Veðrið frá YR

30. august 2014

Nógv ross við á Heystkappríðingini

Tað er sera stór framgongd í kappríðingini í ár. Tað eru ikki færri enn 39 luttakarar nú dystast verður uppi í Marknagili kl 15 í dag.
Hetta er helst størsta luttakaratalið í hesari øldini og er tað sjálvsagt nakað sum fyrireikaranir úr Føroya Ríðingarfelag fegnast um. Felagið hevur í einari roynd at økja um áhugan fyri ítróttini tikið nýggjar ríðigreinar við, og hevur hetta givið góð úrslit, fyri nøkrum árum síðani var byrjað við greinini Skeið og í ár er so eisini greinin Tølt við.

Spenningur er eisini í nøkrum greinum, í Tvíspor ung eru heili trý ross ið hava møguleika at vinna FM.
Brá er á odda, men Sina og Pegasus eru beint í hølini á henni og hava tey øll møguleika at vinna FM
Hjá teimum vaksnu er Flykra á odda við 20 stigum og Vør er tann sum er nærmast henni við 16 stigum.
Kappast verður í hesum greinum. Tølt, Skeið, Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin.



28. august 2014

Paringin til Heystkappríðingina

Trýst á her fyri at síggja paringina til heystkappríðingina !

21. august 2014

Heystkappríðing 2014


17. august 2014

Ragnheiður og Brá skjótast á flúgvarabedingini

Ragnheiður Ólafsdóttir á ryssuni Brá hjá Grækaris Joensen


Kappríðing var á flúgvarabedingini í Vágum í gjár, tað sum eyðkendi hesa kappingina var at tvær ungar damur gjørdu ein ordans vørr. Tvíspor l flokkur bleiv vunnin av einans 16 ára gomlu Gunn Herolvsdóttir Persson á hestinum Stjarna, meðan skjótasta ross var Brá riðið av Ragnheiður Ólafsdóttir. Ragnheiður og Brá vunnu tvíspor ung. 
Hinar flokkarnar vunnu hesi, 
Tvíspor ll flokkur Laila Christiansen á Urd. 
Trav, Knút Lútzen á Mána, 
Skeið, Regin Johannesen á Gylling 
Tølt, Henge Davidsen á Teistu. 

16. august 2014

Heystkappríðing í Vágum 2014


Kappríðing hjá Vága Ríðingarfelag á Flúgvarabedingini í dag kl 15 !
Paringin sæst á leinkju niðanfyri.
p.s. Sum vant verður felagstúrur aftaná kappríðingina har vesturi 

http://kappingar.ross.fo/PublicResults.aspx?tID=26c19b93-34ce-4907-8b66-ab7611b79289

15. august 2014

Nýggjar karmar til frítíðarskúlan


Mynd: Unnie Justinussen, verkætlanarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, Hans V. Lútzen, formaður í Føroya Ríðingarfelag og Ann Elisabeth Eldevig Joensen leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø.

Føroya Ríðingarfelag og Tórshavnar Kommuna, hava í dag undirskrivað nýggjan fýra ára sáttmála um nýggjar og betri karmar fyri frítíðarskúlan ið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.

Hesin sáttmáli ber í sær, at frítíðarskúlin komandi fýra árini, fær loyvi at seta upp fyribils hølir, sum vil geva teimum munandi betri karmar enn teir verandi. Hetta er galdandi fyri bæði starvsfólk og sjálvsagt eisini fyri børnini.

Frítíðarskúlin hevur higartil brúkt felagshúsini hjá Føroya Ríðingarfelag, men sum partur av nýggju avtaluni, fær felagið nú aftur, fullan ræðisrætt á húsinum um kvøldarnar og í vikuskiftinum.

Umboðini fyri kommuna og Føroya Ríðingarfelag siga seg gleðast um nýggju avtaluna, ið vónandi gevur báðum partunum stórar fyrimunir í mun til verandi avtalu.