28. februar 2016

Nýggj nevnd stór mál fyri framman

Frá vinstru: Hallur Hansen, Óli Jóhan Láberg, Tummas Rubeksen, Guðrun Eilersdóttir, Brandur í Dali, Mortan Hansen og Anna Maria Holm Nolsøe mynd: Eyðna Simonsen

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag á stovningardegi felagsins 25/2, var nýggj nevnd vald. Tveir

Formansfrágreiðing fyri 2015




26. februar 2016

9. februar 2016

Aðalfundur 25/2 kl 19


Rossahúsanevndin hevur aðalfund sama kvøld kl 18 !

7. februar 2016

Jón vann Ringríðingina

Árliga siðbundna ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag var í Reiðhøllini í gjár.
Vanlig fólk sláa tunnu og froskmenn gera tað á sjónum, men reiðfólkini úti í Havnardali tey ríða ringríðing á føstulávint. Hetta er kapping har tú á rossabaki skal stýra ein pinn inn í ein pinkulítlan ring ið er festur á ein magnet sum hongur á áleið tveir metra hædd. 

Hjá teimum vaksnu skal hetta gerast meðan rossið er í lopi, tað sigur seg sjálvt at hetta er ein kunstur, hetta bæði at halda rossinum í lop, halda javnvágini og so samstundis stýra pinnin í ringin. 
Vinnari í ár gjørdist Jón Johansen á hestinum Muggur. Hjá teimum ungu vann Helena D. Thomsen á ryssuni Elska

Jón við steypinum
Jón fær steyp frá formanninum Brandur í Dali
                                         
Hesu vóru millum flottastu grýlunar hendan dagin

Eisini tey heilt lítlu duga



Jóhan í flottum stíli
Flottar grýlur
Helena vann hjá teimum ungu
Rebekka roynir seg 



3. februar 2016

Høllin upptikin mikukvøld

Áminning !!
Vegna undirvísing er Reiðhøllin upptikin komandi 6 mikukvøldini millum kl 18 og 22. 
Nevndin

2. februar 2016

Lið til undirvísing

Her er so uppdeilingin og møtitíðir til ríðiundirvísing sum byrjar í morgin mikudag 3/2 kl 18. 
Tey sum eru sloppin við skula minnast til at gjalda kr. 750,- á kt. 6460-150.658.9 viðm. ríðiskeið og navn.