30. marts 2018

Marner vann Búrøkt Cup

Vinnarar í Búrøkt Cup, f.v. Marner Joensen, Anna M. H. Nolsøe og Michel Nielsen

Nú vikuna fyri páskir, skipaði Føroya Ríðingarfelag fyri tí áligu Búrøkt Cup kappingini. Helst kannast tey flestu betri við heitið Dixie Cup. Men nú hevur hon fingið navn eftir høvuðsstuðlinum hjá felagnum.

Hetta er  kapping sum skilir seg burtur frá øðrum kappingum hjá felagnum, við tað at hon heldur enn ferð, snýr seg um at reiðfólk og ross saman skula dystast í ymsum avbjóðingum, sum t.d. lop, ringríðing og at fara um portur. Hetta minnir nógv um summar greinar í teimum altjóða TREC kappingunum.

Vinnari í ár gjørdist Marner Joensen úr Kollafirði. Marner er kendir innan kappríðing og fyri nærlagni at venja rossini nógv, so tað var kanska ikki óvænta at hann endaði ovast á pallinum i Búrøkt Cup.
Nummar tvey gjørdist Anna Maria Holm Nolsøe og nummar trý Michel Nielsen.

Búrøkt lat vinnarunum vinningar úr handlinum og eisini var lutakast millum tey ið kappaðust um ein serligan vinning.







22. marts 2018

21. marts 2018

Væleyðnað ríðiskeið til børn og ung

Glað børn og ung í Reiðhøllini 


Í døgunum 5.mars til 9. mars skipaði Føroya Ríðingafelag fyri ríðuskeiði fyri børn. Ríðulærarar vóru Gunrid Hansen og Nina Brockie. Tilmeldaði vóru 12 børn í aldrinum 6 til 14 ár. Skeiðið varð skipað soleiðis, at yngru børnini riðu saman og tey eldru saman. Dentur varð lagdur á at stimbra ríðingina hjá tí einstaka barninum, men eisini at stuðla undir sambandið ímillum barn og ross. Hetta var eitt nú gjørt við ymiskum venjingum, har børnini skuldu biðja rossini ganga fram, steðga, upp í ferð og so niður aftur. Í hvørjari venjing vóru smáspøl løgd inn í undivísingina til at styrkja um samanhaldið ímillum børnini. Tað kundi vera at ríða fram, heilsa uppá ein av hinum ryttarunum, geva”high five”. Men eisini at fylgjast tvey og tvey. Børnini sluppu eisini at royna ymiskar forðingar. Venjingarnar vóru avbjóðandi fyri rossini eins væl og børnini. Til tess at skeiðið skuldi stuðla undir kappingar, ið felagið hvørt ár skipar fyri, var eitt nú kappríðingaráseta og venjing á skránni. Hetta megnaðu øll børnini sera væl, og hildu tey at hetta var stuttligt. Eingin ivi er í, at felagið eigur ríka framtíð í børnum og ungum.






15. marts 2018

Dixie Cup 24/3


13. marts 2018

1. marts 2018

Føroya Ríðingarfelag nýggjan formann

Nýggja nevndin er frá vinstru, Hallur Hansen, Tummas Pauli av Reyni, Karlon Winther, Bryndis Hjartardóttir, Jakobina Niclasen, Osvald S. Johansson og Óli Johan Láberg

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag tann 27/2 varð nýggj nevnd vald, fomaðurin seinasti árini Brandur í Dali, stóð fyri valið og stillaði ikki uppaftir til nevndarval.

Tí var greitt at umframt nýggjir nevndalimir, skuldi felagið eisini hava nýggjan formann.

Nevndavalið fall út soleiðis at Hallur Hansen og Tummas Pauli av Reyni vóru valdir til tvey ára skeið, meðan Jakobina Niclasen og Osvald S. Johansson vóru vald til eitt ára skeið.

Karlon Winther og Óli Jóhan Láberg vóru valdir sum tiltakslimir.

Formaðurin verður eisini valdir beinleiðis á fundinum og har var Hallur Hansen valdir uttan mótvalevni. Hallur hevur sitið í nevndini seinasti tvey árini og skal sostatt nú royna seg sum formann.

Nevndin hevur á fundi í kvøld skipað seg og valt ymsar nevndarsessir, hetta fall soleiðis út.

Formaður, Hallur Hansen
Næstformaður, Bryndis Hjartardóttir
Nevndarlimir, Jakobina Niclasen, Osvald S. Johansson og Tummas Pauli av Reyni
Tiltakslimir, Karlon Winther og Óli Jóhan Láberg

Aðrir sessir
Kappingarnevnd, Óli Jóhan Láberg
Ungdómsnevnd, Anna Maria Holm Nolsøe
Kassameistari, Bjørn Patursson
Ríðisambandið, Brandur í Dali