19. august 2018

11 ára gamla Ása Bárðardóttir skjótast av øllum

Ása Bárðardóttir og Sílfa vunnu bæði riðil, kapping og høvdu eisini bestu tíð av øllum 

Í gjár var FM kapping í kappríðing á flúgvarbedingini í Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði fyri og luttóku 21 ross í kappingini.

Stóra hetjan hesa kappingina gjørdist bara 11 ára gamla Ása Bárðardóttir úr Havn. Hon reið á ryssuni Sílfu og tær báðar gjørdi tað bragd, at tær ikki bara vunnu í Tvíspor ung, men tær høvdu samstundis eisini bestu tíð av øllum rossunum hendan dagin. Sílfa rann hálvt sekund skjótari enn besta ross í Tvíspor vaksin.

FM kappingin í Tvíspor ung er annars sera spennandi, og tá heystkappríðingin er í Marknagili um tvær vikur, verður ein rein finala millum Ásu Bárðardóttir á Sílfu og Randarsól Heinesen á Spirit.

Spenningur var eisinum undan Tvíspor vaksin. Seinasti riðilin var millum Bryndis Hjartardóttir á Freyr og Hans Paula Poulsen á Svannu. Á ólavsøku vann Freyr meðan Svanna gjørdist nummar trý.
Tí vóru bara tvey stig á muni millum rossini í FM stríðnum, har Svanna átti munin. So um Freyr vann í gjár vóru rossini púra jøvn í stigum.

Tað gjørdist eisini sera tætt, men á málinum átti Svanna og Hans Pauli Poulsen munin, sum tó var so evarska lítil sum 2 hundrandapartar av einum sekundi. Hetta merkir at Svanna nú økir um stigamunin og er greiður favorittur at vinna FM

Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið - Regin Johannessen á Gylling. Tølt - Bárður Johannessen á Syrpu. Trav Opin flokkur - Marna Anthoniussen á Oskar. Trav - Kristfríð D. Jacobsen á Grettir.


Bryndis Hjartardóttir á Freyr móti Hans Paula Poulsen á Svannu

15. august 2018

Kappríðing í Vágum leygardagin 18. august kl.15.00



Leygardagin 18. aug kl.15.00, skipar Vága Ríðingarfelag fyri kappríðing við flúgvarabedingina. So nú er at melda til.
Freistin fyri tilmelding er hóskvøldið 16. aug kl.19.00.

Frá Vága Ríðingarfelag:
Leygardagin 18 august verður heystkappríðingin á flúgvarabedingini. Kappast verður í skeið,tølt,trav, tvíspor ung, annar flokkur og fyrsti flokkur. Heiðursmerki verða latin til nr:1, 2 og 3. Byrjað verður kl 15.
Melda teg til á telefon 210737, 215527 og 211643. Seinasta freist at melda seg til er 16 aug kl 19
vinarliga Vága Ríðingarfelag.

30. juli 2018

Freyr úr Lamba vann ólavsøkukappríðingina

Freyr og Bryndis Hjartardóttir eiga munin á Marengo og Regin Johannessen. Mynd: Brandur í Dali

Hóast sirm og ivaveður vóru fitt av áskoðarum komnir niðan í Marknagil at hyggja eftir kappríðing. Tey fingu eisini eina góða løtu saman og hóast sólin ikki sá, so batnaði veðrið munandi meðan kappast var.

Tey fingu eisini spenning fyri pengarnar, umframt nýggjar vinnarar í fleiri bólkum.
Serliga var tað Tvíspor Vaksin, sum spenningur var um. Hans Pauli Poulsen og Svanna høvdu vunnið báðar tær undanfarnu FM kappingarnar, men seinast var bara ein hundrandapartur av einum sekundi aftur til nummar tvey.

Hesaferð dystaðust nummar tvey og trý frá seinast móti hvørjum øðrum, Tað var Freyr við Bryndis Hjartardóttir á baki, móti Marengo við Regini Johannessen. Hetta eru tvey sera jøvn ross, tey fylgdust eisini sera væl. Tá tey komu um málið átti Freyr tó munin, men bert við 3 hundrandapartum av einum sekundi. Hetta skuldi eisini vísa seg at røkka til at vinna kappingina, tí Svanna, sum rann í seinasta riðlinum megnaði ikki at koma so langt niður í tíð.

So stór frøði á Bryndis Hjartardóttir og Onnu Magnussen úr Lamba ið eigur Freyr. Samstundis var FM kappingin aftur víðopin, Svanna er enn á odda, men bæði Freyr og Marengo hava nú møguleika at vinna FM.

Hjá teimum ungu var eisini nýggjur vinnari. Sílfa og Ása Bárðardóttir úr Havn, vunnu við einari sera góðari tíð. Nummar tvey gjørdist Silja G. Eystberg á Blanku og nummar trý Randarsól Heinesen og Spirit.

Hinar greinarnar vunnu hesi. Skeið: Reigin Johannessen á Gylling - Trav opin flokkur: Marna Anthoniussen á Oskar - Trav: Kristfríð D. Jacobsen á Grettir

Allar tíðirnar síggjast her: Úrslit ólavsøka












27. juli 2018

Ólavsøkuskrúðgongan


Ólavsøkan 2017 Mynd: Ólavur Frederiksen

Føroya Ríðingarfelag byrjaði við siðbundnu skrúðgonguni á sinni og eiga enn tann dag í dag heiðurspláss í skrúðgonguni.
Mint verður á, at øll reiðfólk, ið luttaka í skrúðgonguni skulu nýta hjálm!
Heitt verður eisini á fólk um at lata seg í hvíta skjúrtu og svart slips til skrúðgonguna - Eisini er umráðandi at hava væl vand ross so einki óhapp kemur fyri.
Skrúðgongan er Ólavsøkuaftan kl. 14, møtt verður kl 13:30 við kommunuskúlagarðin. Góða ólavsøku !!
P.s. Um onkur manglar slips við FR búmerkinum ber til at ringja tlf. 556306 (Hallur)

17. juli 2018

Vágafólk byggja ríðihøll

Høllin er næstan liðugt reist, har mangla tveir bogar

Í longri tíð hava fólk hjá Vága Ríðingarfelag, arbeitt á einum økið í Miðvági, har ætlanin er at tað skal koma bæði ríðihøll og felagsfjós til vágafólk.

Vágar eru í ríðihøpi frammaliga, aftaná Suðurstreymoy eru Vágar uttan iva tað økið har mest virksemi er innan ríðing. Við flogvøllin, ella rættari sagt við flúgvarabedingina, hava Vágafólk eisini bæði kappríðingarbreyt og rundbreyt til gongulagskappingar. Vegna flogvøll og vatn ber tó illa til at útbyggja á tí økinum.

Nakað sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir, er eina høll, soleiðis at tað eisini ber til at ríða, tá tað er myrkt, ella um tað ikki viðrar. Hendan avmarking hevur gjørt at ríðing hjá vágafólki, næstan burturav hevur verið eitt summarítrív. Eisini hevur hetta verið ein foðring fyri at felagið kann skipa fyri undirvísing og øðrum um veturin.

Men nú er at enda vón fyri framman, nakrar eldsálir í Vága Ríðingarfelag hava gjørt økið klárt og seinastu tíðina eru flestu bogarnir reistir. Ætlanin er eisini at møguleiki skal vera hjá limum felagsins at byggja fjós fast í høllina. Íblásturin til hetta, kemur frá ríðiøkinum í Havnardali, har Tórshavnar Kommuna hevur lagt eitt sera væl umtókt økið til reiðfólk.

Hetta kann eisini gera tað at rossini í Vágum vera miðsavnað, heldur enn at standa spjadd runt í bygdinum, í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. Á hendan hátt ber vónandi til at skapa eitt veruligt rossaumhvørvið. Nær høllin stendur liðug er tó enn ivasamt, tað er í stóran mun somu menn, sum mynda arbeiði og vandi er sjálvandi fyri at orkan fer at ganga undan.

Vága Ríðingarfelag hevur tilvitað valt at ikki taka óv stóran fíggjarligan váða, og higartil er einki lán tikið í verkætlani. Hetta ber sjálvsagt bara til, tá tað sum í hesum førinum verður gjørt eitt so stórt sjálvboði arbeiði.


11. juli 2018

Lýsing frá Ríðisambandinum


10. juli 2018

Astrid 75 ár



Í dag er stórur dagur á Gráasteini - Astrid Poulsen fyllir 75 ár. Tey sum eru í hennara aldri kenna hana helst sum bóndadóttrina úr Norðradali sum giftist til Havnar. Vit ið eru eitt sindur yngri, kenna hana sum mamma at vinfólkum og húsmóður á Gráasteini. Men flest havnarfólk, kenna hana kanska best, sum altíð smílandi andlitið í læknaviðtaluni hjá Andór Ellefsen á Frúutrøð.

Astrid er dóttir Viggo og Ingigerd Lútzen, bóndahjún í Norðradali. Tey vóru seks systkin, Lútje, Randi, Gertrud, Ellen, Oyvind og so Astrid. Uppvaksin í Norðradali og partur av teirra uppaling var at ríða til Havnar í skúla og til annað.

Astrid giftist við Hjartvar Poulsen og børnini eru Laila, Bødvar, Edda, Brestir og Beinir. Heim teirra á Gráasteini var samlingsstað hjá bæði ungum og vaksnum, ein kann næstan siga at hetta var býlingshús áðrenn hugtakið býlingshús var uppfunnið. Hjartvar var í nógv ár formaður og nevndarlimur í Føroya Ríðingarfelag og áðrenn felagshúsið í Havnardali kom, var ikki óvanligt at reiðfólk aftaná loknan túr løgdu leiðina oman á Gráastein.

Hjartvar doyði fyri nøkrum árum síðani av sjúku og hevur Astrid eisini verið fyri tí vanlagnu at missa versonin Eirik, sum var nógv heima hjá teimum. Hetta hevur sjálvsagt verið tungt, men familjan hevur stuðla Astrid væl og seinastu árini hevur hon aftur líkst sær sjálvari. Tað er ikki meira enn tvær vikur síðani, at eg møtti henni í hópi umborð á Norrønu, tá var hon farin uttanlandaferð við pensjonistafelagnum í Fuglafirði.

Fyri okkum reiðfólk hevur Astrid havt ómetaligan týdning, hon hevur altíð verið har, altíð hjálpt til. Luttikið nógv í kappingum, tað er bara nøkur fá ár síðani hon kappaðist uppi í Marknagili. - Men serliga er tað hennara mongu smáu tøk ið hava gjørt mun. Ein kaka til eitt tiltak, eina hond til hjálpar til okkurt annað og so víðari. Astrid hevur mær kunnugt ongantíð sagt nei, tá felagið hevur heitt á hana um okkurt og tá felagið ikki hevur spurt, so hevur hon sjálv bjóða seg fram, soleiðis er hon og soleiðis hevur hon altíð verið.

Takk fyri tað Astrid, tú er nakað heilt serstakt !

Vegna Føroya Ríðingarfelag - Brandur í Dali








3. juli 2018

Nýggja útgerðin kom væl við

Einans ein hundrandapartur av einum sekundi var á muni millum rossini

Undan hesum kappingarárinum, gjørdi Ríðisamband Føroya eina stóra íløgu í tíðtakingarútgerð. Gamla útgerðin ið var ogn hjá Føroya Ríðingarfelag hevði tænt fyri seg og hevði elvt til ávísar trupulleikar seinastu árini.

Nýggja útgerðin sum er av merkinum Omega, er altjóða góðkend og er hetta eitt stórt tekniskt frambrot innan føroyska ríðiítrótt.

Hvussu neyv útgerðin er, fekst sjón fyri søgn, tá riðið var kapp í Vágum leygardagin. Seinasti riðilin var so tættir at tað tyktiskt nærum vónleyst at síggja hvat var fremri av rossinum. Men við nýggja tólinum, gekk bert lítil løta, so var greitt hvør átti munin - Hetta hóast tað bert var ein hundrandapartur av einum sekundi millum múlarnar.

Umboð fyri Ríðisambandið siga at tað vilja altíð vera ymsar barnasjúkur og byrjunartrupulleikar, við einari nýggjari skipan, men at tey vænta at hetta fer at gera tað munandi lættari og meira ómaksleyst at taka tíð framyvir. Av tí at útgerðin er munandi neyvari enn tann gamla, skuldi tað eisini fyribyrgt at tað er neyðugt hjá rossinum at ríða umaftir, tey sokallaði "umryttini" sum vóru neyðug tá tvey ross høvdu somu tíð í ymiskum riðlum.

1. juli 2018

13 ára gamla Randarsól skjótari enn øll tey vaksnu

Randarsól Heinesen úr Bø á hestinum Spirit.

Í góðveðrinum í gjár, var kappríðing á flúgvarabedingini í Vágum. Kappingin skuldi vera seinasta leygardag, men var útsett vegna veður. Orsakað av nógva regninum, var breytin tá hál og ikki nóg trygg at ríða kapp á.

Hetta var ein skilagóð avgerð, í gjár skein sólin og hóast tað var eitt fitt lot, so vóru umstøðurnar framúr at ríða kapp.

Ein sum aftaná kappingina, skein um kapp við sólina, var 13 ára gamla Randarsól Heinesen úr Bø. Hon og hesturin hjá henni Spirit, ið kappast í bólkinum Tvíspor ung, gjørdi tað tað stóra bragd, at ikki bara hava skjótasti tíð í Tvíspor ung, tey høvdu eisini betri tíð enn øll tey vaksnu.
So ikki løgið at lagið var gott á ungu bíggjargentuni, sum eisini liggur greitt á odda í FM kappingini hjá teimum ungu.

Hóast tey vaksnu ikki heilt kláraðu at kappast við Randarsól og Spirit, so var tað ein sera spennandi kapping. Seinasti riðilin var millum Marengo við Regin Johannesen á baki, móti føroyameistaranum Svannu við Hans Paula Poulsen á baki. Svanna fekk munandi betri start, men Marengo kom so sterkt aftur móti endanum, at um breytin hevði verð fimm metar longri, so hevði hann helst vunnið. Tað var bara ein hundradapartur av einum sekundi á muni. Svanna vann við tíðini 18,99 og Marengo gjørdist nummar tvey við tíðini 19,00.

Vinnarar í hinum flokkunum vóru hesi,
Skeið Regin Johannesen og Gylling - Tølt Bárður Johannessen og Syrpa - Trav Marna Anthonuissen og Oscar - Tvíspor ll flokkur Hervør Olsen og Fagra.

Allar tíðirnar síggjast á leinku við her Trýst her










29. juni 2018

Signabøgarður og Búnaðarstovan umrøðu í altjóða miðli

Lot av Signabøgarði er eitt rossinum ið Signabøgarður hevur alt. Hon er nú farin til nýggjar eigarar á Viðareiði.


Á heimasíðuni hjá Nordgen, ber í hesum døgum til at lesa grein um arbeiði, hjá Felagnum Føroysk Ross og Búnaðarstovuni, at varðveita føroyska rossastovnin.

Nordgen ið er norðurlendskur stovnur við m.a. tí endamálið at verja hótt djórasløg, hevur vitja á Signabøgarði og havt áhugaverda samrøðu við bóndan Dortheu Joensen og eisini hava tey havt prát við stjóran á Búnaðarstovuni Trónd Leivsson. 

Tey bæði greiða í greinini frá arbeiðinum, sum verður gjørt fyri at varðveita føroyska rossaslagið. Búnaðarstovan og Signabøgarður eru í samstarvið við Felagnum Føroysk Ross, partar av verkætlan ið vónandi fer at økja áhugan kring landið fyri føroyska rossinum.

Felagið Føroysk Ross er gamalt felag og forkvinnan Maria Bjørk stendur nú á odda fyri felagnum og arbeiðinum at fjølga um føroyska rossið, sum fyri ikki so nógvum árum síðani, stóð á tromini at vera oytt. Nevndin í felagnum fór fyri nøkrum árum síðani undir eina miðvísa roynd at skipa alingina neyvari, fyri at fáa fleiri fyl undan og at breiða rossini runt um í landinum.

Hetta var gjørt við verkætlani "Summer of Love" har roknað var væl út, hvørji ross vóru egnaði at seta saman, so innannøringin ikki varð ov høg. Samstundis vóru ryssur, ið áður ikki høvdi kvidnast, viðgjørdar fyri bruna í lívmóðrini. Undan hesum vóru nógv av rossinum samlaði í suðursteymoy, viðhvørt undir umstøðum ið helst ikki vóru nóg væl skipaðir. Hetta kundi viðhvørt skapa støður har fólk ilskaðust inn á føroys ross og eigarar. Hugaligt er tí at síggja at ætlanin hjá Felagnum Føroysk Ross, at fáa fleiri ross og at spreiða rossini kring oyggjarnar, ber ávøkstur og nú eisini far altjóða umrøðu.   



Greinin hjá Nordgen kann lesast á leinkju við at trýsta her Nordgen grein

14. juni 2018

24 ross renna kapp við Leynavatn

Seinasti riðilin við Leynavatn 2017.


Leygardagin kl 15 verður, um veðurguðarnir loyva tí, kappríðing við Leynavatn.
24 ross eru tilmeldaði, og er hetta ein lítil afturgongd í mun til í fjør, tá 29 ross tóku lut í kappingini.

Men reiðfólk kunna tó fegnast um eitt. Tað sær út til at miðvísa ungdómsarbeiði hjá Føroya Ríðingarfelag nú vísir seg aftur í luttakaratalinum hjá teimum ungu. Nú rossini skula dystast vera 6 ung við í tvíspor, hetta í mun til bara 2 í fjør.

Har sum minkingin er serliga sjónlig, er í skeiðkappingini, har er minkað úr 10 niður í 3 - Ógreitt er hvat orsøkin man vera til tað.

Í Tvíspor vaksin er bert ein bólkur í ár, 6 ross luttaka og har er møguleiki fyri nøkrum sera spennandi riðlum. Favoritleiklutin liggur helst á Svannu við Hans Paula Poulsen á baki, men bæði Freyr og Marengo, við ávíkavíst Bryndis Hjartardóttir og Regini Johannessen á baki, eiga at kunna geva Svonnu dyst til strikuna.

Paringin sæst við at trýsta á leinkju: trýst her fyri at koma til paring.

9. juni 2018

Leynavatn


4. juni 2018

Saðilin - Hesa ferð Bárður Johannessen

Bárður á Syrpu 


Navn: Bárður Johannessen Bústaður: Dalatún 7 Fyrsta ross, Nær fekk tú tað ? hvat slag var rossið ? Poyk 1990 blandingsross Hvussu nógv ross eigur tú ? 4 ross, onkur saman við ørum. Hvat er títt yndisross ?. Syrpa Besta ross tú hevur átt, grundgev hví ? Poyk var fantastiskur í fjøllunum, men eg má siga Syrpa. Ein øgiligan vilja, sterk, spøk og stuttlig at ríða á. Yndisrossaslag ? Íslendsk Yndisgongulag ? Tølt, trav Um tú slapp at velja frítt millum øll ross í Føroyum, hvat ross hevði tú valt ? Syrpu, kanska ryssuna hjá Knút. Hvat er besta ross nakrantíð í Føroyum ? Sama sum omanfyri, og so Flykkan hjá Thorvaldi, sum var mamman hjá Poyk Hvør føroyingur hevur lært teg mest um ross og rossahald ? Tað er nokk lítli beiggi, aftaná at eg havi lært hann tað mesta;) Hvar í Føroyum er best at hava ross ? Havnardali Hvar í Føroyum er best at ríða ? Vágunum Hvønn føroying metur tú vera besta reiðfólk ? Skal eg siga Regin. Besti ríðitúrur nakrantíð ? Tað verður ringt, óteljandi hvítisunnu túrar, hvør betur enn annar. Leynavatns túrarnir eru altíð góðir. Minnist ein norðuri í Dølum, tá vit vóru heilt ungir. So eru nakrir ógloymandi Íslands túrar eisini. Hvør er stuttligast at ríða saman við ? Thomas Hans Gaardlykke Hvør skal í saðilin næstu ferð ? Búi Holm

30. maj 2018

Væleyðnaðir Djóradagar



Seinasta vikuskiftið vóru Djóradagar á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.
Sum altíð var tiltakið sera væl vitja, millum 4 og 5 túsind fólk vitjaði tiltakið. Hetta má metast at vera sera flott, tá kappast verður við bátasetevnu, oyggjardagar og fótbóltsdystir.

Fyrireikaranir gleðast um at fólk eru so trúføst og siga at hetta vísir at tað er tørvur á einum tílíkum tiltakið, eitt tiltak sum serliga er ætla til barnafamiljur. Hetta var tjúginda árið at Føroya Ríðingarfelag skipar fyri Djóradøgum. Nevndin fer nú at eftirmeta tiltakið, so tiltakið verður enn betri næsta ár.









27. maj 2018

Djóradagar aftur í dag

Ungu reiðgenturnar vísa kynstir


Djóradagar, tað stóra árliga familjutiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, er hetta vikuskiftið í Havnardali.  Her eru nakrar myndir frá leygardegnum, tiltakið heldur fram í dag frá kl 14 til 18.









23. maj 2018

Skráin Djóradagar 2018


15. maj 2018

Rudda til Djóradagar 26 og 27 mai

Kaffisteðgur og fólkini frá Føroya Ríðingarfelag taka sær av løttum eina løtu

Afturvendandi tiltakið Djóradagar hjá Føroya Ríðingarfelag, verður annað vikuskiftið, dagarnar 26 og 27 mai. Í hesum sambandið ruddaðu og vaskaðu fólk frá felagnum herfyri økið í Havnardali.

Hallur Hansen. formaður felagsins sigur at síðani asfalt var lagt á meginpartin av økinum, er tað munandi lættari at halda reint. Seinasta asfaltið var lagt á fyri nøkrum árum síðani, hetta var partur av avtalu, í samband við at Tórshavnar Kommuna hevur frítíðarskúla á økinum.

Djóradagar eru afturvendandi tiltak, ið skjótt hava 20 ár á bakið. Tað var táverandi formaðurin Eyðfinnur í Búðini og nevndin ið komu við hugskotinum. Hetta bleiv bygt upp í smáum, til nú at vera eitt tiltak, har omanfyri 5000 fólk vitja, teir báðar dagarnar tiltakið er.

Føroya Ríðingarfelag hevur øll árini lagt dent á, at hetta tiltakið ikki skal vera óv kostnaðarmikið fyri tey vitjandi. Ókeypis atgongd er fyri børn og atgongumerkið fyri vaksin er bert hækkað 10 kr øll hesi árini, tað kostar kr. 50,- hjá vaksnum at vitja. Inni á økinum er ókeypis at síggja øll djórini, møguleiki er eisini at royna ponyríðing o.a. Hesi tiltøk kosta, kaffisøla o.a. er sjálvandi eisini.

6. maj 2018

Ríðisambandið somu leiðslu

Nevndin í Ríðisamband Føroya. F.v. Zacharias R. Jacobsen næstformaður, Brandur í Dali, formaður og Símun Skaalum, nevndarlimur

Á aðalfundi í ÍSF húsinum í gjár, var øll leiðslan í Ríðisamband Føroya endurvald. Tað eru tey trý reiðfeløgini Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslandsrossafelag og Føroya Ríðingarfelag ið eiga hvør sítt umboð í nevndini. Nevndin hevur skipað seg soleiðis at Brandur í Dali er formaður, Zacharias R. Jacobsen næstformaður og Símun Skaalum nevndarlimur.

Aðalfundurin var nøgdur við farna árið, har tað kanska serliga var 7 plássið hjá Elini V. Tindskarð til HM fegnast kundi um í altjóða høpi, Hetta er sætt bragd, men aðalfundurin átalaði at hetta ikki fekk røttu virðing hjá ÍSF, av tí at Úrvalsnevndin hjá ítróttarsambandinum ikki viðurkennir gongulagskappingar á sama hátt, sum aðrar ítróttargreinar. Nevndin í Ríðisambandinum hevur tó lovað at arbeiða víðari við hesum málinum.

2017 var eisini merkt av sorgblýdni, tá Svenning Reinert takkaði fyri seg innan kappríðing. Svenning var 81 ára gamal. tá hann á heystið 2017 reið sína seinastu kapping. Hann var eisini heiðraður í stóran mun av forsetanum hjá ÍSF og hetta fegnaðist aðalfundurin um.

Millum málini sum nevndin hevur sett sær fyri at arbeiða við komandi árið, er at bøta um umstøðurnar til FM kappingar. Nýggj tíðtakingarútgerð er keypt og skal hon roynast longu í hesari vikuni. Ungdómsarbeiði skal raðfestast hægri og er eisini ætlanin at Ríðisambandið skal menna sína egnu heimasíðu, sum skal bera teimum rossaáhugaðu tíðindir um teirra ítrótt.