Veðrið frá YR

17. juli 2018

Vágafólk byggja ríðihøll

Høllin er næstan liðugt reist, har mangla tveir bogar

Í longri tíð hava fólk hjá Vága Ríðingarfelag, arbeitt á einum økið í Miðvági, har ætlanin er at tað skal koma bæði ríðihøll og felagsfjós til vágafólk.

Vágar eru í ríðihøpi frammaliga, aftaná Suðurstreymoy eru Vágar uttan iva tað økið har mest virksemi er innan ríðing. Við flogvøllin, ella rættari sagt við flúgvarabedingina, hava Vágafólk eisini bæði kappríðingarbreyt og rundbreyt til gongulagskappingar. Vegna flogvøll og vatn ber tó illa til at útbyggja á tí økinum.

Nakað sum reiðfólk í Vágum hava longst eftir, er eina høll, soleiðis at tað eisini ber til at ríða, tá tað er myrkt, ella um tað ikki viðrar. Hendan avmarking hevur gjørt at ríðing hjá vágafólki, næstan burturav hevur verið eitt summarítrív. Eisini hevur hetta verið ein foðring fyri at felagið kann skipa fyri undirvísing og øðrum um veturin.

Men nú er at enda vón fyri framman, nakrar eldsálir í Vága Ríðingarfelag hava gjørt økið klárt og seinastu tíðina eru flestu bogarnir reistir. Ætlanin er eisini at møguleiki skal vera hjá limum felagsins at byggja fjós fast í høllina. Íblásturin til hetta, kemur frá ríðiøkinum í Havnardali, har Tórshavnar Kommuna hevur lagt eitt sera væl umtókt økið til reiðfólk.

Hetta kann eisini gera tað at rossini í Vágum vera miðsavnað, heldur enn at standa spjadd runt í bygdinum, í gomlum neytafjósum, skúrum ella bilhúsum. Á hendan hátt ber vónandi til at skapa eitt veruligt rossaumhvørvið. Nær høllin stendur liðug er tó enn ivasamt, tað er í stóran mun somu menn, sum mynda arbeiði og vandi er sjálvandi fyri at orkan fer at ganga undan.

Vága Ríðingarfelag hevur tilvitað valt at ikki taka óv stóran fíggjarligan váða, og higartil er einki lán tikið í verkætlani. Hetta ber sjálvsagt bara til, tá tað sum í hesum førinum verður gjørt eitt so stórt sjálvboði arbeiði.


Ingen kommentarer: