31. december 2012

Gott nýggjár


30. december 2012

fjallakapping runt um Vesturvarða


Vegna tað at Føroya Triathlon Felag skipar fyri fjallakapping runt um Vesturvarða, í morgin gamlaárskvøld millum kl 10 og ca kl. 12, vera reiðfólk biðin um at taka atlit fyri hesum !

28. december 2012

Myndir 2 Jóladag





https://picasaweb.google.com/112138112431257017650/2Joladagur#


Myndir frá felagstúrinum 2 Jóladag eru á leinkjuni

24. december 2012

Gleðilig Jól


5. december 2012

‎70 ÁRA VEITSLA HJÁ FØROYA RÍÐINGARFELAG VERÐUR 23/02-2013


So er avgerðin tikin ! Í samband við at felagið fyllur 70 ár 25/02-2013 hevur nevndin tikið avgerð, um at halda føðingardagin við einari rimmar veitslu tann 23/02-2013.
Fyri at gera hetta til nakað heilt serstakt, og eisini fyri at løna okkara limum fyri sítt trúfesti mótvegis felagnum, er avgerð tikin um at gera hetta til eina heilt serliga veitslu. Ríðihøllin sum primert er bygd av limum felagsins verður karmur um tiltakið. Telt verður sett upp inni í høllini, og koma fólkini hjá Johannes og Tummas frá Hotel Føroyum, at hava ábyrgd av at eingin fer svangur frá borði.


 Nevndin er longu farin undir fyrireikingar til veitsluna men nevndin megnar sjálvsagt ikki at bera hetta tiltak einsamøll ! Tí vilja vit heita á øll áhugaði, at bjóða seg til at hjálpa við fyrireikingum.

Vh. Nevndin í Føroya Ríðingarfelag.

23. november 2012

Frælsir ítróttur runt Vesturvarða 24/11

Tað eru ikki bara fyrimunir við at rossagøturnar eru so góðar nú á døgum.
Í morgin skipar Hvirlan fyri rennikappingum og ein av teininum er á rossagøtuni runt Vestuvarða. Vónandi taka reiðfólk atlit til at runnið verður. Renningin byrjar kl 14 og tekur væntandi umleið tveir tímar.



http://www.hvirlan.fo/?p=6162

20. november 2012

Vegna tað at skeið er í høllini 24 og 25 Novembur, er høllin hesar dagar stongd fyri onnur reiðfólk millum kl 8-18.
Vh. Nevndin

15. november 2012

HUNDAVENJING Í REIÐHØLLINI


Eins og undanfarin ár verður høllin eisini leigað út til seyðahundafelagið í vetur.
Hendan veturin verður talan um hóskvøld millum kl 19 og 21.
Ta løtuna er sjálvsagt ikki gjørligt hjá at nýta høllina til ríðing.

Nevndin

8. september 2012

Rossaflutningur verður Tórshavn-Hirtshals tann 27/09 og Hirtshals-Tórshavn 29/09.
Um nakar skal hava ross við er at boða frá skjótast gjørligt.
Meira info fæst á tlf. 511618

6. september 2012

Um nóg nógv teknað seg verður skipað fyri bussi til og frá ársveitsluni sum verður á 62n Airport Hotel tann 15/9. Tekning fer fram við at senda sms "buss" umframt navn og nøgd á fólkum á tlf. 511618

5. september 2012

Fundur í felagshúsinum mikukvøld 12/09 kl 19.

Hetta verður kunnandi fundur um økið. Nevndin hevur m.a. ætlanir at bannað koyring við trailarum á nýggja asfaltinum fyri at verja asftaltið. 
Ætlan er eisini at gera reglugerð fyri økið, hallir og breytir so øll kunna fáa størri gleði av okkara hentleikum. Tí vilja vit fegin hoyra frá limum hvat tit halda um hetta. So verður reglugerð orðað sum síðani helst skal góðkennast á komandi aðalfundi. Aftaná fundin er ætlani at hava ein minni fund fyri eigarar av fjósaeindum 8 til 14 um girðingar.

Møtið fjølment. 

Við rossakvøðu nevndin

3. september 2012

Ársveitslan verður í Vágum í ár



Ársveitslan hjá ríðifeløgunum  (kunning samb. heimasíðuni hjá Vágaríðingarfelag  www.vagaross.dk )

Sum kunnugt verður ársveitslan hjá ríðifeløgunum Vágum í ár. Hon verður 15.09.12 kl 19:00
Vit bjóða øllum vælkomnum til veitsluna, ið verður á 62 N Airport Hotel.



2. september 2012

 
 
FÚSI FØROYAMEISTARI
 
Seinasta kappingin um FM var í gjár ! Fúsi og Zacharias R. Jacobsen vunnu heystkappríðingina og gjørdist eisini FM vinnarar. Meira um kappríðingina og myndir kemur seinni.


30. august 2012



Skráin fyri Heystkappríðing 2012  


Sera spennandi kappríðing verður á breytini í Marknagili leygardagin kl. 15.
Í Tvíspor vaksin er ein beinleiðis finala um FM heitið millum fleirfalda FM vinnaran Sólvind v. Hans P. Poulsen og Fúsa v. Zacharias R. Jacobsen. 
Tann av teimum sum vinnur beinleiðis dystin og samstundis fær besti tíð av øllum er FM vinnari. Men sum ein eyka krúlla hevur Skeifa v. Liss Falkvard eisini møguleika at vinna FM, um Skeifa fær bestu tíð í tvíspor vaksin og Sólvindur ikki verður nr. 2 er Skeifa FM vinnari. So tað verður heilt vist ein spennandi løta í Marknagili leygardagin.

24. august 2012

Heystkappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag verður 01/09 kl 15. 

Kappast verður í Skeið 100 mtr. flúgvandi start og ein og ein,
Trav 500 mtr. Tvíspor ung 500 mtr. og tvíspor vaksin 500 mtr.
Meldast skal til hesar kappingar í seinasta lagið týskvøldið 28/08 kl 19. Ringjast skal á tlf. 218901, 219098 ella 511618.
Aftaná verður kapping fyri Old boys á 250 mtr. (tilmelding á staðnum)
við rossakvøðu nevndin í F.R.


 

14. august 2012

HEYSTKAPPRÍDING 18.08.12
Í VÁGUM

Kappríðingin byrjar kl. 15:00

...
kappast verður í :
... Trav
Ung tvíspor
2 fl. tvíspor
1 fl. tvíspor

Felags túrur aftaná kappríðingina

Seinasta freist at melda til kappríðingin er

Hóskvøldi 16.08.12 kl 19:00

á tlf 210737

møti fjøllment :)

Við ríðikvøðu Vága RíðingarFelag

10. august 2012



Úrslit frá Ólavsøku


Skeið:

nr. 1 Høttur - Reiðfólk Heri Dahl - Eigari sjálvur - tíð 17,2
nr. 2 Tyrla - Reiðfólk Kristfríð D. Jacobsen - Eigari Ásla Holm - tíð 20,8
nr. 3 Gusa - Reiðfólk Gunnar Grækarisson - Eigari Hans Poulsen - tíð 22,4

Trav

nr. 1 Máni - Reiðfólk Kristfríð D. Jacobsen - Eigari Knút Lútzen - tíð 50,6
nr. 2 Savoy - Reiðfólk Laila Christiansen - Eigari Berit Joensen - tíð 65,0
nr. 3 Stígandi - Reiðfólk Beinta G. Davidsen - Eigari sjálv - tíð 70,9

Tvíspor ung

nr. 1 Flykra - Reiðfólk Jonita á Plógv - Eigari Ronja á Plógv - tíð 36,1
nr. 2 Stjarni - Reiðfólk Gunn H. Persson - Eigari Ingi S. Rasmussen - tíð 36,8
nr. 3 Markus - Reiðfólk Johanna Højgaard - Eigari Geir á Lofti - tíð 38,7

Tvíspor ll flokkur

nr. 1 Tobbi - Reiðfólk Benny Tórsheim - Eigari Tummas Davidsen - tíð 39,8
nr. 2 Brynja - Reiðfólk Svenning Reinert - Eigari sjálvur - tíð 40,6
nr. 3 Urd - Reiðfólk Tórur Hansen - Eigari Sjúrður Samuelsen - tíð 43,3

Tvíspor l flokkur

nr. 1 Sólvindur - Reiðfólk Hans P. Poulsen - Eigari Marita Askham - tíð 36,0
nr. 2 Skeifa - Reiðfólk Liss Falkvard - Eigari Elijan Falkvard - tíð 36,4
nr. 3 Fimur - Reiðfólk Marner Joensen - Eigari Jóannes Debes - tíð 37,5
 



23. juli 2012



SKEIÐ VERÐUR EISINI KAPPINGARGREIN Í ÓLAVSØKUKAPPRÍÐINGINI

Nú tá fleiri hava víst áhuga fyri at sleppa at kappast í skeið er tað avgjørt at skeið eisini verður grein í Ólavsøkukappríðingini sum verður Ólavsøkudag 29/07 kl 14 í Marknagili
So nú er gjørligt at melda til hesar greinar:

Trav, Skeið, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.
Seinasta freist fyri tilmelding er mikukvøld kl 19.


Meldast kann til hjá: Bødvar tlf. 218901, Brandur tlf. 511618, Hans Vilhelm  tlf. 219098

8. juni 2012

Kappríðing við Leynavatn !
Árliga kappríðingin við Leynavatn verður leygardagin 16 Juni kl 15.
Kappast verður í trav, tvíspor ung, tvíspor ll flokkur og tvíspor l flokkur.
Tilmeding fer fram við at ringja á tlf. 218901, 511618 ella 219098.
Seinasta freist fyri tilmelding er týsdagin 12 Juni kl 19.

31. maj 2012

Hey rossafólk í Havnardali. Soleiðis sum á myndini er tað ætlanin at felagsgirðingarnar skulu brúkast. Fólk skula vera hjá rossunum. Tað er strangliga bannað at loyva ross í girðingarnar og so fara frá staðnum. Hetta er til stóran ampa fyri onnur sum ætla at nýta girðingar, umframt at hetta bæði slítir og dálkar girðingar óneyðuga nógv.

22. maj 2012

Lutaseðlar

Atgongumerkið til djóradagar var eisini lutaseðil og eru vinnarar drignir í kvøld.


Seðil nr. 038 vann krov í heyst.


Seðil nr. 625 vann gás í heyst.



Um tú hevur ein av hesum seðlum kanst tú ringja á tlf. 511618




Vegna arbeiði á økinum er tann vestara hurðin
á ríðihøllini stongd.
Neyðhurðin eystanfyri stendur
opin meðan arbeitt verður.
Minst til at eingin ferðsla má vera har sum
tilfar er lagt út, hvørki ross, fólk ella bilar.

18. maj 2012

15. maj 2012

Djóradagar
úti í havnardali
19 og 20 Mei
kl 14-18




video

8. maj 2012

Ruddingardagur

Ruddingardagur verður nú leygardagin 12/5.

Hesin ruddingardagurin er meira umráðandi enn vanligt, tí umframt at djóradagar verða skjótt, so skal øki asfalterast !  Asfast rundan um fjósini ferð at broyta øki sera nógv til tað betra, tískil er sera umráðandi at rudda og gera væl klárt til sjálva asfalteringina, so komast kann langt.

Heitt verður staðiliga á allar limir, og onnur við áhuga fyri rossum og økinum annars, um at møta fjølment leygardagin.

Byrja verður kl. 09.00  við morgunmati.
Arbeiði umfatar, í høvuðsheitinum, at rudda og gera klárt til asfaltering. Arbeitt verður til liðugt er.
Matur o.a. verður at fáa gjøgnum dagin.

nevndin

6. maj 2012

Áheitan
Í samband við at vit eru við at gera klárt at leggja asfalt á økið verður tað stongt fyri koyring fyrsta dagin. Tí heita vit á fólk sum hava viðfestisvognar o.a. á økinum um at fáa hetta burtur sum skjótast.
Nevndin

21. april 2012

Viðgerð

Jorun Skryseth úr Noregi er áhuga at koma til Føroyar at viðgera ross. Hygg inn á hennara heimasíðu og gev afturmelding um hetta er nakað fyri tykkum :)

http://www.equiterapi.no/

Tannrøkt

Síðst í apríl mánaða (vika 18) koma Glenn rossatannlæknin og Jórun aftur til Føroyar.
Tá tey vóru her síðst í oktober, vóru tey og hugdu/ordnaðu tennirnar hjá fleiri av rossunum. Vit vilja veruliga tilmæla hetta til onnur, tí arbeiði verður gjørt sera gott og munandi betur enn um tennirnar t.d. bert verða fílaðar við einari rasp. Um áhugi er fyri tí, kann Jórun eisini geva akupunktur/kiro, hetta er sera gott fyri ross, ið eru stív o.s.v. Glenn verður í Føroyum í viku 18 Áhugaði kunnu tegna seg á t-post: joso@paradis.dk Meldi til í góðari tíð, so tey fáa gjørt eina arbeiðsætlan, ið er so effektiv sum møguligt.
Heidi H. Samuelsen

17. april 2012

Myndir frá Ríðiskeiði




Myndir frá ríðiskeðinum eru at finna á leinkjuni
klikka á her

8. april 2012

Ríðihøllin stongd


Frá 11 til og við 15 Apríl er ríðihøllin stongd vegna ríðiskeið við Jón William Bjarkason.

5. april 2012

Góður vognur til sølu.


Cheval-Liberte 2002XL árg 2002 til sølu Sera vælhildin, bremsir eru nýligani skiftar. Eginvekt 700kg, lastar 1300 kg prísur kr. 27.000,-
Ring 511618 um tú hevur áhuga ella onkran spurning.

Djóradagar 2012


Fyrireikingar til djóradagar 2012 eru byrjaðar. Hevur tú eitt djór sum tú heldur kundi verið áhugavert hjá øðrum at sæð ella veit tú um okkurt, er tú vælkomin at siga okkum frá á telduposti branduridali@gmail.com við at ringja 511618

4. april 2012

Nevndin skipað seg

Aftaná aðalfundin herfyri hevur nýggja nevndin skipað seg.
Hans Vilhelm Lútzen heldur fram sum formaður, Bødvar Poulsen var valdur sum næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Anna Maria Holm Nolsøe, Andreas Lútzen og Brandur í Dali. Tiltakslimir eru Mortan Hansen og Ingi Sjúrðason Rasmussen.
Djóradagar og eitt nýtt summar við ríðitúrum og kappríðing stendir fyri framman so nevndin hevur nógv at taka sær av komandi tíðina.

3. april 2012

Ruddingardagur fluttur

Tað er viðtikið at broya skránna hjá FR soleiðis at ruddingardagur IKKI verður 05/05 sum lýst í skránni, men heldur 12/05.
Hetta er gjørt fyri at fólk hava møguleika at rudda heima í grannalagi o.a. tá almenni ruddingardagurin hjá býráðnum er og so koma út at hjálpa okkum at snøgga um á felagsøkinum vikuna aftaná.

29. marts 2012

Vil tú gerast limir í Føroya Ríðingarfelag


Vil tú gerast limur í Føroya Ríðingarfelag ella hevur tú kanska ikki fingið upp í lag at gjalda limagjald er nú høvið at fáa hetta í rætt lag.
Limagjald 2012 Støk kr. 100,- hjún kr. 150,- børn (u.16 ár) kr. 50,- Vinarliga gjaldið limagjald fyri 2012 á konto í Bank Nordik kt. 6460-1506589
Viðmerk limagjald og navn, so er limaskapur í felagnum í lagið.

23. februar 2012

Aðalfundur hjá Føroya Ríðingarfelag

Aðalfundur hjá Føroya Ríðingarfelag verður mikudagin 29. februar  kl. 19.00 í felagshúsinum.

nevndin

Fundur hjá rossahúsanevndini

Rossahúsanevndin skipar fyri fundi fyri básaeigarunum í havnadali.

Fundurin verður í felagshúsinum hjá Føroya Ríðingarfelag mánadagin 27/2  kl.19.00

rossahúsanevndin

21. februar 2012

Ross til sølu

Laxi frá Sølvbjerggaard (FEIF nr. DK1997104946) til 
sølu, sí    " Til sølu "

16. februar 2012

Felags skráin fyri 2012

Skráin hjá Føroya Ríðingarfelag, Vága Ríðingarfelag og Íslandsrossafelagnum er nú gjørd.

Tiltøkini koma at verða skriva inn í kalendaran, soleiðis "Komandi tiltøk" og "Felags kalendari" verða dagførd leypandi.

Eisini er kalendarin at finna undir  "Felags skrá fyri árið"


nevndin

14. februar 2012

Føroya Ríðingarfelag á Facebook

https://www.facebook.com/profile.php?id=100001221988808

Vit eru eisini á Facebook !

Ringríðing, tunnusláing og Ford Cup leygardagin

Nú komandi leygardag 18/02 kl 13 verður árliga ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag.
Byrjað verður við Ringríðing fyri børn og síðani eru tað tey vaksnu sum skulu royna seg. Aftaná verður tunnusláing har tað verður í trimum bólkum. Lítil børn, størri børn og síðani tey vaksnu børnini :)
Vónandi vera tað nógv sum koma út at hugna sær í havnardali, minst til tað góða lagið, grýluklæðir o.a. Føstulávintsbollar o.a. gott verður at fáa.

Ford cup hjá Føroya Íslandsrossafelag er eisini leygardagin, men FÍR hevur lagt kappingina kl 9 á morgni so tiltøkini ikki renna saman.

15. januar 2012

Sýnisundirvísing í Tølthøllini komandi fríggjadag

Í samband við, at Peter Decosemo kemur til Føroyar at halda ríðiskeið, verður høvi hjá øllum rossaáhugaðum at koma til sýnisundirvísing fíggjakvøldið kl. 17.30-19.00 í Tølthøllini. Her ber m.a. til at síggja hann arbeiða frá jørð við einum rossi og at síggja ein undirvísingartíma, har hann vendir sær til áskoðararnar og greiðir frá sínum sjónarmiðum. Peter er breti og býr í Onglandi, men undirvísir eisini uttanlanda. Hann hevur m.a. fyri stuttum verið í Ìslandi, har hann er væl dámdur fyri sín skemtiliga máta at breiða sín boðskap. Eitt skifti hevur hann búð í USA, har hann tað eina árið varð kosin ársins hestamaður í Illunois. Peter hevur drúgvar royndir bæði innan military og dressur á høgum støði og ber orð at vera sera dugnaligur undirvísari. Øll eru vælkomin mótvegis einum gjaldi uppá 100 krónur við inngondina.

Skeiðsluttakararnir hava ókeypis atgongd.

Vinarliga Heilsan Gunrid

12. januar 2012

Ríðiskeið í Januar 2012



Ríðiskeið 18-22 Januar

Vegna ríðskeið er ríðihøllin ikki opin fyri almenari nýtslu 18-22 Januar, báðir dagar íroknaðir.

1. januar 2012