíð á fastilávint, so nógv av reiðfólkunum eru eisini grýluklødd, aftaná kappingina verður eisini sligið tunnu.
Sera nógv ross vóru við í ár, men spakuliga vóru tey sílaði frá og tað endaði við einari finalu millum Kristfríð D. Jacobsen, Rebekku J. Simonsen, Sonju Síminardóttir og Knút Lútzen.
Her dróg Rebekka J Simonsen longsta stráið og vann, hetta er fyrstu ferð Rebekka vinnur Ringríðing. Hjá børnunum vann Hanna Sigtórsdóttir.












19. februar 2017

Ringríðing og tunnusláttur leygardagin


Poptop- kaffi - Kakao kr. 5,- / Fastilávintsbollar kr- 10,- / Biip 20/30,-  

11. februar 2017

Saðilin - Hesaferð Robert Brockie

Robbie á Hvirlu, dótturin Gunnvá situr frammanfyri.

Navn: Robert Brockie

Bústaður: Tórshavn

Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? hvat slag var rossið ? 1968, Grani, norskur, fekk hann tá eg fylti 12 ár.

Hvussu nógv ross eigur tú ? Tvey og eitt eitt hálvt

9. februar 2017

Aðalfundur 28 Februar kl 19


Fjósanevndin hevur aðalfund sama dag, sama stað, men kl 18.

2. februar 2017

Jóanis í Hoygarðinum góðan dag á ísinum í Frederikshavn

Jóanis og Sambo gjørdist nr. trý av seks londum í landsdystinum, Mynd A. Hendrup


Tá stóra Ístølt kappingin, herfyri var í Fredrikshavn, var Jóanis í Hoygarðinum millum heilt stóru sigursharranar. Jóanis umboðaði Føroyar í Landsdystinum har seks lond vóru við. Her gjørdist Føroyar nummar trý av seks londum. Hetta má metast sum sera gott úrslit,