15. januar 2012

Sýnisundirvísing í Tølthøllini komandi fríggjadag

Í samband við, at Peter Decosemo kemur til Føroyar at halda ríðiskeið, verður høvi hjá øllum rossaáhugaðum at koma til sýnisundirvísing fíggjakvøldið kl. 17.30-19.00 í Tølthøllini. Her ber m.a. til at síggja hann arbeiða frá jørð við einum rossi og at síggja ein undirvísingartíma, har hann vendir sær til áskoðararnar og greiðir frá sínum sjónarmiðum. Peter er breti og býr í Onglandi, men undirvísir eisini uttanlanda. Hann hevur m.a. fyri stuttum verið í Ìslandi, har hann er væl dámdur fyri sín skemtiliga máta at breiða sín boðskap. Eitt skifti hevur hann búð í USA, har hann tað eina árið varð kosin ársins hestamaður í Illunois. Peter hevur drúgvar royndir bæði innan military og dressur á høgum støði og ber orð at vera sera dugnaligur undirvísari. Øll eru vælkomin mótvegis einum gjaldi uppá 100 krónur við inngondina.

Skeiðsluttakararnir hava ókeypis atgongd.

Vinarliga Heilsan Gunrid

12. januar 2012

Ríðiskeið í Januar 2012



Ríðiskeið 18-22 Januar

Vegna ríðskeið er ríðihøllin ikki opin fyri almenari nýtslu 18-22 Januar, báðir dagar íroknaðir.

1. januar 2012