Veðrið frá YR

22. juni 2015

Nógv fólk og nógv ross til kappríðing við Leynavatn

(Mynd: fv. Svenning Reinert á Brynju, Jonita á Plógv á Blanku og Hans Pauli Poulsen á Fjalir.)

Árliga kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag við Leynavatn var leygardagin. 40 ross vóru meldaði til og er hetta størsta tilmeldingin í nógv ár. Eisini var fitt av áskoðarunum hendan dagin.
Fyrst var kappast í greinini Skeið, har vann Knút Lútzen á hestinum Mána. Skeiðkappingina vann Regin Johannesen á Gylling, Trav vann sami Knút, eisini saman við Mána.

Tvíspor ung vann Ragnheiður Ólafsdóttir á Brá, Brá hevði næstbestu tíð av øllum hendan dagin, Hjá teimum vaksnu vann Jonita á Plógv Tvíspor ll flokk við Blanku. Fyrsta flokk vann Zacharias R. Jacobsen á hestinum Fúsa.

Myndir eru at síggja her: Myndir - Leynavatn2015

Úrslitini eru at síggja her (tekur eina løtu at lata upp): Úrslit - Leynavatn 2015

19. juni 2015

Kunning um Leynavatnstevnu

Tað er í kvøld kl. 19 at hópurin fer av økinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.
Vanliga eru millum 50 og 100 ross við á felagstúrinum til Leynavatn. Veðrið hevur sjálvandi nakað at siga, so vónir eru um at síggja nógv ross í kvøld, nú veðrið sær út til vera heilt gott í dag.

Í morgin verður so kappríðing kl 15 - heili 40 ross eru tilmeldaði, so spenningurin er stórur undan kappingina. Aftaná FM kappingina verður sum vant stuttleikakapping.
MBM/BÚRØKT er aftur í ár høvuðsstuðul hjá okkum og lata teir vinningar til allar kappingarvinnarar við Leynavatn

Leygarkvøldið er sum vant bál, og eru vónir um at vit øll fáa eina hugnaliga løtu saman.








18. juni 2015

40 ross við á Leynavatni


So er fyrsta FM kappingin hjá okkum í 2015 á skrá. Luttøkutalið er tað hægsta í nógv ár, 40 ross eru við hesuferð og er tað helst hægsta tal av tilmeldingum hesumegin aldarskiftið. Hetta eru gleðilig tíðindir fyri okkum rossafólk, so nú er at dríva á - einki kemur av sær sjálvum.
Veðurforsøgnin er eisini rímiliga góð og lovað teir kønu okkum at tað verður góðveður bæði fríggja og leygardagin meðan tiltøkini eru. So pakka ryggsekkin og kom ein túr á Leynavatn leygardagin.

Nógvir spennandi riðlar eru eisini á skrá, serliga í Tvíspor ung og Tvíspor l flokkur.
Í Tvíspor ung er seinasti riðilin millum tey trý rossini Sina við Elisabeth Niclasen á baki, Tind við Sedeu B. Nolsøe og føryameistaranum frá í fjør, Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir á baki. Hesi ross eru sera jøvn og hava øll møguleika at vinna, Tá riðið var vesturi í Vágum fyri tveimum vikum síðani vann Brá, men her kann alt henda.

Tá talan er um Tvíspor l flokk, er eisini serliga ein riðil sum spenningur er um. Tað er seinasti riðilin har føroyameistarin frá 2013 Fúsi við Zacharias R. Jacobsen á baki skal móti ryssuni Urd við tí einans 16 ára gomlu Rebekku Simonsen á baki. Hetta er bara aðru ferð Rebekka ríður kapp, men fyrstu ferð hepnaðist sera væl og gjørdist hon nummar tvey tað ferðina. So nú sleppur hon av álvara at royna seg.

Kappingin er við Leynavatn leygardagin kl 15 - aftaná FM kappingina er ein stuttleikakapping.


Paringin til Leynavatn sæst við at trýsta á leinkju niðanfyri, (gev tol - tekur áleið 30 sek at lata upp)

Paring - Leynavatn 2015

15. juni 2015

Ríðing nógv størri ítrótt enn fólk hava mett


Aftaná drúgt skrásetingararbeiði hjá starvsfólkunum í Ítróttarsambandið Føroya, er nú staðfest at ríðiítrótturin er nógv størri, enn fólk flest higartil hava mett.
Í Tórshavnar kommunu er ríðingin 6 størsta ítróttargrein, og liggur ímillum annars siðbundnar ítróttargreinar sum kappróður og svimjing. Um alt landið verður talt við, er ríðingin nummar 9 og sostatt millum tær stóru ítróttargreinanir.

Formaðurin í Ríðisambandið Føroya, Brandur í Dali, fegnast um nýggju hagtølini og sigur í stuttari viðmerking við heimasíðuna, at hetta er helst úrslit av beinhørðum arbeiði hjá reiðfólkunum sjálvum. Stórar íløgur eru gjørdar í økið reiðfólkini hava til taks úti í Havnardali. Brandur í Dali sigur at í mun til aðrar ítróttargreinar, kanska serliga tær sum húsast í Gundadali, eru reiðfólkini sjálvi noydd at gera íløgur í hallir, breytir og felagshús. hann sigur seg gleðast um at gongd er um at koma í bygging av høll í Vágum, men viðurkennir at tað er tungt tak hjá vágafólkum, áðrenn teirra høll er liðug.

Hetta er sera stórar íløgur og ger at summi reiðfeløg, bæði í havn og á bygd, eru fíggjarliga sperd og noyðast at bíða við íløgum, ið annars kundi ment ítróttina enn meira. Formaðurin í ríðisambandinum, vónar at hesu nýggju hagtølini, kunna vakja avvarandi kommunur og eisini landsmyndugleikar.  


12. juni 2015

LEYNAVATN


NÓGV FÓLK MØTTI TIL TREC KUNNINGARKVØLD


Tað vóru áleið 40 fólk møtt til kunningarkvøld um TREC kapping ið er á skrá 26 og 27 Juni.
Kappingin er eitt nýbrot innan ríðiítróttina her á landi. Hugskotið hjá fyrireikarunum, er at sameina øll rossafeløgini, í einari kappingargrein, har øll skuldi kunna kappast á javnum fóti.
Fyriskiparar eru Føroyskt Íslandsrossafelag, Vága Ríðingarfelag, Føroya Ríðingarfelag og Ríðisamband Føroya.

10. juni 2015

Lutakast frá Djóradøgum

Atgongumerkið til Djóradagar var sum kunnugt eisini lutaseðil, har tvinnir vinningar vóru.

Trekt er nú lut og hesi vóru vinnaratølini:

Krov til heystar - Nr: 0221

Gás til heystar - Nr: 1468

Tey ið eiga hesar seðlar, vera biðin um at seta seg í samband við felagið á tlf. 511618.

TREC fyrireiking


9. juni 2015

BÚRØKT STUÐLAR KAPPRÍÐINGINI


Tað er við stórari gleði at vit kunna boða frá at MBM handilin BÚRØKT aftur í ár stuðlar Føroya Ríðingarfelag og kappríðingini.
BÚRØKT og nevndin í F.R. hava gjørt avtalu, um at tá heystkappríðingin er av, verður trekt lut millum øll ross og reiðfólk, ið hava luttikið í FM kappingum, um eitt gávukort áljóðandi kr. 5.000,- frá BÚRØKT.

8. juni 2015

Fúsi vann várkappríðing í Vágum


Leygardagin var skipað fyri fyrstu FM kappríðingini í 2015. Vága Ríðingarfelag var vertur á flúgvarabedingini í Vágum.
Nógv ross vóru tilmeldaði, aftaná nøkur ár har luttøkutalið er kvinkað niðureftir, sær nú út til at vend er komið í. Hesuferð vóru 28 tilmeldingar í mun til 20 í fjør.

Byrja var við Tølt, her vann Regin Poulsen á hestinum Baldur, tíðin var 23,9 sek.. Skeiðkappingina vann Anna Magnusen á Sokki við tíðini 12,6 sek. Tey eiga bæði rossini sjálvi. Trav vann Eiler Joensen á Savoy sum Berit Joensen eigur, vinnaratíðin var 49,1 sek.

Tvíspor ung vann Ragheiður Dam á ryssuni Brá ið Grækaris Joensen eigur, tíðin var samlað næstbest av øllum hendan dagin. Elisabeth Niclasen á Sinu gjørdist nr. 2 og Angelika Sondum á Teistu gjørdist nr. 3.

Tvíspor ll flokk vann Jonita á Plógv á ryssuni Blanka sum Petur Múller eigur, nr. 2 gjørdist superveteranurin Svenning Reinert á Brynju. Svenning er 79 ára gamal, so hetta er vorðið sum bragd av hesum manni, ið hevur riðið kapp longur enn nakar annar vit eru vitandi um. Nr. 3 gjørdist Jóan H Davidsen á Tobba.

Størsti spenningurin var helst um Tvíspor l flokk. Føroyameistarin frá 2013, Fúsi hjá Zacharias R. Jacobsen var ikki við í kappingini í fjør vegna skaða. Nú skuldi vit so fáa sjón fyri søgn um hesturin enn var líka kvikur sum hann plagdi.
Og um nakar ivaðist áðrenn leygardagin, gera tey tað so ikki longur. Fúsi vann greitt við tíðini 19,3 sek. Hetta var eisini besta tíðin á breytini hendan dagin. Nr. gjørdist Rebekka Simonsen á Urd hjá Sjúrða Samuelsen. Nr. 3 var Annfin Reinert á Vør sum Sjúrður Samuelsen eisini eigur.

Meira myndir eru at síggja á hesum leinkju:
Myndir Várkappríðing 2015

Úrslit eru at síggja her:
Úrslit Várkappríðing 2015

5. juni 2015

Hendingaríkt summar


Sum nakað spildurnýtt hava tey trý ríðifeløguni Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag í samstarvið við Ríðisamband Føroya tikið stig til at TREC kapping skal vera í Føroyum. 
Trec er ein kappingargrein har øll rossasløg hava møguleika at vera við. Hendan kappingargreinin hevur vunnið seg sera nógv fram seinastu árini, so nú verður spennandi hvussu undirtøkan verður her hjá okkum ! Meira um TREC kann lesast á leinkju:
http://horses.about.com/…/horsesp…/p/Learn-About-Le-Trec.htm

1. juni 2015

Væl vitjaðir Djóradagar í Havnardali


Djóradagar ið Føroya Ríðingarfelag hevur skipað fyri, nú í nógv ár, var farna vikuskftið úti í Havnardali. Aftur í ár vóru sera nógv vitjandi. Mett verður at umleið 4500 fólk hava verið á økinum, hesar báðar dagarnar Djóradagar vóru.

Fyrireikarnar lata sera væl um undirtøkuna og fegnast um at fólk koma út at vitja á hvørjum árið.
Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag Brandur í Dali, takkar eisini so inniliga øllum hjálparfólkunum, sum hvør á sín hátt hava gjørt tað gjørligt at halda hetta tiltak nú í seytjan ár.

Lagt verður afturat at felagið sjálvandi fer at eftimeta tiltakið hesaferð, við tí fyri eyga at kunna gera tað enn betri næsta ár.

Meira myndir frá tiltakinum eru á síggja á hesari leinkju:
MYNDIR DJÓRADAGAR 2015