30. januar 2013

Høllin stongd vegna veitslu

Vegna 70'ára stovningarveitsluna hjá felagnum sum verður 23/02, er ríðihøllin stongd frá 15/02 til umleið 01/03

Nevndin

28. januar 2013

Atgongumerkjasøla eisini hjá MBM

Fyri at gera tað enn lættari hjá fólkum at ogna sær atgongumerki til 70'ára veitsluna 23/02 er nú eisini gjørligt at keypa tey í handlinum hjá MBM í Hoyvík. Hvørt mánakvøld millum kl 19 og 20 er framvegis møguligt at keypa atgongumerki í felagshúsinum í Havnardali.
Seinasta freist at keypa atgongumerki er 18/02. Kostnaður er kr. 300,-

27. januar 2013

Til minnis um ein úrmæling !




Føroya besta kappríðingarross gjøgnum tíðirnar verður ikki at síggja á breytinum aftur. Sólvindur fekk skaða í summar og aftaná til fánýtis at hava roynt at veitt honum heilsubót, hava tey sum vara av Sólvindi tikið tí tungu avgerð at hann hevði tað betri hjá sínum forfedrum !

Sólvindur - Føroya Meistari í 10 ár
2001, 2002, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2010 og 2011.

Føroysk met:
500 m ríðibreyt 32,1
250 m ríðibreyt 17,1
200 m ríðibreyt 14,0

Takk fyri alt tit hava gjørt fyri kappríðing her á landi, Sólvindur, Hans Pauli og Marita.

26. januar 2013

Meira undan væðingini !

Fleir myndir úr myndasavninum hjá Hjartvari Poulsen, hesuferð er tað Leynavatnstevna og ólavsøkuskrúðgonga í 70'inum.


http://www.youtube.com/watch?v=aT9jykS34KQ&feature=youtu.be

15. januar 2013

Skrá 2013

                

09-02-13 Ringríðing og tunnusláttur

23-02-13 70 Ársveitsla FR

01-04-13 Felagstúrur 2 Páskadagur

11-05-13 Ruddingardagur

20-05-13 Felagstúrur 2 Hvítusunnudagur

25-05-13 Djóradagar
26-05-13 Djóradagar

21-06-13 Felagstúrur til Leynavatn
22-06-13 Kappríðing á Leynavatni

28-07-13 Ólavsøkuskrúðgonga
29-07-13 Ólavsøkukappríðing

31-08-13 Heystkappríðing og veitsla

26-12-13 Felagstúrur 2 Jóladagur

Atgongumerkir til 70 Ársveitsluna kunna keypast í felagshúsinum í Havnardali, mánakvøld millum kl 19 og 20. Seinasta freist er 18/02, Kostnaður kr. 300,- einans kontant.

Nevndin

12. januar 2013

Hans Jacob Hjelm og vinmenn


Nú skula vit ikki vera sum festivalarnir at vit í heilum avdúka nøvn sum skula spæla hjá okkum....
Men vit hava tí gleði at kunna boða frá at Hans Jacob Hjelm og vinmenn hava játtað at spæla til dansin, tá 70'ára veitslan verður tann 23 Februar.
Um onkur er sum ikki kennir hesar jassanar, ber til at hoyra teir í høllini á Hálsi leygarkvøldið 12/01. Har skula teir spæla til dans saman við norska dansbandinum Contrazt.

6. januar 2013

Undan væðingini


Føroya Ríðingarfelag hevur fingið hendur í einum stórum savnið av gomlum Super 8 filmum, sum vit eru í holt við at talgilda.
Fyrsti filmurin sum verður lagdur út her, er frá einum felagstúri vestur í Vágar.
Um onnur hava tilfar tey halda kundi havt áhuga fyri okkum, eru tey vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini.
Filmurin sæst á leinkjuni niðanfyri:

Føroya Ríðingarfelag felagstúr í Vágum einaferð í 70'inum

http://youtu.be/0VE7khBw7cA

5. januar 2013

Terassuhitarar til veitsluna

Í samband við 70 ára veitsluna sum verður í reiðhøllini tann 23/02, mangla vit terassuhitarar. Eigur tú ein at lána okkum, er tú vælkomin at seta teg í samband við Brand í Dali á tlf. 511618 !