Veðrið frá YR

15. august 2014

Nýggjar karmar til frítíðarskúlan


Mynd: Unnie Justinussen, verkætlanarleiðari hjá Tórshavnar kommunu, Hans V. Lútzen, formaður í Føroya Ríðingarfelag og Ann Elisabeth Eldevig Joensen leiðari á frítíðarskúlanum í Hornabø.

Føroya Ríðingarfelag og Tórshavnar Kommuna, hava í dag undirskrivað nýggjan fýra ára sáttmála um nýggjar og betri karmar fyri frítíðarskúlan ið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag úti í Havnardali.

Hesin sáttmáli ber í sær, at frítíðarskúlin komandi fýra árini, fær loyvi at seta upp fyribils hølir, sum vil geva teimum munandi betri karmar enn teir verandi. Hetta er galdandi fyri bæði starvsfólk og sjálvsagt eisini fyri børnini.

Frítíðarskúlin hevur higartil brúkt felagshúsini hjá Føroya Ríðingarfelag, men sum partur av nýggju avtaluni, fær felagið nú aftur, fullan ræðisrætt á húsinum um kvøldarnar og í vikuskiftinum.

Umboðini fyri kommuna og Føroya Ríðingarfelag siga seg gleðast um nýggju avtaluna, ið vónandi gevur báðum partunum stórar fyrimunir í mun til verandi avtalu.
 


Ingen kommentarer: